Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-02, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. februar 2015síða 29

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum nr. 1 I 2. februar 2015 – Í mínum høvdi er eingin avmarking, tá tað snýr seg um, hvat skal bera til og ikki. Um tú vilt gera nakað, so er bara at herja á, sigur Poul Michelsen, sum hevur verið bæði vinnulívsmaður og politikari í áravís. – Tað passar mær øgiliga væl at vera uppi í politikki eisini, tí eg havi altíð blandað meg upp í alt millum himmal og jørð Poul er ikki liðugur enn Profilurin: Poul Michelsen Tekst og myndir: Hilmar Jan Hansen að er neyvan at taka munnin ov fullan, tá sagt verður, at Poul Michelsen er ein av frægastu vinnulívsmonnum, sum eru í land­inum. Hartil er hann kendur frá bæði kommunal- og landspolitikki, umframt at hann frá ungum árum gjørdi vart við sum serstakliga íðin ítróttarmaður í fleiri grein­um. Sín uppvøkstur hevði hann mitt í Havnini, í C.Pløyensgøtu, og hann hevur síni 70 ár ongantíð búð nakra aðrastaðni enn í Havn. Poul tók realprógv í 1961 og fór síðani í læru hjá Balslev, har hann fyrst fekk skriv­stovu­útbúgving og síðani eisini prógv sum bókhaldari. – Tá eg arbeiddi hjá Balslev, hevði fyri­ tøkan bæði timburdeild og heilsølu, men í 1969 slepti Balslev slepti heilsøluni, og tá vóru vit tríggir í fyritøkuni, ið valdu at taka júst tann táttin upp. Tað vóru Kartni Winther, Torbjørn Sørensen og eg, ið vóru saman um heilsøluna Kartni Winther & Co. Men eg hevði alla tíðina ein dreym um at byrja fyri meg sjálvan, greiðir Poul Michelsen frá. – Tankin hjá mær var alla tíðina at byrja fyri meg sjálvan við eini heilsølu, sum skuldi selja feskar kjøtvørur, ost, frukt, grønmeti, viðskera, mjólkarúrdráttir og líknandi. Eg byrjaði í 1974 saman við Sólrun, konu míni, heima í kjallaranum hjá okkum sjálvum í Gunda­dali, umframt at vit fyri ein part eisini húsaðust á Fiskasentralinum, áðrenn vit í 1979 fluttu heilsøluna niðan á trøðna hjá abba mínum, har talan ta fyrstu tíðina var um ein 700 fermetra stóran bygning. Tá var hetta langt uttan fyri býin, men í dag er bygningurin bara ein av fleiri øðrum í grannalagnum, har bygt er í allar ættir. Eisini eru fleiri útbyggingar farnar fram ígjøgnum árini, so bygningurin hjá Poul Michelsen í dag er nógv størri, umframt at onkur bygningur í grannalagnum er keyptur aftrat, so talan nú er um fleiri túsund fer­ metrar, ið fyritøkan hevur til taks til alt tað virksemi, talan er um. – Hesi árini havi eg havt mína dagligu gongd á sama stað, har vit sum smádreingir onkun­tíð plagdu at spæla, tá vit vóru á trøðni saman við pápa mínum. Men alt hetta við seyði og hoyggi hevur ongantíð sagt mær nakað, so tá eg skuldi koma á trøðna at virka, mátti tað so bara vera við hesum í staðin. Traðarmaður bleiv eg ongan­tíð, men á trøðni bleiv eg so verandi, sigur Poul. Vaglið og Løgtingið Eftir at hava arbeitt í heilsøluvinnuni í eini 15 ár, harav tey sjey sum sjálvstøðugur, fór Poul Michelsen í 1980 upp í kommunal­ politikk, tá hann stillaði upp til býráðsvalið í Havn og kom inn. framhald...