mánadagur 2. februar 2015síða 35
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
nr. 1
I
2. februar 2015
Verandi havn ikki
framtíðartrýggjað
Jóhanna á Bergi, stjóri á Faroe Ship, sigur, at
stórur tørvur er hjá flutningsfeløgunum at fáa
betri kor. Góðs, bingjur og akfør fylla nógv, og
sum nú er, er ikki pláss til meiri, sigur hon
Danjal av Rana
erandi havnarumstøður nøkta
akkurát tørv okkara, men
so heldur ikki meiri, sigur
Jóhanna á Bergi, stjóri í Faroe
Ship.
Hon sigur, at serliga er tað
dýbdin við havnalagið, sum
verður ein avbjóðing.
– Verandi havn er ikki
framtíðartryggjað. Serliga fer
dýbdin at gerast ein trupulleiki. Nú er mesta
dýbdin eini átta, níggju metrar, men tað
verður skjótt ov lítið, sigur hon.
Jóhanna á Bergi vísir á, at umstøðurnar hjá
teimum eru sera trongar.
– Vit hava stóran tørv á at fáa meiri pláss,
bæði til bingjur og til goymsurúm og ikki
minst parkeringspláss til akførini hjá okkum,
sum vissuliga ongastaðni hava at vera í løtuni.
Seinastu árini er uppsjóvarvinnan farin at
leggja størri trýst á útflutningsorkuna, men
Jóhanna á Bergi vísir á, at hóast tað, so er tað
innflutningurin, sum tekur størst pláss.
– Hóast útflutningurin og innflutningurin
er umleið 50/50 hvat tonsum viðvíkur, so
sigur man vanliga, at eitt tons av innflutningi
fyllir tríggjar ferðir so nógv sum eitt tons av
útflutningi her í Føroyum. Tú kanst sjálvur
hugsa tær munin á rúmd av einum platti við
einum tonsi av frystum fiski og so einum
tonsi av dýnum og koddum til Skemmuna. Tí
er tað serliga innflutningurin, sum setur krøv
til vídd hjá okkum at arbeiða á.
Jóhanna á Bergi sigur, at vinnan fer ikki
at seta nøkur krøv til, hvar ein góðshavn skal
liggja, men at hon altíð fer at tillaga seg ver
andi umstøður.
– Ein tílík havn kann uttan iva byggjast
aðrastaðni enn júst í Tórshavn, men vinnan
fer altíð at tillaga seg tær umstøður sum eru,
og fer at søkja tey støðini, har bestu karmar
nir eru hjá henni at trívast, mennast og halda
seg kappingarføra, sigur Jóhanna á Bergi at
enda.
V
– Verandi farstøð og umstøðurnar
hjá okkum annars, eru als ikki tíðar
hóskandi. Vit flyta 1000 ferðafólk á
hvørjum túri, men á farstøðini eru
einans 20 sitipláss, so umstøðurnar
eru sera ringar, sigur Rúni V. Poulsen
Ein av fyritøkunum, ið hevur sítt virksemi á
Tórshavnar Havn, er Smyril Line, og eisini
tey kæra sína neyð um trongu umstøðurnar.
Tað er hvørki rúm fyri ferðafólkum,
bilum ella farmi á økinum hjá Smyril Line á
Tórshavnar Havn.
– Øll, ið hava verið á havnalagnum vita,
hvussu ruðuleikakent tað er, tá Norröna
kemur og fer. Vit hava alt ov lítið pláss,
sigur Rúni V. Poulsen, stjóri í Smyril Line.
Farmur, bingjur, treylarar, kamping
vognar, trukkar og persónbilar standa og
koyra hvør um annan, hvørja ferð Norröna
leggur at og fer frá kei.
– Vit hava í longri tíð gjørt vart við, at
umstøðurnar ikki nøkta okkara tørv, men
av tí at plássið hjá Tórshavnar Havn er so
avmarkað, hevur ikki borið til hjá okkum at
fáa størri pláss, sigur Rúni V. Poulsen.
Rúni V. Poulsen vísir eisini á, at Far
støðin als ikki stendur í mát við ynskini hjá
Smyril Line í dag.
– Verandi farstøð og umstøðurnar hjá
okkum annars, eru als ikki tíðarhóskandi.
Vit flyta 1000 ferðafólk á hvørjum túri, men
á farstøðini eru einans 20 sitipláss, so um
støðurnar eru sera ringar, sigur hann.
Sambært tekningunum av fyriliggjandi
úbyggjan av Tórshavnar Havn, skal Norröna
framyvir nýta verandi mola. Smyril skal
fáa fast pláss við verandi farstøð. Økið, har
pakkhúsið hjá Skipafelagnum stendur í
dag, skal síðani nýtast til av- og áskipan hjá
Norrönu.
Uppskotið hjá Tjóðveldinum leggur
eisini upp til, at Norrøna og onnur ferða
mannaskip, skulu leggja at við verandi
havnarlag.
– Vit meta heilt vist, at tað er ein
fyrimunur hjá okkum at liggja nærindis
miðbýnum, við tað at vit, hóast vit eisini
flyta farm, eisini eru eitt ferðafólkaskip,
sigur Rúni V. Poulsen, stjóri í Smyril Line,
at enda.
Farstøðin er ikki
tíðarhóskandi