Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-02, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. februar 2015síða 47

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum nr. 1 I 2. februar 2015 Fríir ágóðar skulu altíð skattast Hóast Taks nú hevur sent rundskriv við leiðreglum um, hvussu frítíðarátar og summarhús skulu skattast, um hetta eru ágóðar frá partafelag, so er einki nýtt í, at skattur skal roknast Jákup Mørk yri góðari viku síðani sendi Taks út tíðindaskriv, har boðað frá, hvussu frí atgongd til summarhás ella frítíðarbát – ella bæði tvey – skal skattast, um talan er um ogn hjá partafelag, sum stjóri ella leiðsla hava fría atgongd til. Hóast Taks ikki hevur havt júst peningaligu ásetingina av hesum ágóðum fyrr, so merkir tað á ongan hátt, at talan fram til nú hevur verið um ágóðar, sum ikki skulu skattast. Meginreglan í skattalógini er, at øll inn­ tøka er skattskyldug. Og upp í skatt­skyld­ ugu inntøkuna skulu millum annað roknast ágóðar, sum verða móttiknir, og sum hava eitt peningaligt virði. Í rundskrivinum vísir Taks eisini til grein 25 í skattalógini, har staðfest verðu, at als, sum verður lagt inn í peningi ella peningsvirði, er skattskyldugt. Meginreglan er tí ikki, at hóast ávísur ágóði ikki stendur positivt nevndur á lista­ num yvir fríar ágóðar, so skal skattur roknast av slíkum ágóða. Líkimikið, um talan er um fría atgongd til bát ella um fría atgongd til venjingar­miðstøðina. Mannagongdin, tá fríir ágóðar verða skatt­ aðir, er soleiðis, at virði av fríu ágóð­unum verður lagt afturat vanligu lønar­inn­tøk­uni, tá sjálv­uppgávan verður gjørd. Fær ein stjóri t.d. 500.000 kr. í løn um árið, umframt ágóðar við virði av 100.000 kr., so verður skattskylduga inn­tøkan uppgjørd til 600.000 kr. Taks dagførir á hvørjum ári satsirnar fyri virðið av fríum ágóðum. Ásetingarnar síggjast á heimasíðuni hjá Taks, og er á síðuni prenta vit satsirnar, sum eru galdandi fyri 2014 og 2015. F Fríir ágóðar Bústaður 2014 2015 Fríur bústaður pr. M2 739 715 Frítt el 10.000 10.000 Frí olja 27.900 27.000 Matur (fyri hvønn dag) Fríur matur (3 máltíðir) 63 61 2 máltíðir 47 46 1 máltíð 36 35 Eginnýtsla av vørum Keypmenn 16.700 16.700 Bakarar v/keypmansvørum 13.900 13.900 Bakarar 5.200 5.200 Fríur bilur 1100 kg og minni 57.300 56.900 1101 kg til 1300 kg 66.300 65.800 1301 kg til 1500 kg 79.300 78.800 1501 kg og meira 8.890 88.400 Vøruvognar av skapi sum persónvognar verða skattaðir við 60% av virðinum, sum er galdandi fyri persónvognar Bussar upp til 10 persónar, sum verða nýttir til hýruvognskoyring, verða skattaðir við 60% av virðinum, sum er galdandi fyri persónvognar í 2014. Í 2015 verða hesir roknaðir sum fríur ágóði við virði á kr. 16.000 Hvat sjálvari uppsparingin viðvíkur, er tað at kalla fullkomið lutfall ímillum tað, ein rindar inn í skipanina og, hvussu nógv, tí fært goldið í pensjón. – Meiri tú rindar inn, meiri fært tú út, og jú fyrr tú byrjar at rinda inn, jú meiri fært tú í pensjón. Annars er eitt ótal av mátum, tað ber til at seta eina eftirlønarskipan saman uppá, eisini við partabrøvum, eitt nú aldurstilagaðum parta­brøvum og lánsbrøum, har samansetingin ímillum partabrøv og lánsbrøv verða sett so­leiðis saman, at vágin minkar við aldrinum. Rinda húsalán ella rinda pensjón? Á fundinum í Kvinnufelagnum kom eisini fram, at hjá summum kundi tað verið snilt at leggja størri dent á at rinda húsalánið niður, heldur enn at rinda nógv til eina eftir­ lønar­skipan. Jan Otto Holm heldur, at inngjaldið til pensjónir verður so hart skattað, at tað av­ markar hugin at spara saman til eftirløn. Síðani flatskatturin kom, verða 40 prosent rindað í skatti av tí, sum verður goldið í eina pensjóns­skipan. – Trupulleikin við pensjónini er, at hon er kravd, og at hon er ov hart skattað. Hevði skatturin verið nøkur prosent lægri, hevði tað verið nógv áhugaverdari hjá fólki at spart saman til eftirløn. Tað ger, at í summum førum kann tað loysa seg dríva á at rinda húslánið niður og at spara saman sjálvur. – Tað gevur ikki nógva rentu, men hinvegin er fyrimunurin, at tað fer ikki at avmarka fólka­pensjónina. – Tað gevur eisini eitt stórt frívirðið í hús­unum, sum kann verða eitt gott ískoyti til pensjóns­árini. Tað liggur nevniliga í kortunum, at tey, sum hava sínar egnu privatu pensjónir, skulu ikki eisini hava fulla fólkapenjón. Men sparir tú sama sjálvur, hevur tú onga privata pensjón og sostatt ávirkar tað ikki fólka­pensjónina frá tí almenna.