Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-02, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. februar 2015síða 23

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 2. februar 2015 · Nr. 13 ítróttur H ondbóltstrætan millum Kyndil, VB og Hondbóltssambandið fór fullstendiga av sporinum. Tað fór so langt at sporinum, at tað endaði við, at VB royndi at skjóta seg sjálvan í fótin, meðan Kyndli fekk ein frammaná á PR avdeilingini. Tað stutt av tí langa er, at dysturin skuldi aldrin verið lagdur ein gerandisdag. Tað veit HSF væl av. Annars høvdu teir aldrin tikið eina so ópopulera avgerð, sum at flyta dystin, tí at kalla alt Føroyar helt við VB í trætuni. Kyndil byrjaði við at gera tveir brølarar. Tey vóru ov sein úti við boðunum um, at tey ikki ynsktu at spæla í Vági ein gerandisdag, og serliga ikki sama dag, sum mansliðið spældi í Vestmanna. Brølari nummar tvey átti Andrias F. Hansen, venjari hjá Kyndli, tá hann í ítróttartíðindunum í Kringvarpinum fór at brúka argumentir sum barnagentir og mista arbeiðis- og skúlatíð sum umbering. At brúka slík argumentir móti VB gevur ikki nógva meining, og tað gekk heldur ikki long tíð, so var øll vágsbygd á gosi. Hetta hevur jú verið gerandiskostur fyri VB í fleiri ár. Tá fyrst alt var á gosi í Vági, so vendist ikki aftur. Kyndil skuldi ikki fáa rætt í síni kæru, og so fór VB at skjóta seg sjálvan í fótin. VB skal minst møguligt spæla mitt í viku. Tað bleiv samtykt á HSF fundi so seint sum í oktober í fjør, er mær fortalt. Hetta fyri nettup at tryggja VB móti at missa arbeiði, skúla og skula finna barnagentir. VB stóð fast við sítt, men argumentini hjá teimum vóru nú í veruleikanum vend móti teimum sjálvum. Vit at tvinga Kyndil suður ein gerandisdag, so leggja tær upp fyri, at tær kunnu spæla avgerandi dystir norðanfyri gerandisdagar eina aðru ferð. VB er jú partur av hesum dystunum hvørja ferð, so í miðal er tað ein vansi fyri VB annan hvønn dyst. Eftir stendir eitt gott argument, sum er burturblivið í øðrum vánaligum argumentum, øsing og einum prinsippmálið, sum ikki gangar nøkrum. Tað stutt av tí langa er, at VB skal minst møguligt – helst aldrin – spæla gerandisdagar. Tí gevur tað lítla meining at leggja ein av týdningarmiklastu dystunum ein gerandisdag. Eina seinnu hálvfinalu í setypakappingini. Hevði Kyndil sagt frá alt fyri eitt, brúkt røttu argumentini, VB ikki gjørt tað til eitt prinsippmál, so trúgvi eg at ein loysn hevði verið funnin í sátt og semju frá byrjan. Eitt uppskot til HSF og feløgini er, at komandi seinnu hálvfinalur verða spældar um vikuskifti, og helst soleiðis, at tær ikki eru í senn. Hetta ger, at hondbóltsáhugaði kunnu fara til fleiri dystir, og fjølmiðlarnir kunnu dekka hvønn einasta dyst við fullari megi. Annars haldi eg At spælararnir hjá bæði VB og Kyndli skulu hava rós fyri atburðin á vøllinum til hendan umstrídda dystin. Hvørki av liðnum lat seg ávirka av umstøðinum á ein negativan hátt. Tey, sum væntaðu ein harðligan og óndan dyst, fóru vónbrotin heim. Hinvegin var talan um spennandi dyst í góðum ítórttaranda. Bæði á og uttanfyri vøllin. Heðin Mortensen, borgarsstjóri í Havn, hevur nú sett innandura fótbóltshøll á skránna. Tað gjørdi hann, tá hann handaði steypið í VVF Cup, sum var í Gundadali leygardagin. Sum eg havi skrivað í klummuni fyrr, so er tað næsta stigi í føroyskum fótbólti. Tað er ein mánaði til landskappingin byrjar, og framvegis ber ikki til at venja fótbólt vegna verður. Heðin, koyr á! Argumentið sum bleiv vekk Ítróttar klumman Tróndur Arge Gull, gull, silvur og bronsu Lars Christiansen væntar nógv av Jóhan á Plógv Føroyskir ungdómar hava ver­ið á stevnu í frælsum ítr­ótti í Reykjavík um viku­ skiftið. Treystið, Hvirl­an og Bragdið, høvdu sent fólk av­ stað, men veð­ur­trup­ul­leik­ar gjørdu, at tey bæði seinni nevndu feløgini gjørdust nak­að seinkað og komu ikki til Reykjavíkar fyrr enn leyg­ ar­morg­unin. Katarina Høj gjørdi veru­ liga um seg. Umframt at seta nýtt persónligt met og vinna gull á 800 metrateininum leyg­ar­dag­in, kláraði hon eis­ini oyggjaleikakravið. Tíð­in hjá Katarinu varð 2.16,44, meðan kravið júst er hækkað úr 2.25 til 2.20. Hon var tíð væl innanfyri krav­ tíð­ina, og hevur vunnið sær rætt at umboða Føroyar á Oyggja­leik­un­um í Jersey. Sunnu­dag­in vann hon gull á 1500 metrateininum, setti nýtt persónligt met við tíð­ ini 4.52,39, sum eisini var væl und­ir oyggjaleikakravið á 5.00 minuttir. Niklas Kruse hevði eisini eitt gott vikuskifti. Hann setti persónligt met bæði á longd­ar­lopi og 200 metrar inn­an­dura r­enning. Margit W. Frímundsdóttir setti eisini per­són­ligt met í 200 metrar inn­an­dura renning. Rúni Seloy hevði longu klár­að kravtíðina til Oyggja­ leik­ir­nar. Tað gjørdi hann sein­asta vikuskiftið á stevnu í Malmö. Hann betr­ aði tó um tíðina og sett nýtt føroyskt innandura met á 800 metrum, við tíð­ ini 1.56,51. Hetta var gott nokk til at vinna honum eitt bronsuheiðursmerki í Reykja­vík. Steingrímur Hallson sett per­són­ligt met á 400 og 800 metr­um, meðan Steintór Eg­holm vann silvur á 800 metra­tein­inum í bólkinum dreing­ir 15 ár. Steintór Eg­ holm setti eisini persónligt met á 400 metrum, við tíðini 54.99. sosialurin@sosialurin.fo Í samband við HM enda­spæl­ ið í hondbólti í Katar, hevur TV2 spurt tríggjar danskar við­merkjarar hvørjar fimm spæl­arar teir vænta, vit kunnu síggja á danska lands­ lið­num í framtíðini. Lars Christi­an­sen hevur føroyska Jó­han á Plógv Hansen mill­ um sínar fimm. – Jóhan er eitt risa tal­ ent og er heilt víst fram­tíð­ ar­maðurin á høgra vongi, sig­ur Lars Christiansen um føroyska vongi, ið kann spæla á danska landsliðum. Lars Christiansen er ikki hvør sum helst í donskum hond­bólti. Hann er tann spæl­ar­in, sum hevur skotið flest mál fyri Danmark í søg­ uni. Hann skoraði ikki færri enn 1.503 mál í 338 lands­ dystum. Hann spældi sjálv­ ur á vonginum í týska Flens­ burg- Handewitt frá 1996 til 2010, áðrenn hann gavst í 2012. trondur@sosialurin.fo