mánadagur 2. februar 2015síða 34
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
nr. 1
I
2. februar 2015
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
Nú eru
pengarnir
játtaðir
alan er um eina útbygging á
170.000 fermetrar til støddar.
Verandi vinnuøkið hjá Tórs
havnar havn er 80.000 fer
metrar, so tá útbyggingin er lið
ug, verður samlaða økið 250.000
fermetrar. Nýggja ætlanin er
at byggja eystaru havn víðari
um Skansaboðarnar, fram við
Sersjantarvíkini, framman fyri
Eik Banka og heilt niðan móti Eystfalsskeri,
sum liggur dygst framman fyri Kommandør
húsunum yvir við Strond. Bryggjan hevur í
dag 600 metur av kaikanti, hetta verður 1.300
metrar, tá útbyggingin er liðug.
Ein bátahylur verður lagdur inn ímóti
Skansanum, og uttanfyri verða slakir 200.000
fermetrar av pakkhúsum og bingjuplássi.
Prísurin er mettur at gerast 450 milliónir
krónur.
Umhvørvisárinsmetingin varð løgd til al
menna hoyring fyrst í juli mánaði. Tá freistin
at gera viðmerkingar var úti seinast í august,
var freistin longd við trimum vikum, til 19.
septembur 2015. Tá freistin var úti, vóru,
sambært Umhvørvisstovuni, eini fimm, seks
viðmerkingar til verkætlanina. Sambært
Suna Petersen á Umhvørvisstovuni vóru
viðmerkingar bæði um útsjónd, dálking og
larm. Í viðmerkingunum sæst, at serliga
vóru atfinningar móti, at ongar ljóðmálingar
vóru gjørdar av verandi virksemi á havnini,
og tískil var einki veruligt samanberingar
grundarlag. Harumframt tyktist tað ikki, sum
at aðrir staðsetingarmøguleikar vóru kannaðir
í nóg stóran mun.
Kortini, á borgarafundi í skúlanum við
Løgmannabreyt í novembur boðaði Heðin
Mortensen, borgarstjóri, frá, at nú vóru øll
neyðug loyvi fingin frá myndugleikunum, og
klárt var at fara í gongd.
Vilja kanna aðrar møguleikar
Í kjalarvørrinum av eini grein í Sosialinum
11. novembur, tók nakað av kjaki seg upp
aftur um útbyggingina, tó at mesta av kjak
inum snúði seg um skepnu Skansans. Gunnar
Hoydal var ein teirra, sum heitti á kommun
una, um at hyggja nærri at møguleikanum
at leggja bingjuhavnina á Sundi, á Oyrar
eingjum, á Kollafirði ella á Glyvursnesi,
heldur enn yviri við Strond.
Til hetta svaraði Sjúrður Olsen, formaður
í vinnunevndini í Tórshavnar býráð, í Rás 2,
at aðrar staðsetingar hava verið kannaðar
líka síðani 1980’ini, men at eingin ivi er um,
at ætlaða loysnin er tann besta loysnin. Hann
førdi millum annað fram, at stóra nøgdin
av innflutningi, ið skal til heilsølur og virki
í Havnini ger, at besta loysnin er at byggja
havnina so nær býnum, sum gjørligt. At
flyta havnina yvir á Argjalandi og Glyvursnes
verður sera kostnaðarmikið, við tað at einki
líkinda vegakervið er út á Glyvursnes í dag.
Hann vísti eisini á, sum borgarstjórin eisini
fleiri ferðir hevur nevnt, at um 700 fólk starv
ast í dag á, ella knýtt at, Tórshavnar Havn.
Nýggja góðshavn inni á Sundi
Í farnu viku gjørdist greitt, at Tjóðveldi, sum
síðani í summar hevur sitið í andstøðu í Tórs
havnar býráð, hevði evnað til eitt annað upp
skot, nevniliga eina góðshavn inni á Sundi.
Hetta uppskotið bleiv lagt fram beint áðrenn
býráðið skuldi samtykkja at játta pening
og byrja projektering upp á ætlaðu havnar
útbyggingina.
Í viðmerkingunum til uppskotið søgdu tey
trý tjóðveldisumboðini, at tað var ov tíðliga
at fara undir at projektera ætlaðu havnar
útbyggingina ítøkiliga, tí ongar kanningar
vóru gjørdar aðrastaðni í kommununi.
Uppskotið hjá Tjóðveldi er at byggja eina
havn við 15 metra dýpi inni á Sundi, skipað
sum dokkstøðir. Tá verður djúpt nokk hjá
øllum skipum at leggja at har inni. Vænt
andi kunnu millum 900 og 1400 metrar av
atløguplássi fáast afturat teimum verandi, í
mun til teir 700 metrarnar, sum kunnu fáast
við Eystaru bryggju. Prísurin verður væntandi
millum 300 og 400 millónir krónur.
Samstundis er ætlanin, at ferðavinnan skal
varðveitast í miðbýnum, tað vil siga, at innan-
og uttanlanda ferðafólkaskip skulu leggja at
við verandi havnalag.
Tjóðveldi hevur fyrst og fremst fýlst at,
at ongar dagførdar kanningar eru gjørdar av
øðrum staðsetingarmøguleikum, nú hendan
útbyggingin er kannað. Samstundis vil Tjóð
veldi vera við, at øll loyvi enn ikki eru fingin
til vega av avvarðandi myndugleikum.
Uppskotið hjá Tjóðveldi hevur tó fingið
harða mótstøðu úr býráðnum. Heðin
Mortensen, borgarstjóri, og Sjúrður Olsen,
formaður í vinnunevndini, hava báðir funnist
harðliga at uppskotinum, sum teir millum
annað skýra eina fantasihavn.
Møguleikin at byggja inni á Sundi er
kannaður, upp til fleiri ferðir, og vrakaður
hvørja ferð, siga teir. Har er ov djúpt, ov
nógvur súgur og ov lítið uppland.
Heðin Mortensen, ið var tann fyrri at svara
teimum, trívur í aftur grundgevingina við, at
innflutningurin skal kortini til Havnar. Tískil
er einki spart við at flyta góðshavnina longur
frá Havnini. Eisini vísir hann aftur til tey
nógvu arbeiðsplássini, ið eisini mugu flyta.
– At fyrigykla fólki, at hetta er ein bílig og
heppin loysn er fullkomiliga burturvið. Og
at fyrigykla fólki, at hetta fer at minka um
ferðsluna oman til Havnar er rætt og slætt
møsn, skrivaði Heðin Mortensen.
T
Útbyggingin av Tórshavnan Havn nærkast alsamt. Hóskvøldið samtykti
Tórshavnar býráð at játta fyrsta peningin til verkætlanina
Danjal av Rana
Havnarútbygging