mánadagur 2. februar 2015síða 43
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
nr. 1
I
2. februar 2015
Fá tíð til tað, sum hevur týdning fyri tína fyritøku, við góðari og skjótari ráðgeving.
Tryggja tær arbeiðsfrið
Magnus Emil er vinnukundaráðgevi í Eik.
Sum partur av tænastuvinnutoyminum
hevur hann innlit í og áhuga fyri tørvinum
og dagligdegnum hjá kundum sínum.
Vit arbeiða eftir meginregluni um,
at góð ráðgeving og skjótar svartíðir
tryggja, at tín tíð og tín orka verða
brúktar til títt virksemi.
www.eik.fo tel. 348000
Vinnukundadeildin í Eik
Flokking
Burturkast frá byggivinnu er í fýra
høvuðsbólkum:
• Burturkast at endurvinna
• Burturkast at brenna
• Burturkast at tyrva
• Serliga dálkandi og vandamikið burt ur kast
Burturkastið skal vera væl skilt og frá gingið, so mest
møguligt kann verða end ur vunnið og viðgjørt rætt.
Burturkast at Brenna
Brenniburturkast skal skiljast í tveir flokkar:
1) Smátt brenniburturkast, t.e. smáir timb ur- og
plátu stubb ar, spøn ir, plast bit ar, flamingo, mat leivd ir
o.a. kann bein ast burtur í plast pos um. Størri nøgdir
mugu vera í bingju.
2) Stórt burturkast at brenna er timb ur stokk ar og fjalar
longri enn ein metur, plátu leivdir meira enn ½ m
hvønn vegin, timb ur innbúgv, plattar og aðrir stórir
timb ur lutir. Blanda ikki smátt brenni burt ur kast u pp í
stórt – og øvugt.
Burturkast at endurvinna
T.d. jarn, metal, pappír, papp og plast. Jarn og metal er
t.d. takplátur, takplátuleivdir, stengur, net, rørstumpar
og el-kaðalar. Takplátur eiga at vera buntaðar saman.
Annars skal alt vera í bingju. Í sambandi við niðurtøku av
bygningum skulu køli- og frystiskipanir og elektriskar og
elektroniskar skipanir latast inn hvørt sær.
Køli- og frystiskipanir við CFC-gassum, so sum freon,
skulu handfarast varliga, so tær ikki fara at leka. Papp er
t.d. pappeskjur, bylgjupapp og stuð uls papp. Dálkaðar
pappeskjur skulu brenn ast. Papp viðgjørt við voksi ella
klætt við plast filmi skal haldast atskilt frá øðrum tilfari
og pakk ast og latast inn í sam ráð við IRF. Papp ið skal
annars vera í bingju ella í ballum. Papp ír er alt van ligt frá
skriv stovu haldi, tíð inda bløð, tíð arrit og lýsingar bløð.
Posar til pappír kunnu keyp ast frá IRF. Klárt glarplast, t.d.
at vevja um til far á plattum, eins og lit að plast, verður
end ur vunnið og skal haldast hvørt sær og kann latast
inn í stórum klárum posum, sum kunnu keypast frá IRF.
Burturkast at tyrva
Burturkast, sum ikki kann endurvinnast ella brenn ast,
verð ur tyrvt, t.d. asbest, eternit, vát og dálk að bjálving,
rot viðgjørdur viður, keramikklutir og leivdir av PVC-rør-
um. Asbest og eternit skulu latast inn í stór sekkjum.
Bjálving skal vera í stór sekkj um ella eftir avtalu við IRF.
Alt, sum skal tyrv ast, kann fara í somu bingju, undan-
tikið as best og eternit.
serliga dálkandi Burturkast
Hetta eru evnir ella lutir, sum kunnu skaða fólk, um -
hvørvi ella útgerð, um tey ikki verða handfarin á rættan
hátt. Serliga dálkandi ella vandamikið burt urkast kann
vera máling, sýra og lútur, onn ur kemikaliu, lágorku
ljóskeldur, løðibattarí og akkumulatorar. Flótandi evni
skulu ikki bland ast saman, men vera í tøttum og væl
merkt um íløtum, um gjørligt í upprunaíløtum. Ser liga
dálkandi burturkast verður heintað eftir av talu.
innsavning
IRF leigar út bingjur í ymsum støddum. Størri mongd ir av
væl skiltum tilfari skulu vera í bingju. Papp, pappír og
plast kann vera í ballum ella í plast posa. Fráboða IRF um
burturkastið skal heint ast fastan dag hvørja viku ella eftir
frá boð an.
kostnaður
Væl skilt burturkast at endurvinna er munandi bíligari
enn annað burturkast at brenna ella tyrva, og endurgjald
verður latið fyri jarn og metal. Blanda ikki stórar
timburlutir upp í annað van ligt brenniburturkast.
Prísirnir síggjast á heima síðuni hjá IRF,
www.irf.fo.
g
Kunningarskriv frá IRF
Burturkast frá byggivinnu
Burturkast frá byggivinnu
Tá hús verða bygd ella umvæld, verður altíð nakað av burturkasti
Jú betur burturkastið er skilt, tess bíligari er at sleppa av við tað