mánadagur 2. februar 2015síða 18
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 2. februar 2015 · Nr. 13
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
fótbóltur VFF-cup
Heri Simonsen
Venjararnir í effodeildini
fingu testa fleiri spælarar
í teimum fýra dystunum,
sum hvørt effoliðið fekk í
VFF Cup kappingini, sum
var avgreidd á Tórsvølli,
ovara vølli og niðara vølli
í
Gundadali,
leygardagin
seinnapartin. Liðini fingu
fyrst tveir dystir á 30 min
uttir í tí innleiðandi bólk
inum, har trý lið vóru í
hvørjum bólki. Seinni fingu
liðini aftur tveir dystir á 30
minuttir í plasseringsbólk
unum. HB, Víkingur og B36
endaðu í finalubólkinum.
Víkingur fekk ein 0-0 javn
leik ímóti báðum havnar
liðunum. Bert eitt mál kom
í finalubólkinum, og tað
fall til HB í dysti ímóti B36.
Tað hevði við sær, at vann
HB VFF Cup á triðja sinni
av trimum møguleikum, og
fekk harvið VFF Cup steypið
til ognar.
Símun fyrsta steypið,
sum venjari
Símun Samuelsen er nýggjur
leikandi
hjálparvenjari
hjá HB. VFF Cup er tað
fyrsta steypið, sum Símun
Samuelsen vinnur, sum venj
ari. Símun trívist væl í sínum
nýggja leikluti, og hann er
glaður fyri møguleikan hann
og Heðin Askham, høvuðs
venjari fingu at testa fleiri
spælarar í hópinum. Símun
fegnast um, at HB megnaði
at halda málið reint í teim
um fýra dystunum, har liðið
vann 2-0 á FC Suðuroy, 1-0
á ÌF, 1-0 á B36, og spældi 0-0
ímóti Víkingi. Í HB fegnast
tey eisini um, at nýggja
álopsessið
hjá
felagnum,
Arnbjørn Hansen skeyt trý
mál í kappingini. Símun
sjálvur vónar, at talan verð
ur um eitt kappingarár,
har hann er meiri leikandi
hjáparvenjari,
enn
bara
hjáparvenjari, altráður eftir
at sleppa at tørna út fyri HB
á vøllinum.
Mundu avlýst
Frankie Jensen frá fótbólts
venjarafelagnum
fegnast
um, at VFF Cup kappingin
gjørdist veruleiki. Tað sá
ikki gott út tíðliga leygar
morgunin.
Men
effektiv
kavarudding, og batnandi
veður gjørdi tað møguligt
at avgreiða kappingina. Tó
var sjónligt, at umstøðurnar
vóru ikki tær bestu, men tey
9 effodeildsliðini – øll uttan
KÍ – vunnu á kavanum, og
venjararnar fingu testa fleiri
spælarar. Frankie staðfestir,
at VFF Cup kappingin er
komin fyri at verða, men
hann dylur ikki, at tað hevði
verið munandi lættari at
havt eitt betri og breiðari
konsept, um ein innandura
fótbóltshøll var tøk.
heris@sosialurin.fo
9 effolið vunnu á kuldanum,
tá triðja VFF Cup kappingin hjá
fótbóltsvenjarafelagnum var
avgreidd í Gundadali leygardagin
VFF Cup hattrick til HB
Tá
Heðin
Mortensen,
borgarstjóri handaði HB
VFF Cup steypið til ognar
á Tórsvølli leygardagin,
nam hann eisini við um
støðurnar
hjá
fótbólt
inum. Heðin Mortensen
fegnaðist um takið, sum
nú verður lagt á Tórs
vøll, men undirstrikaði
samstundis, at enn er ikki
komið á mál við umstøð
unum hjá fótbóltinum.
Hjá
borgarstjóranum
er eingin ivi um, at tað
næsta stigið, ið má takast
fótbóltinum til frama, er
ein innandura fótbólts
høll. Vetrarveðrið darvar
fótbóltinum
somikið
nógv, at nú er stundin
komin at byggja eina
innandura
fótbóltshøll.
Tey, sum vóru til steypa
handanina vístu samljóð
fyri innandura fótbólts
høllin.
heris@sosialurin.fo
Heðin vil hava
fótbóltshøll
Bólkur A:
TB - NSÍ . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2-0
Víkingur - TB . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2-0
NSÍ - Víkingur . . . . . . . . . . . . . . . . . 0-0
Bólkur B:
AB - EB/Streymur . . . . . . . . . . . . . . 1-0
B36 - AB . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 3-1
EB/Streymur - B36 . . . . . . . . . . . . . 0-0
Bólkur C:
FC Suðuroy - ÍF . . . . . . . . . . . . . . . . 0-0
HB - FC Suðuroy . . . . . . . . . . . . . . . . 2-0
ÍF - HB . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 0-1
Finalubólkur:
Víkingur - B36 . . . . . . . . . . . . . . . . . 0-0
HB - Víkingur . . . . . . . . . . . . . . . . . . 0-0
B36 - HB . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 0-1
2’ararnir:
TB - AB . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 0-1
ÍF - TB . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1-1
AB - ÍF . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1-0
3’ararnir:
NSÍ - EB/Streymur . . . . . . . . . . . . . . 0-2
FC Suðuroy - NSÍ . . . . . . . . . . . . . . . 1-1
EB/Streymur - FC Suðuroy . . . . . . . 0-1
Myndir: Knút Olsen