Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-02, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. februar 2015síða 20

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. februar 2015 · Nr. 13 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur 145 dagar til Oyggjaleikirnar Í 30 ára longu søguni hjá Oyggjaleikunum, sum fevnir um fimtan leikir, hava Føroyar vunnið 170 gullkrónur, og einaferð hava Føroyar verið betri enn øll hini Tú alfagra 170 ferðir Jóannes Hansen Annað hvørt ár eru Oyggja­ leikirnir vornir partur av før­oysku summarskránni. Ta vikuna, tá ið leikirnir eru, syrgja miðlarnir fyri, at føroy­ingar burturi og heima hava møgu­leika at fylgja við í kapp­ing­unum, og hjá ítróttar­hugaðum og fyri tjóð­ skapar­liga samleikan kennist tað søtt og stimbrandi, tá ið føroy­ingar standa hægst á heiðurs­merkjaplássunum, og tjóð­sangurin ljómar. Síðani fyrstu leikirnir vóru í 1985 hava Føroyar vunn­ið 170 gullkrónur í kapp­ingum fyri lið og ein­ stak­lingar, og samlaða heiðurs­merkja­talið í teimum fimtan leik­unum er 523 – 170 gull, 167 silvur og 196 bronsu krónur. Einasta ferðin, at Føroyar ikki eru komnar til hús aftur við gullkrónum og harvið at føroyski tjóðsangurin ikki er spældur í sambandi við heiðurs­merkjahandan, var í fyrstu leikunum í 1985. Tá ið Oyggjaleikirnir í 1987 vóru á Guernsey, eydn­ að­ist tað kvinnunum at vinna fyrstu kappingina til Føroya. Merkisvert var tað eis­ini, at kappingin í 1987 var í sep­tember – frá 10. og til 17. sep­tember. Annars hevur bara verið kappast í juni og juli. Fyrstu gullkrónurnar í ein­staklingakappingum vunnu føroyingar á heima­ vølli í 1989. Tá ið leikirnir vóru fyri fyrstu og higartil ein­astu ferð í Føroyum vunnu føroyingar trettan kapp­ingar. Í liðkappingunum vóru Føroyar bestar í fót­bólti og flogbólti hjá monn­um og 4 x 100 metra frí­svimjing hjá monnum. Einstaklinga­ kapp­ingar­nar vunnu hesi: Petur Heðin á Fløtti 400 metra frí­svimjing og 200 metra blandað svimjing, Martin Venned 50 metra frí­ svimj­ing, Durita Djurhuus 200 metra ryggsvimjing, Høgni T. Hansen 100 metra bringu­svimj­ing og 200 metra bringus­vimjing og Absalon Hansen vann gull á longsta renni­tein­inum. Besta úrslitið higartil hjá Føroyum var, tá ið kapp­ ing­in í 2009 var í Álandi. Tá ljómaði Tú alfagra land mítt ikki færri enn 34 ferðir, tá ið merkið varð drigið í húnar­ hátt, tí føroyingar høvdu verið bestir. Fyri tveimum árum síð­ ani vóru Oyggjaleikirnir fyri fyrstu ferð aðra staðni enn í Europa. At teinurin var so langur at ferðast hjá teim­ um flestu bar við sær, at lut­takara­talið var væl lægri, enn tað annars hevur verið síð­ani aldarskiftið. Nú verður talt niður til kapp­ingina á Jersey í summ­ ar. Har verða leikirnir settir leygar­dagin 27. juni, og før­ oyska ferðalagið ætlast at vera tví­falt so stórt, sum tað var fyri tveimum árum síð­ ani. Føroyingar hava seinastu ferðirnar verið ógvuliga stinn­ir í fimleiki, har nógv gull er vunnið. Hesa ferð vera hvørki fimleikur ella judo á skránni. Fyri tveimum árum síðani lut­tóku Føroyar ikki í svimji­kapp­ingunum. Oyggja­leik­irnir passaðu illa saman við øðrum og størri altjóða av­bjóð­ingum. Tá ið tað ikki bar teimum bestu til at bjóða seg fram, so varð tað av­gjørt, at svimjararnir ikki skuldu taka lut. Hesa ferð fara bestu før­ oysku svimjararnir at kapp­ ast á leikunum á Jersey, og tað økir heilt víst um sann­ líkið fyri, at Føroyar skulu vinna fleiri kappingar. Boga­ skjóting var ikki á skránni fyri tveimum árum síðani, men hesa ferð sleppa boga­ skjútt­arnir upp í part aftur, og føroysku skjóttarnir plaga at standa seg væl. Føroyar hava áður lut­ tikið í fótbólti – kvinnur og menn – og har eru gull­krónur fleiri ferðir vunnar. Sein­astu ferðirnar hava Føroyar ikki luttikið í fótbólts­kapp­ing­ unum á Oyggjaleikunum, og so­leiðis verður tað heldur ikki í summar. Avbjóðingin verður ikki mett at vera ítróttar­liga áhugaverd, og kostn­að­urin er stórur at senda stór lið avstað at kapp­ ast. Merkisvert er tað, at Føroyar í summar fyri fyrstu ferð nakrantíð fara at taka lut í kurva­bólti. joannes@sosialurin.fo Ítróttagreinar á leikunum í 2015 Badminton, bogaskjóting, borðtennis, frælsur ítróttur, flogbóltur og beach volley, fótbóltur, golf, kurvabóltur, sigling, skjóting, súkkling, svimjing, tennis og triathlon Limalond: Áland, Alderney, Bermunda, Cayman Islands, Falklandsoyggjar, Føroyar, Frøya, Gibraltar, Gotland, Grønland, Guernsey, Hetland, Hitra, Isle of Man, Isle of Wight, Jersey, Menorca, Orknoyar, Rodos, Saaremaa, Sark, St. Helena, Hebridurnar og Ynys Mon Nr Ár Stað Úrslit Gull Silvur Bronsa Tilsaman 15 2013 Bermuda 7 10 12 14 36 14 2011 Isle of Wight 4 20 20 15 55 13 2009 Álandi 1 34 23 24 81 12 2007 Rodos 3 24 19 12 55 11 2005 Hetlandi 5 14 11 20 35 10 2003 Guernsey 8 6 10 12 28 9 2001 Isle of Man 5 15 12 13 40 8 1999 Gotlandi 9 7 12 9 28 7 1997 Jersey 8 5 10 22 37 6 1995 Gibraltar 6 10 14 15 39 5 1993 Isle of Wight 9 5 5 13 23 4 1991 Álandi 8 6 10 11 27 3 1989 Føroyum 3 13 5 10 28 2 1987 Guernsey 10 1 2 5 8 1 1985 Isle of Man 10 0 2 1 3 170 167 196 523 Oyggjaleikir 1985-2013 Úrslit og heiðursmerki hjá Føroyum á Oyggjaleikunum Svimjingin hevur vunnið Føroyum nógvar gullkrónur í Oyggjaleikum