Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-02, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. februar 2015síða 19

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 2. februar 2015 · Nr. 13 ítróttur Undarligt at vera í føðingardegi og ikki at bjóða 145 dagar til Oyggjaleikirnar ÍSF forsetin Petur Elias Petersen, sum er oddamaður í fyrireikingunum til ferðina suður á Jersey í summar, harmast um, at tað framvegis ikki ber til at bjóða til Oyggjaleikir í Føroyum Jóannes Hansen Tvey flogfør fara 25. juni at flyta føroyska ferðalagið suður á Jersey, har sekst­ andu Oyggjaleikirnir eru á skrá frá 27. juni og fram til 3. juli. Tilsaman er pláss fyri 280 umborð á flogførunum, og tað verður eingin trupul­ leiki at fylla flogførini. Petur Elias Petersen, for­mað­ur í ÍSF, er for­mað­ ur í nevndini, ið fyri­reikar Oyggja­leikirnar. Eftir at starvs­nevndin í Ítróttar­sam­ band­inum seinastu árini hevur havt ábyrgdina, er nú aftur undir­nevnd í ÍSF sett at taka sær av fyrireikingunum. Í henni eru – umframt Petur Elias Petersen – Sølvi Reinert Hansen og Anna Rein. For­maðurin veit nógv um Oyggja­leikirnar, tí hann hevur lut­tikið í trettan leik­ um – øllum uttan teimum fyrstu á Isle of Man í 1985 og í 1991, tá ið leikirnir vóru í Álandi. – Síðsta summar vóru vit á fundi á Jersey, og tá sóu vit vallir og hallir, har tað fer at verða kappast, og tá gjørdu vit av, hvar føroyska ferða­ lagið skal halda til, meðan leik­ir­nir eru, sigur Petur Elias Petersen. Flaggdagin verður tað greitt, hvørjir føroysku lut­ tak­ararnir fara at vera á leik­unum í summar,og eftir mánaðar­skiftið april-mai fæst at vita, hvussu stórt saml­aða luttakaratalið verður í 16. Oyggjaleikunum. Í hesum døgum fyrireika ítróttarfólkini seg til av­ ger­andi kappingarnar um úttøku. Tað er langt síð­ani av­gjørt, at samlaða lut­ takara­talið úr Føroyum verð­ur 140. Fjøruti leiðarar og venj­arar, umleið fimtan um­boð fyri miðlarnar, og al­menn umboð saman við onkrum sponsorum ber við sær, at tað vera umleið 215 í ferða­lag­num, og so verður pláss í flog­før­unum fyri nøkr­um áskoð­arum. – Tað plaga at vera før­ oyskir áskoðarar á staðnum. At tað eisini hesa ferð verður soleiðis vita vit, tí fleiri hava longu bílagt sær pláss í flog­ før­unum, sigur Petur Elias Petersen. Einki tos um leikir í Føroyum Eftir at tað fyri tveimum ár­ um síðani varð tosað nógv um, at Oyggjaleikirnir aftur skuldu verða hildnir í Føroy­ um, her teir vóru í 1989 fyri fyrstu og higartil einastu ferð, so verður hetta mest sum ikki tikið upp á tungu nú. Formligu ásetingarnar bera við sær, at tað longu nú er greitt, at tað vera ikki Oyggja­leikir í Føroyum fyrr­ enn í hvussu so er í 2021 og neyvan fyrr enn í fyrsta lagi í 2023. Formliga umsóknin skal verða skrivað í minsta lagi seks ár undan, at leik­ir­ nir skulu vera og evsta mark fyri 2021 leikirnar er fyrsta september í ár. – Tað er hugstoytt, men so­leiðis er veruleikin. Um tað fyri tveimum árum síð­ani varð avgjørt, at vit skuldu hýsa leikunum í 2019, so hevði fyrireikingarnevnd longu verið sett, og so hevði frá føroyskari síðu verið fylgt væl og virðiliga við í øllum, sum fer at ganga fyri seg á Jersey í summar. Nú verður leik­luturin hjá okkum øðrvísi. Vit taka lut og eru við í tí, sum ásetingarnar siga, men tað verður ikki við høgari sigarføring. Sjálv­ andi nívir tað okkum, at tað ikki ber okkum til at bjóða hinum at koma henda vegin. Um vit siga, at vit ganga í føðingar­dag hjá øllum hin­ um, men at vit ongantíð bjóða í føðingardag sjálvi, so er tað ein góð mynd av støð­ uni, staðfestir Petur Elias Petersen. Veruleikin Á Oyggjaleikunum á Jersey í summar verður møguleiki at taka lut í fjúrtan ítróttar­ greinum. Hetta er hámarks­ talið. Kravið er, at vertstjóðin í minsta lagi skal bjóða tólv ítróttargreinar út. Hjá Føroyum var støðan tann, tá ið tað varð arbeitt við ætlan­ ini aftur at hýsa leik­unum, at ellivu ítróttar­greinar vóru á skránni, og tað var ein ov lítið at røkka minsta markinum. Politiski myndugleikin helt tá, at tað var so upplagt, at tólvta greinin var golf. Tað varð hildið, at golfvøllur hjá fleiri í framtíðini fór at gera Føroyar áhugaverdari at vitja. – Tíverri fór tíðin frá okkum, uttan at vit høvdu fingið vissu fyri, at golf­vøll­ urin fór at verða gjørdur, og so noyddust vit at boða frá, at vit kortini ikki vóru møgu­ ligur vertur í 2019. Umsóknin varð tikin aftur síðsta summ­ ar, og síðani er einki gjørt, so tað er lítið ella einki, sum bendir á, at tað verður í 2021, sigur ÍSF formaðurin. ÍSF forsetin heldur, at tað vendir øvugt í Føroyum sam­mett við aðra staðni, tá ið tað snýr seg um at taka við ábyrgd fyri Oyggjaleikunum: – Aðra staðni vendir polit­iski myndugleikin sær til ítrótt­ina fyri at fregnast, hvat al­menni myndugleikin skal gera og rinda, fyri at ítróttin skal bjóða seg fram at hýsa leikunum, sum verða roknaðir at vera framúr brand. Soleiðis er tað ikki hjá okkum. Her er tað ítróttin, sum tekur stigið og mest sum skal sannføra myndugleikan um, hvat hann í minsta lagi skal syrgja fyri, um hugs­ ning­urin skal vera um at fáa til­takið aftur henda vegin. Sum í øllum stórum ítróttar­kapp­ingum so eigur tað at vera soleiðis, at hallir og vallir til ávís enda­mál av myndug­leik­unum verða fingin til vega í sam­bandi við leikirnar, og at heim­ligi ítrótturin fær gagn av hes­ um í allari framtíð, sigur ÍSF forsetin, og hann heldur fram: – Krøvini at hýsa leik­ unum eru størri og øðrvísi nú, enn tey vóru, tá ið leik­ ir­nir vóru í Føroyum í 1989. Á leikunum í Føroyum vóru gott og væl 800 luttakarar, og í summar verður luttakara­ talið 3000, og talið á teimum, sum eru kring kappingarnar, verður eisini væl størri. Tað ber framvegis til at brúka skúlar at hýsa luttakarunum í, men nú er kravið, at tað skulu vera sengur og ikki sovi­posar á mardrassum. Føroy­ar eru viðbreknar, tá ið tað hevur við veður og ferð­ing og gisting at gera. Eg ivist kortini ikki í, at hetta fara vit at megna, tá ið tíðin aftur verður búgvin at hýsa leik­unum, um ella rættari tá myndugleikarnir fara at megna sín part, men í løtuni ar­beiða vit ikki ítøkiliga við hesum, sigur Petur Elias Petersen. Fleiri fyri aðru ferð Fyri tveimum árum síðani vóru Oyggjaleikirnir fyri fyrstu ferð aðra staðni enn í Europa. Bermuda var vertur. Nú eru leikirnir aftur í Europa, har flestu lima­lond­ ini í IIGA – International Iland Games Association – eru. Flestu av europeisku lima­londunum hava hýst leik­unum einaferð, og nú eru tey fleiri, sum hava hýst teim­um tvær ferðir. Jersey, sum verður vertur í summar, var eisini vertur í 1997. Isle of Man, sum hýsti fyrstu leik­ unum fyri tredivu árum síðani, var aftur vertur í 2001, og Guernsey, sum var vertur fyri næstu leikunum í 1987, var aftur vertur í 2003. Áland hýsti leik­unum í 1991 og 2009, og Isle of Wight var vertur í 1993 og aftur í 2011. Í 2017 vera leikirnir í Gotlandi, sum eisini hýsti teim­um í 1999. Í 2019 var ætlan­in at Føroyar skuldu vera vertur, men í fjør varð av­gjørt, at tað verður Menorca, sum skal taka sær av leik­unum. Ætlanin var ann­ars, at Menorca skuldi taka sær av leikunum í 2021, eftir at leikirnir í 2019 høvdu verið í Føroyum. Sambært BBC heima­síð­ uni gav Guernsey til kenn­ ar á aðalfundinum í IIGA síðsta summar, at áhugi er hjá teimum at hýsa leik­ unum aftur í 2023 ella 2025. Um hetta verður veruleiki, so verður talan um triðju ferð­ina, at Guernsey verð­ ur vertur. Eftir fyrsta sep­ tember í ár verður greitt, hvørji IIGA limalond verða áhugað at hýsa leikunum í 2021. Í løtuni bendir einki á, at Føroyar fara at teljast mill­ um um­søkj­ararnar. Sum ÍSF for­mað­urin tekur til: – Tað kennist sum um, at vit ganga í føðingardegi hjá øll­um hinum, og at vit ikki bjóða øðrum í føðingardag hjá okkum! joannes@sosialurin.fo Peturi Elias Petersen, formaður í ÍSF og fyri­ reikingar­nevndini fyri Oyggja­leikunum Mynd: Álvur Haraldsen