mánadagur 2. februar 2015síða 46
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
nr. 1
I
2. februar 2015
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
Nógv
brenna
seg heilt
alvorliga
vat er tann góða eftirlønin.
Tað var spurningurin, Jan
Otto Holm, fíggjarráðgevari,
viðgjørdi á fundi í
Kvinnufelagnum nú eitt
kvøldið.
Spurningurin um eftirløn
er ómetaliga fløktur og tór
greiddur, at tað er púra óskilj
andi fyri tey allarflestu.
Og brøvini, sum regliuga koma í postkassan
frá eftirlønarfeløgunum eru so fløkt og ópeda
gogisk, at hjá teimum allarflestu kundi tað
akkurát tað sama verið skrivað á kinesiskum.
Hetta er kanska ein orsøk til, at hóast júst
spurningar um eftirlønina, hevur avgerandi
týdning fyri ellisárini, vísa kanningar aðra
staðni, at í miðal brúka fólk minni enn ein tíma
um árið upp á at kanna sína eftirlønarskipan.
Og tí vísir tað seg oftani, at tá ið dagurin
kemur, og fólk skulu hava eftirløn, fáa tey sum
vátan vøttin frammaná, tí eftirlønarskipanin var
ikki akkurát soleiðis sum tey høvdu væntað.
Ikki yvirtryggja seg
– Tá ið vit tosa um pensjónir, er talan um tvey
viðurskifti, tryggingar og pensjónsuppsparing,
staðfestir Jan Otto Holm.
Hann sigur, at tað vísir seg, at nógv fólk
halda seg hava eina góða eftirlønarskipan, men
tað vísir seg ofta, at meginparturin eru trygg
ingar og ikki eftirløn.
– Tað er ógvuliga óheppið, tí ein góð eftir
lønarskipan snýr seg sanniliga eisini um upp
sparing, sigur hann.
Tummilsreglan hjá honum er, at sum mest
av eini eftirlønarskipan skal vera ein upp
sparing, men at tryggingin kortini skal vera
nøktandi.
– Tað hevur stóran týdning ikki at yvir
tryggja seg. Endamálið við eini trygging er ikki
at skora kassan, men at hava eina nøktandi
trygging, so at tað ber til at liva eitt nøkunlunda
vanligt lív, skuldi óhapp ella vanlukka rakt, sum
elvir til varandi óarbeiðsføri.
Tað er eisini ein spurningur um, hvussu
leingi tryggingin skal vera galdandi. Er hon
galdandi, til tú fyllir 60, er hon nakað bíligari
enn hon er, tá ið hon er galdandi til tú fyllir 67.
– Meiri umfatandi tryggingin er, dýrari
er hon, men tað ber eisini til at tekna eina
trygging, har dekningurin lækkar stigvíst við
aldrinum.
Tað ber eisini seg til at tryggja seg ímóti
tíðaravmarkaðum óarbeiðsføri. Tað eru
tryggingar, sum geva rætt til eitt ávíst útgjald
um mánaðin, so leingi óarbeiðsførið stendur
við, men ofta er ein karenstíð upp á tríggjar
mánaðir.
Mugu minnast til navnið
Hjá teimum, sum ikki eru gift, hevur tað
serliga stóran týdning at minnast til at skriva
á tryggingarskjalið, hvør skal fáa tryggingina.
Er ein giftur, er tað hjúnaðfelagin, sum fær
tryggingina, men er ein ikki giftur, kann tað
enda við at vera ein gomul flamma, sum tú
skrivaði á tryggingarskjalið í eini bleytari løtu,
sum fer við øllum, tí tú hevur gloymt at broyta
navnið.
– Tí er neyðugt at tryggja sær, at rætta
navnið stendur á tryggingarskjalinum, leggur
Jan Otto Holm afturat.
– Hetta er eisini serliga týdningarmikið, har
fólk liva saman í ógiftum parlagi og kanska hava
hús saman. Er skuld í húsunum, og tryggingin
fer til onkran heilt annan, tí tú hevur gloymt at
broyta navnið, kann makin koma at sita illa í
tí, tí hann arvar alla skuldina í húsunum, men
onkur annar fer við tryggingini.
Hava tey børn, fer tryggingin til tey, men tey
fáa ikki ræðið á henni, fyrrenn tey eru fylt 18 ár
og eisini tað kann seta makan, og alla familjuna,
í eina ógvuliga ringa støðu.
Jan Otto Holm sigur eisini, at tað er stórur
munur á viðurskiftunum hjá kvinnum og
monnum. Serliga hjá kvinnum er neyðugt at
hugsa um at hava eina góða uppsparing, tí
hagtølini vísa, at tær liva longri, og eru virknari
nógv longri, enn menn.
– Ofta eru tað fakfeløg, sum avgreiða pen
sjónsviðurskiftini fyri limirnar. Ein fyrimunur
við hesum er, at tað er eitt sindur bíligari og
tá verður hvør einstakur ikki biðin um upp
lýsingar um heilsustøðuna.
Hinvegin kann hvør einstakur ikki broyta
eftirlønarskipanir, sum fakfeløgini standa fyri,
men tað ber altíð til at seta seg fyri eyka trygg
ingum ella eftirløn.
H
Pensjónsfløkja
Tað eru nógv, sum brenna seg, heilt alvorliga, tá ið tey fara frá við
eftirløn, tí tey hava ikki fylgt við, hvørja eftirlønarskipan, tey hava
Áki Bertholdsen
– Kanningar vísa, at í miðal brúka
fólk minni enn ein tíma um árið
at kanna sína eftirløn, sigur Jan
Otto Holm, fíggjarráðgevari