mánadagur 2. februar 2015síða 37
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
nr. 1
I
2. februar 2015
hevur ligið frammi fyri almenninginum í
seks vikur og tað var ikki ein tann einasta
viðmerking frá almenninginum.
– Vit hava viðgjørt spurningin um at
byggja út á Sundi, á Glyvursnes og í Kolla
fjørði, men avgerðin fall á Skansabryggjuna,
tí tað er tað besta staðið.
Byggja vit ikki Skansabryggjuna út,
verður tað tann vissi deyði hjá Havnini,
sigur hann.
Hann vísir á, at sterkar kreftir arbeiða
fyri at flyta alt virksemið inn á Skálafjørð
og hendir tað, verður ógvuliga fátæksligt
í Tórshavnar Kommunu, tí havnarlagið
skapar so nógv arbeiðspláss og inntøkur til
kommununa.
Fáa tvær ferðir so
nógv fyri sama prís
Vit hava skyldu at kanna allar møguleikar, áðrenn vit
seta gongd á eina útbygging fyri eina hálva milliard
Áki Bertholdsen
it kunnu ikki seta sjøtul á
eina útbygging fyri eina hálva
milliard, áðrenn vit hava
kannað allar møguleikar.
Tað staðfestir Jákup Dam,
býráðslimur fyri Tjóðveldi,
og limur í vinnunevndini hjá
Tórshavnar Býráð.
Hóskvøldið samtykti meiri
lutin í býráðnum at játta seks
milliónir til at projektera arbeiðið at byggja
Skansabryggjuna út.
Men Tjóðveldi vil hava býráðið at kanna
aðrar møguleikar, áðrenn borðið fangar og
hol verða settar á eina útbygging fyri eina
hjálva milliard.
Jákup Dam er greiður yvir, at kanningar
eru gjørd á Sundi. Men tær eru næstan 20
ára gamlar og eru gjørdar við útgangsstøði í
einum aðrari útbyggingarætlan, sigur hann
Men Tjóðveldi hevur nú lagt eina nýggja
ætlan fram um havn á Sundi og tey halda, at
Tórshavnar Býráð kann ikki loyva sær at sópa
tað av borðinum, uttan at kanna tað út í æsir.
– Vit tosa um eina íløgu upp á 500
milliónir og tí hava vit skyldu at kann allar
møguleikar, sigur hann.
– Og tað, vit mæla til, er, at okkara nýggja
uppskot verður kannað, fyri at vita um tað ber
til, sigur hann.
Hann er greiður uvir, at súðurin á Sundi er
tann stóri trupulleikin, men hann heldur, at
tann trupulleikin er loystur við hesum nýggja
uppskotinum, Tjóðveldi hevur lagt fram.
– Vit vita væl, at høvuðstrupuleikin á
Sundi er súður og fortreytin fyri at gera eina
havn har, er, at vit fáa beint fyri honum.
Tað er bara á heilt ávísum ættum, at súður
er ein trupulleiki á Sundi og vit eiga at kanna
um tað ber til at loysa tann trupulleikan, sigur
Jákup Dam.
Fáa vit bast bast súðinum, er Sund besta
staðið at leggja eina nýggja havn, leggur hann
afturat.
Hann nevnir, at ein fyrimunur er, at
farmahavnin verður flutt út um Havnina og
tað er soleiðis, tað verður gjørt í øðrum býum,
leggur hann afturat.
Harafturat liggur ein havn á Sundi, ikki
opin fyri havinum, men tað er Skansabryggjan
á tveimum ættum.
Tvær ferðir so nógv
Jákup Dam sigur, at verður bygt út á Sundi,
fáa tey ein bryggjukant á 1400 metrar, sum
er tvær ferðir so nógv, sum tað fáast við at
byggja Skansabryggjuna út.
Men á Sundi eru eisini at kalla óavmark
aðir møguleikar at byggja út og har ber til
at fáa tríggjar kilometrar av bryggjukanti,
akkurát sum einki.
– Hvat gera vit á Skansabryggjuni um 30-
40 ár, tá ið tað verður ov trongt har? Skal so
farast longur fram við landi úti við Strond, so
at tað verður ein langur bryggjukantur.
– Sum fólkavald hava vit skyldu at kanna
allar møguleikarnar, leggur hann afturat.
Tað verður ofta ført fram, at tað eru eini
700 arbeiðspláss knýtt at góðshavnini.
– Ein havn er á Oyrareingjum. Hon er
rokað við bingjum, men tey, sum arbeiða har,
kunnu teljast á einari hond. Ein góðshavn
krevur nógv pláss, men ikki so nógv fólk,
sigur Jákup Dam.
Stuttskygd vandalisma
Marin Katrina Frýdal heldur, at tað tað er
stuttskygd vandalisma at byggja Skansa
bryggjuna út.
Hon saknar, at ein heildarætlan verður
gjørd, har mett verður um ferðslu, gongdina í
fólkatalinum og so framvegis.
– Í hesum sambandi hevur meirilutin í
býráðnum frammanundan tikið eina politiska
avgerð um, at hetta er tað einasta, sum ber til,
uttan at kannað aðrar møguleikar.
Jógvan Arge úr Tjóðveldi staðfestir, at
meirilutin hevur start seg blindan upp á
Skansabryggjuna.
Men hann skilir ikki, at meirilutin kann
samtykkja at fara undir projekteringina,
áðrenn landsstýrið yvirhøvur hevur góðkent,
at byggisamtyktin verður broytt, so at havnin
kann byggjast.
V
20
30
90
50
40
80
60
70
100
5
160
140
130
120
190
110
10
45
25
35
55
170
15
5
110
180
130
120
140
110
160
150
170
15
-5
-35
-30
-25
-20
-15
-10
-40
-45
-5
Dýpi: 12.5 m -15 m
Møguleiki fyri portali til undirsjóvartunnil
Tey trý, sum umboða tjóðveldi í Tórshavnar Býráð, halda, at tað ber ikki til at
seta hol á eina útbygging fyri eina hálva milliard, fyrrenn allir møguleikar eru
kannaðir. Sjálvi hava tey lagt eitt uppskot fram um eina havn á Sundi, sum
verður áleið eftir hesi tekningini. Men tað varð sópað av borðinum
– Verður Skansabryggjan bygd
út, verður tað ein sólskinssøga,
sigur Sjúrður Olsen, sum her
heldur røðu í býráðnum til
frama fyri útbyggingina, ímeðan
Jákup Dam og Marin Katrina
Frýdal úr Tjóðveldi, lýða á