Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-02, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. februar 2015síða 38

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 nr. 1 I 2. februar 2015 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum Eyðun og Atli ársins leiðarar ríggjadagin var Ársins leiðara­ dagur hildin fyri 11. ferð á Hotel Føroyum, sum Synergi skripar fyri. Og sum siður er, so endaði dagurin við, at ársins leiðarar vórðu avdúkaðir, Innan tað almenna gjørdist Eyðun Mørkøre frá TAKS Ársins leiðari 2015. Dómsnevndin sigur í síni grundgeving: – Eyðun hevur gjørt TAKS til ein modernaðan og tænastusinnaðan stovn við góðum um­ dømi. – Stovnurin er blivin sjónligari við fleiri góðum átøkum, har hann á skynsaman hátt fyrisitur lógargrundarlagið hjá TAKS – Hann hevur ment samskiftismøgu­leikar­ nar við kunningartøkni, so tað er einfalt og lætt hjá viðskiftafólki at avgreiða síni viður­ skifti. – Eyðun er ein dugnaligur og fyrikomandi stjóri, ið tekur ábyrgd og tryggjar, at stovn­ urin er eitt gott og mennandi arbeiðs­pláss, har starvsfólkið trívist. Innan tað privata gjørdist Atli Gregersen frá HiddenFjord Ársins leiðari 2015. Dómsnevndin sigur í síni grundgeving: Ársins privati leiðari Atli Gregersen, HiddenFjord: – Atli er ein dugnaligur og framskygdur vinnulívsmaður. – Hann hevur gingið á odda fyri at skapa góðar vinnuligar og umhvørvisligar karmar fyri alivinnuna. – Atli er tilvitaður um at framleiða mat­ vøru av høgari góðsku til kræsnar gómar kring allan heimin. – Hann hevur eitt gott orð á sær sum ein starvs­fólkaleiðari, ið við átøkum skapar trivna fyri arbeiðsfólkið. Øll kunnu tilnevnda kandiatar til heiðurin, ein dómsnevnd tekur endaligu avgerðina. Í dómsnevndini sita Jóannes Jacobsen, Fróð­skaparsetur Føroya, Gunnleyg Durhuus, sjálv­støðug vinnurekandi og Ragnar Joensen, Marine Harvest. F Atli Gregersen, stjóri á HiddenFjord og Eyðun Mørkøre, stjóri á Taks fingu fríggjadagin heiðurin sum ársins leiðarar 2015 Eirikur Lindenskov, Myndir: Álvur Haraldsen TOPP 3 kandidatar til Ársins leiðarar: Tríggir persónar vóru í uppskoti til at gerast ársins leiðarar ávikavist innan tað privata og tað almenna 2015. Tað er dóms­ nevndin, sum skal velja ársins leiðarar, sum eisini hevur gjørt av, hvør ið inn­ stillaður er. Í alfabetiskari raðfylgju Topp 3 kandidatar innan tað almenna: • Eyðun Mørkøre, TAKS • Guðrið Højgaard, Visit Faroe Islands • Magni á Deild Olsen, ALS Top 3 kandidatar innan tað privata: • Atli Gregersen, HiddenFjord • Fróði Magnussen, Formula • Mourits Mohr, MEST og PAM Offshore Magni á Deild Olsen, stjóri á ALS, Eyðun Mørkøre, stjóri á Taks og Guðrið Højgaard, stjóri á Visit Faroe Island vórðu innstillað til heiðurin sum Ársins almenni leiðari. Eyðun Mørkøre dró longsta stráið Mouritz Mohr, stjóri á Mest, Atli Gregersen, stjóri á HiddenFjrod og Fróði Magnussen, stjóri á Fomula, vórðu innstillaðir til heiðurin sum árins privati leiðari. Tann heiðurin fekk Atli Gregersen Tað var á Ársins leiðaradegi hjá Synergi, sum varð hildin á Hotel Føroyum fríggjadagin, at ársins leiðarari vórðu heiðraðir