Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-02, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. februar 2015síða 21

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 2. februar 2015 · Nr. 13 ítróttur 145 dagar til Oyggjaleikirnar 30 ár síðani Elmar skrivaði søgu land mítt Einasti føroyingurin, sum einsamallur vann heiðursmerki á fyrstu Oyggjaleikunum á Isle of Man fyri 30 árum síðani, var Elmar Ósá, ið av og á verður mintur á henda veruleika Jóannes Hansen Føroyar vunnu trý heiðurs­ merki, tá ið fyrstu Oyggja­ leik­irnir vóru á Isle of Man í 1985. Kvinnurnar í flogbólti vunnu silvur. Tær taptu final­una ímóti Álandi. Menn­inir vunnu bronsu í flog­bólti. Flogbóltsfinalurnar vóru á skránni síðsta kapp­ingar­dagin. Millum áskoð­arar­nar í flog­bólts­ høllini sat 16 ára gamli klaks­víking­urin Elmar Ósá. Framman­undan hevði hann tryggjað Føroyum fyrsta heiðurs­merkið í fyrstu Oyggja­leikunum. Tá ið vit minna Elmar Ósá, sum nú er barnalækni á Landssjúkrahúsinum, aftur á summarið á Isle of Man og silvurmerkið fyri tredivu árum síðani, so er hann beinan­vegin við: – Tað kemur framvegis fyri, at eg verði mintur á tann veruleikan, at eg vann fyrsta heiðursmerki til Før­ oyar, og onnur verða eisini mint á tað, tí tann spurn­ ing­urin er ein av teimum í før­oyskum familjuspæli. Hvussu minnist tú leik­ irnar á Isle of Man fyri tredivu árum síðani? – Leikirnir vóru frá 17. og til 24. juli. Hetta var spildur­ nýtt, og vit vistu ikki, hvat hetta snúði seg um, tá ið vit fóru úr Føroyum. Svimji­ liðið var ikki tað besta, tí fleiri av teimum, ið áttu bestu tíðirnar, vóru ikki við. Og svimjikappingarnar? – Vit kappaðust teir fyrstu dagarnar. Vit hildu okk­um vera væl fyri í sta­fett­unum, men har roynd­ist tað ikki væl. Eg haldi meg minnast, at vit end­aðu á sætta plássi. Heiðurs­merkið vann eg í 66 2/3 metra frísvimjing. At teinurin var so atypiskur komst av, at hylurin var 33 1/3 metur langur. Í mangar mátar svaraði hetta til 50 metra frí­svimj­ing. Vit vóru ein rúgva av luttakarum í eini tíggju riðlum. Tá ið inn­leið­andi kappingin var liðug, hevði eg onga hóming av, hvussu tað stóð til hjá mær, greiðir Elmar Ósá frá, og hann heldur fram: – Tað var ikki fyrrenn vit vóru komin aftur á gistingar­húsið, at venjarin, Oluffa á Høvdanum, fann útav, at eg átti næstbestu tíðina í innleiðandi um­far­ inum, og at eg tí skuldi lut­ taka í finaluni hetta sama kvøldið. Í finaluni reyk tann besti svimjarin, ein av Isle of Wight, framum okk­um aðrar beinanvegin. Kapp­ingin um næstfremsta plássið var øgilig. Vit vórut tveir, sum vóru púra javnir. Klokkan vísti 37,2 sekund. Tá ið teir kannaðu hetta nærri, vísti tað seg, at tíðin hjá mær var 1/100 av einum sekundi betri enn hjá mót­ støðu­manninum! Fjølmiðlarnir gjørdu ikki so nógv burturúr tá, sum teir nú hava møguleika at gera í beinleiðis sendingum. Men Elmar sigur seg onkra ferð­ina at hava hoyrt út­ varps­frásøgnina: – Um eg minnist rætt, so var tað Leivur Hansen, sum varpaði út, og viðmerkjari saman við honum var Símun á Høvdanum, og teir spíl­aðu seg orduliga út. Góð svimjiminni Um mánaðarskiftið november-desember hetta sama árið – í 1985 – luttók Elmar Ósá í svimjikapping í Oslo. Mótstøðan var stór, men tað eydnaðist Elmari at seta føroyskt met í 200 metra frísvimjing. Tíðin var 2.09,3: – Tølini tala og siga, hvussu stórt lopið í før­ oysk­ari svimjing hevur verið hesi tredivu árini. Nú eigur Pál Joensen metið á 200 metra teininum í frí­ svimj­ing, og tíðin er 1.46,61! Elmar Ósá luttók í Oyggja­leikunum aftur í 1987, 1989 og 1991. Fleiri ferðir var hann við til at vinna gullkrónur til Føroya í stafettkappingum. Besta úrs­litið síðani 1985 í ein­ stak­linga kapping var í 1991, tá ið tað eydnaðist at vinna silvur í 200 metra firvalda svimj­ing. – Vit vandu einar tíggju ferðir um vikuna í Klaks­ vík, og tað var nógv, tá ið fót­bóltur, flogbóltur og hond­bóltur eisini vóru á skránni. Eftir at eg var farin undir lestur í Dan­ mark, vandi eg í eitt ár í felag á Frederiksberg. Tá var tað, at silvurkrónan í 1991 varð vunnin. So fór lest­urin við so nógvari tíð, at tað bar ikki til at venja, og síð­ani havi eg ikki gjørt so nógv við svimjingina. Tó so í fyrraárið royndi eg meg í Iron man kapping í Keyp­manna­havn, og tá var neyðugt at gera nógv við svimji­venjingina, sigur Elmar Ósá. joannes@sosialurin.fo 2015 Jersey 27.06. - 03.07. 2013 Bermuda 14 21 1296 13.07. - 19. 07. 2011 Isle of Wight 15 24 2311 25.06. - 01.07. 2009 Álandi 14 25 27.06. - 04.07. 2007 Rodos 14 25 30.06. - 06.07. 2005 Hetlandi 15 24 2400 09.07. - 15.07. 2003 Guernsey 15 23 2129 28.06.- 04.07. 2001 Isle of Man 15 22 2020 07.07. - 13. 07. 1999 Gotlandi 14 22 1858 26.06. - 02.07. 1997 Jersey 14 20 2000 28.06. - 04.07. 1995 Gibraltar 14 18 1214 15.06. - 22.06. 1993 Isle of Wight 14 19 1448 03.07. - 09.07. 1991 Álandi 13 17 1500 23.06. - 29.06. 1989 Føroyum 11 15 800 05.07. - 13.07. 1987 Guernsey 9 18 1049 10.09. - 17.09. 1985 Isle of Man 7 15 700 18.07. - 24.07. Ítróttar- greinar Oyggjalond Luttakarar Tíðarskeið Mynd: Álvur Haraldsen Elmar Ósá vann fyri tredivu árum síðani fyrsta føroyska heiðursmerki í Oyggjaleikunum