Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-02, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. februar 2015síða 22

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. februar 2015 · Nr. 13 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur – Tað kemur als ikki upp á tal, Vit góðtaka enn ikki grundgevingarnar hjá Kyndli og Hondbóltssambandinum, og her verður eingin dystur spældur fríggjadagin. Hetta er nú vorðið eitt prinsippmál, tí Kappingarnevndin eyðsæð ger mismun á liðum Vigdis Nolsøe, forkvinna í VB Lagt til rættis: Tróndur Arge Tyler Hamilton: Loyndarfulla kappingin Úr bókarúgvuni Hetta sigur ítróttarheimurin 5 skjótir Hetta er bókin, sum fekk spak­an undir Lance Arm­ strong og hansara doping veldið, ið her­skaði í eitt ára tiggju ella so. Tyler Hamilton greiðir í hesi bók­ini frá hvussu hann var við til at hjálpa Lance Armstrong upp á toppin um aldarskiftið. Loynidómurin er hart arb­eiði, segði Lance Arm­ strong, sjey­fald­ur Tour de Fran­ce vinn­ari, men tað pass­ ar ikki heilt. Heldur er tal­an um eitt loyni­fult dop­ing­veld­ ið, ið hevur Lance Arm­strong við róðrið. Her fært tú innlit í hvussu Lance Arm­strong snýtti all­an heim­in, hvussu hann hótti sín­ar lið­fe­lag­ar til at hoppa við upp á dop­ ing­vong­in, og hvussu hann royndi at hótta journ­al­ist­ar og onnur, sum settu spurn­ ar­tek­in við reinleikan hjá Lance Arm­strong. Bókin gevur eisini eitt innlit í súkkluheimin, sum álv­arsligar trupulleikar við dop­ing. Eisini fært tú innlit í hvat tað krevur, at blíva ein altjóða topp súkklari. Hendan bókin setti ferð á kava­rulluna, sum at enda kopp­aði Lance Armstrong. Hon er eitt søguligt element í ítr­ótt­ar­skriving, og Tyler Hamil­ton hevur uppiborið rós fyri at standa fram. Tað var ikki ókeypis! Les hana um... Les hana um: Tú hevur tað minsta áhuga fyri ítrótti, dop­ ing ella avdúkandi søgum. Ert tú eitt vet forvitin um hvussu dop­ing ella súkkluheimurin hong­ur saman, so er hetta bók­in. Ikki lesa hana um... Ikki lesa hana um: Um tú er ein Lan­ce Armstron fjeppari, og stend­ur við, at hann vann Tour de France sjey ferðir – fair! Hvussu er hon at lesa... Hvussu er hon at lesa: Fyri­ reika teg upp á at blíva vekk í nakr­ar dagar. Tú verður hál­að­ur inn í ein heim, sum skak­aði tey flestu. Ein heim har, doping er ein partur av ger­andis­degnum. Hvat sigur tú? Les hana. Eg havi lisið hana tvær ferðir nú, eftir at eg havi fing­ið meiri innlit í doping í súkkl­ing. trondur@sosialurin.fo Royn tína vitan um ítróttin her og nú! 1. Hvør vann Australien Open 2015 fyri menn? 2. Hvør vann kappingina hjá venjarafelagnum í Gundadali? 3. Hvør er í steypafinaluni hjá monnum í hondbólti? 4. Hvør er nýggjur hjálparvenjari hjá FC Suðuroy? 5. Hvør er HM vinnari í hondbólti? 6. Hvør er í steypafinaluni hjá kvinnum í hondbólti? 7. Hvussu eitur 21 ára gamli føroyski rennarin, sum hevur valt at gevast vegna skaða í rygginum? 8. Hvat fyri lið í Effo-deildini var ikki við til VVF-Cup? Svarini til Quizzin: 1: Novak Djokovic, 2: HB, 3: VÍF og Neistin, 4: Tórður W. Holm, 5: Frakland, 6: Kyndil og Neistin, 7: Marnar Djurhuus, 8: KÍ Svarini standa niðast á síðuni, men royn teg nú fyrst Í hesum táttinum umrøða vit ítróttarbøkur. Hetta eru bøkur, sum vit hava lisið og meiningarnar eru allar okkara egnu... Sitat úr ítróttarheiminum... 1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo og Sosialin nakað meir 4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast 6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við 8 røtt: Fantastiska flott, tillukku! Fimm skjótir spurningar til føroysk ítróttarfólk... FAKTA Tyler Hamilton súkklaði saman við Lance Armstrong í US Postal, tá hann náddi toppin í altjóða súkkling. Tyler Hamilton hevur síðani tikið frástøðu frá doping. Hann hevur verið ein lykil í próvførsluni móti Lance Armstrong, sum nú hevur játtað, at hann var dopaður øll árini hann vann Tour de France. ★★★★★★ 1: Hvat var hæddarpunktið í 2014 og hví? At vinna Føroya Steraksta Man 2015. Tí ítrótturin hevur fylt størsta partin av lívinum hjá mær í yvir tvær ár, og so er tað tað fyrsta gullmerki eg havi vunnið í nøkrum ítrotti. 2: Hvat var tað ringasta í 2014 og hví? At Mikkel Hansen og Jákup Súni Berg ikki fingu luttikið í lið­kappinigin millum Før­oy­ ar og Dansmark tann 6. des­ emb­ er. Og so, at eg fekk null stig til squat greinina í FSM, størsta skommin eg havi følt í langa tíð. 3: Havt fyri mál hevur tú sett tær fyri 2015? At endurvinna FSM, og so at betra meg sum sterkman, so eg kann koma út um land­ odd­ar­nar at kappast. 4: Hvat gleðir tú teg mest til í 2015? Til næstu kapping líkamiki hvør hon so er. Eg elski at kapp­ast! 5: Hvør er tín ítróttarliga fyrimynd? Havi tveir. Regin Vágadal, ið er sterkasti maður í Føroyum nakr­antíð. Og Zydrunas Sa­ vic­kas, sum er sterkasti mað­ ur nakrantíð. Navn: Bjarni Nielsen Føddur/Aldur: 17-05: 1988 / 26 ár Ítróttargrein: Sterkmađur – Jóhan er eitt risa talent og er heilt víst framtíðarmaðurin á høgra vongi hjá danska landsliðnum. Fyrrverandi danski landsliðsvongrin og nú viðmerkjarin hjá TV2, Lars Christiansen, um Jóhan á Plógv Hansen. – Næsta stigi hjá okkum má verða at fáa eina fótbóltshøll. Hygg bara eftir umstøðunum her í dag. Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommuni, tá hann handar HB VVF steypið til ognar í kavan á Tórsvølli