Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-02, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. februar 2015síða 42

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 nr. 1 I 2. februar 2015 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum Rávøruútflytarar tjena nógv – men skapa lítið – Tað hevði verið nógv betri, um einki tilfeingisgjald var fyri hvørt tonsið, ei heldur fyri aliloyvini, men heldur, at tey feløg, sum flyta fisk og laks heilan og óvirkaðan av landinum, sluppu at goldið eitt ávíst krónutal. Tá høvdu feløgini sæð fyrimunir í heldur at brúkt pengarnar, sum annars vórðu goldnir landskassanum, til at skapa vinnu á landi við Vilmund Jacobsen elags fyri tey feløg, sum seinnu árini hava tjent nógvan pening í før­oyskari fiski- og ali­vinnu er, at tey – um vit so kunnu siga – í stóran mun eru rávøru­út­flyt­arar. Hesi feløg hava eitt lut­falsliga stórt tilfeingi og stórar kvotur at arbeiða við, men talið av fólki, sum eru knýtt at hesum feløgum, er lutfalsliga lítið. Seinni árini eru tvey nýggj uppsjóvarvirkir bygd, men bæði virkini arbeiða serliga við heil­frystum fiski. Nógv arbeiði er á virkj­ unum, tá vertíðirnar eru, men tað eru so sann­iliga eisini stórar nøgdir av ráfiski, sum her fara óvirkaðar av landinum til aðrar at meir­virka. Á matvørumarknaðunum kring heimin keypir eingin húsmóður heilan makrel, ei heldur heila sild í stórum nøgdum. Tær keypa vørurnar virkaðar sum eru klárar til brúks. Tað merkir, at tað eru liðini millum rávøruútflytaran Føroyar og húsmóðrina, sum skapa arbeiði til nógvar hendur í hesi meir­ virking og virðisøking. Tað heila »loysir« seg Tað er ikki so sjáldan, at vit hava hoyrt um­ boð fyri eitt nú Bakkafrost siga, at hjá teimum hevði tað loyst seg betri í størri mun at útflutt heilan laks, tí prísurin á helium laksi hevur verið so góður í mun til framleiðslukostnaðin og prísin fyri laksaportiónir. Hinvegin hava tað eisini verið tíðir, har tað loysti seg fyri felagið at hava langtíðar avtalur um portiónir, tá prísurin á helium laksi kanska ikki var so góður. Tey uppsjóvarvirki, vit hava í Kollafirði, Tvøroyri og Fuglafirði, geva sum nevnt ar­ beiði til nógv fólk, tá vertíðirnar eru, men tað eru eisini tíðir á árinum, tá minni virk­semi er á hesum virkjum. Sama er í laksa­vinn­uni, har slaktingin ikki skapar tey nógvu arbeiðs­ plássini, men meira inni á portiónsvirkjunum, tó at hesi arbeiðspláss eru lutfalsliga fá í mun til, hvat nógv færri tons av botnfiski kunnu skapa inni á einum saltfiskavirki ella flaka­ virki. Tað kostar pening at framleiða og økja um virðið av ymiskum fiskasløgum, men tað er skap­andi og gevur lutfalsliga nógvum fólki eina arbeiðsinntøku. Í Vinnublaðnum í dag er grein um salt­ fiska­virkið Vaðhorn á Strondum, sum í fjør virkaði 6.500 tons av ráfiski, harav umleið 2.500 tons var frystur fiskur. Virkið hevur 80 fólk í starvi, og í fjør vóru lønar­útgjald­ ingar­nar umleið 25 miljónir krónur. Hyggja vit eftir, hvat líknandi ráfiskanøgdir skapa á øðrum saltfiskavirkjum og samanbera við løn­gjaldingar, er einki at ivast í, at mynstrið er aftur­vendandi. Hvat er at gera? Seinnu árini hevur nógv verið frammi í Føroyum um tilfeingisgjald og gjald fyri at sleppa at ala. Her skal líka sum gjaldast í fyrsta liði, t.v.s. skip, sum fiska makrel og sild, skulu gjalda eitt ávíst krónutal fyri tonsið, og ali­vinnan skal gjalda fyri at sleppa at ala. Spurningurin er, um ikki alt hetta vendir øvut. Vinnulívsmaður, sum Vinnublaðið hevur tosað við, heldur, at tað hevði verið nógv meira skapandi og eggjandi fyri føroyska fram­leiðsluvinnu, um gjaldið heldur lá í út­ flutnings­liðnum. – Tað hevði verið nógv betri, um einki til­feingisgjald í fyrstu syfti var fyri hvørt tonsið, ei heldur fyri aliloyvini, men heldur, at tey feløg, sum flyta fisk og laks heilan og óvirkaðan av landinum, sluppu at goldið eitt ávíst krónutal. Tá høvdu feløgini sæð fyri­munir í heldur at brúkt pengarnar, sum annars verða goldnir í útflutningsliðnum, til at skapa vinnu á landi. Hetta hevði helst eisini í nógv størri mun komið samfelagnum til góðar – við minni arbeiðsloysi og øktum arbeiði og skattainntøkum. Vinnulívsmaðurin heldur, at tað soleiðis kundi ligið nógv meira eftir í samfelagum, bæði í laksavinnuni og uppisjóvarvinnu, um gjaldið soleiðis lá í útflutningsliðnum. – Vit høvdu heldur ikki komið at upplivað tað, sum vandi er fyri - at landskassin, tá tað fer at ganga verri í laksa-og uppsjóvarvinnuni, fer at standa og mangla nógvar miljónir, sum ann­ars vórðu tiknar fyri loyvi og í til­feingis­ gjaldi í fyrsta liði. Ræður um samfelagið Vinnulívsmaðurin sær ikki tað skilagóða í landspolitiskt bert at hyggja eftir, hvussu væl nøkur fá feløg í laksa-og uppsjóvarvinnuni klára seg. – Tað, sum ræður um, er, at føroyingar og Føroyar sum samfelag fáa sum mest burtur úr tilfeinginum - og ikki bert nøkur einstøk feløg og persónar. Tað kann ikki vera rætt, at tey feløg, sum flyta rávøruna óvirkaða av land­ inum, er tey, sum tjena mest og skapa minst í mun til alla ta rávøru, tey sita á. Her eru møgu­leikar at skapa óteljandi arbeiðspláss og eitt velduga stórt útflutningsvirði, leggur hann aftrat. f – Um laksa-og uppsjóvarvinnan gjørdi meira burtur úr sínari rávøru, hevði nógv meira ligið eftir í føroyska samfelagnum, sigur vinnulivsmaður