mánadagur 2. februar 2015síða 44
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
nr. 1
I
2. februar 2015
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
Keypa
møblar
sum ongan
tíð áður
einnu árini hevur søla av
møblum og øðrum innbúgvi
verið ein góður vinnuvegur. Í
øllum førum, um hugt verður
eftir roknskapunum hjá stóru
møblasølunum í landinum.
Í greiningini á hesum síðum
hava vit hugt at roknskapunum
hjá Eikini, Skemmuni og Føroya
Møblasølu, sum helst er betri
kend undir navninum, Ide Møblar. Tað finnast
eisini aðrir handlar í landinum, sum selja
møblar og innbúgv, men felags fyri hesar er,
at virksemið eisini fevnir um so nógv annað
enn sølu av møblum, og tí eru roknskapirnir í
sjálvum sær ikki umboðandi fyri júst hendan
partin av virkseminum.
Sølan økist
Úr almennu roknskapartølunum ber ikki til at
lesa sjálva nettosøluna. Hinvegin er brutto
vinningurin ein greið ábending um aktivitetin
í fyritøkuni, og her er talan um stóran
vøkstur. Frá 2011 til 2013 hevur vøksturin verið
hálvasættu millión, sum svara til ein vøkstur á
30% í tvey ár. Enn eru roknskapirnir fyri 2014
ikki tøkir, men ógvusligi vøksturin bendir á,
at fólk hava okkurt at brúka flatskattalættan
til.
Eins týdningarmikil sum vøksturin í søluni
er tað, so er talan so avgjørt eisini um stóra
framgongd á niðastu linjunum hjá fyritøkunum.
Við øðrum orðum hevur økta virksemið ikki
borið eins stóran útreiðsluvøkstur við sær, og
serliga eru tað Skemman og Ide Møblar, sum
hava havt heilt góð úrslit at vísa á.
Eikin er kanka undantakið í so máta, tí talan
er her um eina fyritøku, sum er væl nýggjari
enn hinar báðar. Tí er talan her um lutfalsliga
nógv størri vøkstur í virkseminum, og tí er
raksturin kanska heldur ikki í eins fastari legu,
sum hann er tað hjá hinum báðum.
Sterkar fyritøkur
Tá hugt verður at fíggjarstøðuni, so er eingin
ivi um, at talan er um serstakliga sterkar fyri
tøkur.
Tað er avgjørt ein individuellur munur á
fyritøkunum, og ikki minst er tað Ide Møblar,
sum er meira enn vanliga solvent. Eginognin
hjá fyritøkuni er omanfyri tær 70 milliónirnar,
og langfreistaða skuldin er mest sum eingin.
Hinvegin tykist fyritøkan kanska heldur
yvirkonsoliderað. Í mun til virksemið er
eginognin somikið stór, at tað er trupult at
hava eina høga rentan av eginpeninginum.
Nú er talan um fyritøku, sum hevr ein sera
avmarkaðan eigaraskarða, og tí leggja eigararnir
kanska ikki so nógv í, at so er. Var talan hin
vegin um fyritøku, sum hevði nógvar íleggjarar,
so vildi støðan helst verið tann, at peningurin
varð tikin út sum vinningsbýti, so einstaki
eigarin sjálvur kundi valt aðrar íløgur við hægri
rentan framum.
Skemman er eisini rættiliga væl konsoli
derað. Eginognin er her um 25 mió kr., men
hóast stóra eginogn, so hevur fyritøkan eitt gott
avkast upp á hesa. Rakstrarúrslitið fyri 2013 var
hálvafjóðru mió kr., so hóast bæði trygdarevni
og gjaldføri eru heilt í topp, so er talan fram
vegis um góða rentan av eginognini.
Tað er tað eisini hjá Eikini, sum í prosentum
s
Roknskapir
Tær tríggjar stóru møblasølurnar hava
góðar dagar. Umsetningurin økist, og tað
ger botnlinjan fyri tað mesta eisini
Jákup Mørk