Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-02, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. februar 2015síða 17

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 2. februar 2015 · Nr. 13 ítróttur Tróndur Arge Var VÍF favorittur undan steypa­finaluni móti Neist­ anum áðrenn, so eru teir helst enn størri favorittar, eftir at Kyndil lættliga vann stórsigur, 27-17 á grannunum úr Neistanum. Neistin kom eitt sindur óvæntað í steypafinaluna í farnu vikuni, men teir megn­ aðu ikki at byggja víðari upp á steyparúsin. Í gjár taptu teir bláu stórt fyri Kyndli, sum er komið fyri seg, eftir at teir totalt knekkaðu í seinnu hálvfinaluni í steypa­ kappingini móti VÍF. Tað gekk annars javnt á í fyrra hálvleiki, men so skjótt seinnu hálvleikur byrjaði fór Kyndil frá. Tað er ikki til at siga hvønn týdning hetta fær fyri finaludystin, ella hvussu nógv neistamenn løgdu fyri, men spæla teir ikki betri í final­uni, so tapa teir helst. Munnu iðra seg í Kyndli Totala knekkið hjá Kyndli í Vestmanna, má raka eyka hart í dag. Tað er ongin ivi um, at Kyndil hevði havt takið á Neistanum, so sum lið­ini spældu í gjár. Eisini um Neistin hevði víst betri hug­burð, tí Kyndil spældi við sjálvs­áliti og spælið var hótt­ andi. Helst munnu Geir Wardum og Hjalmar Klein Olsen spyrja seg sjálvar hvat gekk gali í Vestmanna, tá brádliga einki riggaði. Nú KÍF ere r nógv viknað, tí Nicklas Selvig er fari til íslendskan hond­bólt, so verður tað helst ein dystur millum Kyndil og H71 at koma í FM finalurnar. VÍF vann á H71 Í Vestmanna vann VÍF 25-19 á H71. Sum ikki eina ferð, so gekk Filip Jocic á odda við málskjótingini. Hann skoraði átta mál fyri VÍF, og síðani skoraði ongin meiri enn trý mál fyri VÍF. Toppskjútti hjá H7 var Mark L. Marcher. VÍF hevur beina kós móti FM finalunum. Teir eru stór­ favorittar at vinna steypa­ finaluna, men tað er langt­ síðani, at VÍF hevur vunnið nakað. Teir prógvaðu móti H71, at teir ikki hava steypa­timbur­ menn, eftir hálvfinalusigurin á Kyndli. Okkurt bendir á, at 2015 kann blíva eitt gult og blátt hondbóltsár hjá monn­ unum. trondur@sosialurin.fo Hondbóltur Atlantic Airways Deildin støðan nr. Lið Dystir Vunnin mál Tapt mál Munur Stig 1 VÍF 15 421 354 67 24 2 Kyndil 15 349 301 48 21 3 H71 14 351 310 41 17 4 KÍF 14 373 369 4 15 5 Neistin 15 357 396 -39 12 6 StÍF 15 363 405 -42 7 7 Team Klaksvík 14 309 388 -79 6 Kyndil - Neistin 27-17 (7-7) Kyndil: Hjalti Backmann 4, Julian Johansen 4, Finnur Hansson 4, Frank B. Askildsen 4, Birgir Poulsen 3, David Edvardsen 3, Torvald Abrahamsen 2, Bjarni Sørensen 2, Eirikur Simonsen 1 Neistin: Sjúrður Thomassen 5, Andras Joensen 3, Tommy Fletcher 2, Rói Berg Hansen 2, Kristian Dulavík 2, John í Innistovu 1, Carl Herup Olsen 1, Torkil Hentze 1 VÍF - H71 25-19 (13-10) VÍF: Filip Jocic 8, Sjúrður Olsen 3, Agnar Joensen 3, Andrias Eriksen 3, Áki Egilsnes 2, Mads Eriksen 2, Hanus Christophersen 2, Sjúrður Nielsen 2 H71: Mark L. Marcher 7, Rúni V. Højgaard 5, Hans Kári Hansen 4, Jesper Pedersen 2, Hilmar Leon Jakobsen 1 Neistin spældi sum eitt lið, ið fær tað torført í steypafinaluni móti VÍF. Teir taptu við heili tíggju málum fyri grannunum úr Kyndli Neistin fingið nakað at hugsa um Myndir: Álvur Haraldsen