mánadagur 2. februar 2015síða 36
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
nr. 1
I
2. februar 2015
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
etta verður ein sólskinssøga!
Sjúrður Olsen, formaður í
vinnunevndini hjá Tórshavnar
Býráð, er onga løtu í iva, tá
ið hann umrøður ætlanina at
byggja Tórshavnar Havn, út.
Hóskvøldið játtaði Tórs
havnar Býráð seks milliónir
krónur til at projektera ar
beiðið at byggja Tórshavnar
Havn út fyri 450 milliónir krónur.
Samstundis hevur býráðið samtykt byggi
skránna fyri verkætlanina.
Afturfyri hesa íløguna, fáast 700 metrar av
bryggjukanti og 170.000 fermetrar av plássi til
bingjur, pakkhús, og aðrar byggingar.
Dýpið verður 15 metrar, so hon tekur tey
størstu skipini.
Býráðslimir eru ikki samdir um ætlanina, tí
Tjóðveldi vil hava, at møguleikarnir at byggja
eina stóra farmahavn á Sundi ístaðin, verða
kannaðir, áðrenn endalig støða verður tikin.
Ber ikki til
Men meirilurin í Tórshavnar Býráð, sópaði
uppskotið frá Tjóðveldi um at kanna umstøð
urnar at byggja út á Sundi, av borðinum.
Sjúrður Olsen sigur, at viðurskiftini á
Sundi eru kannað væl og virðiliga, og niður
støðan er, at har er so nógvur súður í sjónum,
at har fæst ikki ein brúkilig Havn, fyrrenn ein
moli upp á 600 metrar er gjørdur út á hálvan
Kaldbaksfjørð, har tað er rættiliga djúpt.
Sjúrður Olsen sigur, at øll loyvi til at
byggja skansabryggjuna út, eru fingin til vega.
Fólk, sum hava funnist at ætlanini, hava
ført fram, at tað er skeivt at byggja eina
farmahavn beint frammanfyri Skansan, sum
er eitt av okkara fremstu fornminnum, tí tað
fer at byrgja hann inni.
– Vit hava tikið tey atlit til Skansan, sum
vit eiga at taka, sigur Sjúrður Olsen.
Bygt verður ikki frammanfyri Skansan, tí
har skal ein bátahavn verða. Nýggja havnar
lagið verður 50 metrar leyst frá fjørðini niðan
fyri Skansan.
Einasta kanningin, sum er eftir at gera, eru
nakrar kanningar, Umhvørvisstovan vil hava
um fuglalív á Skansanum og lívið á botninum
uttanfyri Skansan.
Tær kanningarnar verða gjørdar í mars,
men tær hava ikki steðgandi virknað, sigur
Sjúrður Olsen.
Umframt bátahavnina, er ætlanin at gera
Skansin til eitt sjáldsama vakurt og hugnaligt
stað fyri býin og Føroyar. Har skulu fólk
kunna vera undir hugnaligum umstøðum,
tí útbyggingin fer á ongan hátt at skemma
Skansan.
Og Sjúrður Olsen og Heðin Mortensen,
borgarstjóri, leggja ikki fingrarnar ímillum, tá
ið teir skulu meta um týdningin av at byggja
havnarlagið út.
– Hendan útbyggingin verður grundarlagið
undir framtíðini hjá Tórshavnar Kommunu,
staðfesti Sjúrður Olsen.
– Vit kunnu hyggja eftir, hvussu fólkatalið
í Havnini er vaksið, so hvørt sum havnarlagið
er bygd út, leggur hann afturat.
– Tí hevur tað øgiliga stóran týdning fyri
Havnina at byggja Havnarlagið út og hetta fer
at verða ein sólskinssøga, sigur formaðurin í
vinnunevndini.
Kunnu steðga
Hann sigur, at Landsbyggifelagið vildi upp
runaliga hava góðar átta milliónir fyri at
projektera arbeiðið, men at býráðið hevur
togað seg niður á ein prís upp á 5,4 milliónir.
Samstundis er tað avtalað, at stingur
okkurt serligt seg upp, kann býráðið steðga
arbeiðnum, nær tað skal vera og so verður
bara goldið fyri tað arbeiðið, sum er gjørt.
Hann leggur afturat, at nógv fakfólk hava
verið uppi í hesi ætlanini og at allar neyðugar
kanningar eru gjørdar.
Sjúrður Olsen hevur fleiri atfinningar
ímóti at byggja út á Sundi.
Tað fer at krevja seks milliónir kubikk av
gróti, men skal dúvast uppá at fáa grót úr
Eysturoyartunlinum, sum Tjóðveldi ætlar,
gevur tað bara slakar tvær milliónir kubikk av
gróti. Og samstundis verður upplandið væl
minni enn á Skansabryggjuni.
Skansabryggjan fer at krevja fýra milliónir
kubikk.
Vissi deyði
Heðin Mortensen, borgarstjóri, vísir á, at øll
verkætlanin at byggja Skansbryggjuna út,
H
Verður Tórshavnar Havn ikki bygd út fyri hálva
milliard, fer høvuðstaðurin at steindoyggja
Tekst og mynd: Áki Bertholdsen
Skansabryggjan
Einasti
møguleiki
at bjarga
Havnini