Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-02, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. februar 2015síða 45

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum nr. 1 I 2. februar 2015 hevur hægstu rentuna. Prosentir eru tó viðhvørt nakað takksom at rokna við, tí í førinum við Eikini, sum »bert« hevr knappar seks mió kr. í egin­ogn, skal úrslitið ikki verða heilt so høgt, um ein nøktandi renta skal finnast. Hetta krógvar tó ikki, at eisini hjá Eikini hevur talan verið um góð ár. Vøksturin hevur verið stórur, og tað ber ivaleyst boð um eina góða trúgv upp á framtíðina, at virksemið fyri ikki so langari tíð síðani varð víðkað, soleiðis at møblar nú eisini verða seldir á gomlu politi­ støðini. Væl brynjaðar Ein møblasøla krevur eina hampuliga stóra goymslu. Hendan bindur pengar, og tí kann gjaldførið gerast ein avbjóðing, men soleiðis er als ikki í føroysku møblasøluni anno 2015. Aftur her er Eikin í eini serstøðu. Talan er um nýggja fyritøku, sum stendur í stórum vøkstri, og tá kann økti aktiviteturin ofta við­ føra stórar pengabindingar. Men tað tykist, sum hevur Eikin vunnið á hesi avbjóðingini. Hóast vøksturin í søluni, er ogn í umferð ikki økt tað heilt stóra, og gjaldførislutfallið, sum er lut­fallið millum ogn í umferð og stuttfreistaða skuld, er framvegis omanfyri 200. Við øðrum orðum, so hevur felagið ongar trupulleikar av at svara stuttfreistaðu skyldunum, so leingi sum ein nøktandi umferðartíð er av vørunum á goymslu. Júst ein vaksandi vørugoymsla hevur í undan­farnu kreppum verið ein trupulleiki hjá fyri­tøkum av hesum slag. Men hetta tykist ikki vera ein trupulleiki hjá fyritøkunum, sum rokn­ skapar­tølini her á síðunum fevna um. Talan er um vøkstur í umferðarognini, men hesin stavar fyri tað nógva frá einum vøkstri í tøkum peningi, og tað er aloftast lættari at um­seta enn ein vøru­goymsla, um búskapurin hjá lands­ húsar­haldinum brádliga skiftur. 0 5.000 10.000 15.000 20.000 25.000 30.000 Bruttovinningur EBITDA Ársúrslit Rakstur, samantalt 2011 2012 2013 0 1 2 3 4 5 6 7 8 0 100 200 300 400 500 600 2011 2012 2013 Lyklatøl, samantalt Trygdarevni Gjaldførislutfall Ognaravkast (høgrumegin) Renta av eginogn (høgrumegin) 0 20.000 40.000 60.000 80.000 100.000 120.000 Støðisogn Ogn í umferð Eginogn Langfreistað skuld Stuttfreistað skuld Fíggjarstøða, samantalt 2011 2012 2013 Eikin Skemman Ide Møblar (tkr.) 2011 2012 2013 2011 2012 2013 2011 2012 2013 Bruttovinningur 3.836 3.286 5.136 9.121 9.347 10.148 5.762 9.311 8.990 EBITDA 1.581 649 2.296 3.834 4.306 4.448 2.153 5.549 4.426 Ársúrslit 647 345 985 3.007 2.900 3.510 616 4.016 2.563 Støðisogn 1.130 1.025 2.251 1.166 953 724 52.190 50.476 50.646 Ogn í umferð 10.113 10.015 10.798 21.543 24.790 27.867 22.933 29.700 31.101 Eginogn 4.600 4.928 5.912 18.618 21.019 25.029 66.039 70.053 72.616 Langfreistað skuld 1.985 1.803 1.870 0 0 0 478 986 654 Stuttfreistað skuld 4.659 4.309 5.267 4.090 4.211 3.562 3.671 4.198 4.249 Ognaravkast 12 4 16 16 16 15 2 6 3 Eginpeningsavkast 19 7 20 20 19 17 1 7 4 Trygdarevni 41 45 45 82 84 88 88 87 89 Gjaldførislutfall 217 232 205 527 589 782 625 707 732 Samlaðu tølini fyri rakstur og fíggjarstøðu vísir greitt á eina vinnu­ grein, sum hevur góðar dagar Kurvarnar fyri gjaldførislutfall og soliditet skulu avlesast til vinstru. Rentingin av eginogn og aktivum skulu lesast til høgru