Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-02, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. februar 2015síða 30

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 nr. 1 I 2. februar 2015 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum Ongantíð hevur hann spart seg, tá tað hevur snúð seg um at gingið undan, so hann kom beint inn á Vaglið sum borgarstjóri í høvuðs­staðnum, og fýra ár seinni stillaði hann eisini upp til løgtingsvalið og kom á ting fyri fyrstu ferð í 1984. – Sjálvandi var tað áhugavert og spennandi at vera býráðsformaður í Havn, tí har vóru nógvar og stórar útbyggingar á skránni, so sum vatnverkið, nýhavnin, ringvegurin, nýggjar útstykkingar, brennistøðin og annað aftrat. Sjálvur ætlaði eg ongantíð at sita í meira enn tvey skeið, altso átta ár, men tá fíggjar­kreppan kom við sínum stóru avbjóð­ ingum, ið kravdu álvarslig inntriv, valdi eg at taka eina setu aftrat, sigur Poul. Tað skuldi eisini vísa seg, at samfelagið stóð fyri stórum avbjóðingum, tí inntøkurnar hjá Tórshavnar kommunu minkaðu úr 180 niður í 120 milliónir krónur, samstundis sum eingin arbeiðsloysisskipan var komin, ið kundi lofta teimum, sum fóru beint út í arbeiðs­loysi við ongari løn. – Tað skerst ikki burtur, at eg lærdi øgiliga nógv hesi árini á Vaglinum, tí eg fekk at síggja, at medaljan altíð hevur tvær síður, og at tað er í so lætt at billa sær sjálvum inn, at øll hava tað so gott. Hjá mongum er veru­ leikin tíverri ein heilt annar, og hetta er nakað av tí, tú finnur útav, tá tú situr í einum slíkum starvi. Men eg má so eisini siga, at ikki minst tann daprari parturin av starvinum gav mær lær­dóm fyri lívið, sigur hann. Sum sagt, fór Poul Michelsen eisini upp í landspolitikk og sat fyrst á tingi frá 1984 til 1990, og kom so aftur á ting í 2002 og hevur havt sæti í løgtinginum síðani. Upprunaliga var hann bæði í býráðspolitikki og lands­ politikki uppstillaður fyri Fólkaflokkin, men í 2011 bleiv hann stigtakari, viðstovnari og for­maður í nýggja flokkinum, Framsókn, sum fekk tvey umboð valt á ting í 2011, men síðani á heysti 2012 hevur Poul verið einasta umboð fyri Framsókn á tingi. Donsk kapping Fyri at venda aftur til vinnuliga virksemið, so er fyritøkan hjá Poul Michelsen við ár­ unum blivin ein konsern, ið fevnir um fleiri tættir. Enntá hevur talan verið um virksemi uttanlands, men nú verður dentur lagdur á bara at hava virksemi í Føroyum, og sjálvur heldur Poul tað hava stóran týdning at halda fast í sjálvt kjarnuvirksemið. – PM Heilsølan er grundvirksemið hjá okkum, tí tað er tað, sum vit byrjaðu við í síni tíð. PM hevur tilsamans umleið 5.000 fermetrar undir taki, sum er sjálvur heilsølu­bygningurin. Vit eiga ikki nakran detail­handil, men eru neutral og selja til øll handlandi. At vit allan vegin ígjøgnum eru trúgv ímóti tí konseptinum, sum vit byrjaðu við, hevur nógv at siga fyri okkum, sigur hann. – Tíbetur hevur tað eisini verið rætta leiðin hjá okkum at gingið, tí øll árini hava vit havt støðuga framgongd. Fyritøkan hevur hvørt einasta ár havt svørt tøl á botnlinjuni, og hóast vit – sum øll onnur handlandi – hava mist pengar, hava vit ongantíð havt undirskot. Hava vit havt brúk fyri at roynt okkurt annað, so hava vit havt onnur feløg til tað, tí altavgerandi er, at grundvirksemið sleppur at hvíla í sær sjálvum. Hinvegin, so hava vit alla tíðina lagt dent á at endurnýggjað okkum, men framvegis uttan at kollvelta nakað. Tað, sum PM Heilsøla leggur dent á, er fyrst og fremst køl, frost og catering, og tað fevnir um viðskera, frystar vørur, frukt, mat til stór­køkar og líknandi, og hinvegin ger heil­sølan einki við havragrýn, mjøl, sigarettir, góð­gæti og líknandi vørur. – Marknaðurin er sjálvandi merktur av prísi og kapping, men nokk so áhugavert er, at okkara størstu kappingarneytar eru ikki aðrar føroyskar heilsølur, men hinvegin danskar heilsølur. Tær eru upp á nógvar mátar bæði størri og sterkari enn vit, og tað er teim­um, vit eru uppi ímóti, tí tær eiga meira enn helvt­ina av tí, sum verður selt í Føroyum, sigur Poul Michelsen. – Har eru tað FDB hjá keypsamtøkunum og Supergros, ið standa fyri meira enn helvtini, og so er Rema 1000 eisini komið til Føroyar. Okkara føroysku kappingarneytar eru so Poul Hansen, Kjølbro, Damfar, Lands­ handilin og onkrar smærri heilsølur, men størsta avbjóðingin kemur altso uttanífrá. Fjølbroytt virksemi Samlaða virksemið hjá Poul Michelsen fevnir vítt, men sum sagt, so hevur tað enn­tá eisini verið uttan fyri landoddarnar, har talan hevur verið um danska felagið Atlantic Partner, sum PM nú bara eigur 25 prosent av, tí selt er burturav. Poul Michelsen er enn nevndar­for­ maður, men danski samstarvsfelagin hevur yvirtikið ein part av partabrøvunum, so tað virksemið í dag er uttan fyri sjálva kon­ sernina. – Vit keyptu so eisini ISS, sum er tað sama sum tað danska ISS, og stendur fyri reingerð og matgerð. Tað bleiv til Skimma, sum Niels Mortensen átti, men sum vit síðani yvirtóku fyri fýra árum síðani, tí tað riggaði væl til tað virk­semi, vit høvdu frammanundan. Hetta er so tað, sum í dag eitur PM Pluss, sigur Poul Michelsen. – Fyri seks árum síðani keyptu bygningin, har Gummibátatænastan helt til, og har heldur so PM Pluss til nú. Uppgávan er líka­ sum í trimum, tí fyrst er tað ein deild fyri ídnað, so sum flakavirki, portionering av laksi og líknandi, ein deild fevnir um skrivstovur, handlar og stovnar, og so er tað matdeildin, ið fevnir um skúlamat, mat til kantinur og líknandi. Haraftrat er so eisini Atlants Flutningur, sum eru teir eyðkendu gulu bilarnir, ið hava flutning fyri PM og MBM, umframt at teir eisini koyra fyri Føroya Keypsamtøku og Mikla­garð, tá talan er um vørur, sum skulu vera í køli, men sum hesar fyritøkur ikki hava Profilurin: Poul Michelsen Tað passar mær øgiliga væl at vera uppi í politikki eisini, og eg havi altíð blandað meg upp í alt millum himmal og jørð. Og eg eri ikki liðugur at blanda meg uppí enn, tí eg havi tað soleiðis, at tá eg nú havi nakrar lívsroyndir, so mugu tær gjarna koma øðrum til góðar, um tað ber til framhald... Poul er orðblindur Hann hevur rikið egna fyritøku í meira enn 40 ár, verið løgtingsmaður í næstan 20 ár og sitið sum borgarstjóri í høvuðsstaðnum í 12 ár, men allíkavæl uttan at hava havt tær allarbestu fortreytirnar, tí ein nokk so grundleggjandi forðing hevur fylgt honum øll árini, líka frá barnaárum av. – Ja, eg eri orðblindur, so tað hevur ikki altíð verið so lætt at komið ígjøgnum tær mongum avbjóðingar, lívið hevur havt við sær. Eg kláraði slett ikki barnaskúlan og bleiv ikki roknaður fyri tað stóra, men kom tó í øllum góðum ígjøgnum realskúlan, tí har dumpaði eingin allíkavæl. Í so máta hevur tað mangan verið øgiliga trupult hjá mær, ásannar Poul Michelsen. – Eingin hevur sagt nakað við meg um tað, og við árunum er tað altso blivið betri, tí eg havi dugað betur at analyserað tað, sum eg havi lisið, og eg havi við tíðini lært meg at koma ígjøgnum ein tekst, uttan at missa meiningina við honum. Men tað er altso nakað, eg havi verið noyddur at bart meg ígjøgnum sjálvur, og eg kann í dag siga, at eg mestsum bara dugi tað, sum eg havi lært meg sjálvan. Men fyri tað um Poul Michelsen ikki hevði so lætt at koma ígjøgnum skúlan, tí orðblindni forðaði honum, hevði hann afturfyri aðrar dygdir, ið gjørdu tað møgu­ ligt hjá honum at stíla høgt og at gera vart við seg. Enntá so væl, at Poul eigur tíggju­tals føroyameistaraheiti innan bæði borð­tennis, badminton og fótbólt. – Ítrótturin bleiv tað, sum lyfti meg upp og gjørdi, at eg bleiv eitt sindur menskari, og soleiðis hevur tað verið frá fyrsta degi. Eg minnist væl, at Martin Holm tók og lyfti meg upp mitt í kommunuskúlagarðinum og rósti mær: »Hyggið her, hetta er skyld­ maðurin hjá mær, sum bleiv føroya­meistari í gjár,« minnist Poul. – Tí var ítrótturin ein nýggj verð, sum opnaðist fyri mær, og tann vegin fekk eg bæði áræði og viðurkenning. Eisini er tað ítrótturin, sum hevur givið mær viljan til at røkka teimum málum, eg havi sett mær. Eg veit satt at siga ikki, hvat fyri amboð eg annars skuldi havt, um eg ikki hevði havt ítróttin.