Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-02, síða 56
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. februar 2015síða 56

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 6 l 2. februar 2015 8 vikustjórin Vilmund Jacobsen Sørin Svenning Danielsen, sum rekur fyri­tøkuna Care on Sea í Hvalvík, er út­búgv­in maskinistur, og hann hevur fing­ist við glastrevjabátar, motorar og íset­an av motorum í mong ár. Tá hann og ein annar unglingi fyri um­leið 30 árum síðan byrjaðu sum lærl­ing­ar hjá AWI Boats í Runavík, fevndi læran bæði um plast og timbur. Einki veruligt eftirlit Eitt, sum upptekur Søren Svenning nógv, er, at einki veruligt eftirlit er við smá­bátum í Føroyum. Hann hevur áður víst á, at vit hava ein­ar 5000 smábátar, sum bæði eru vinnu­rekandi og ikki vinnurekandi. – Skipaeftirlitið hevur sagt, at teir hava bara eftirlit við eitt nú ferða­ vinnu­bátum, meðan aðrir smærri bát­ ar og frítíðarbátar mugu “passa” seg sjálv­ar. Hann heldur, at tað er ein álvarslig líka­sæla, at smáir bátar ikki eru undir nøkr­um veruligum eftirliti. Trygdin er í vanda Søren Svenning Danielsen vísir á, at Fiski­veiðieftirlitið ansar eftir, at trygd­ ar­út­gerðin er í lagi. – Men, eg haldi, at tað hevur enn størri týdning, at báturin í aðrar mátar er í lagi. Í mínum arbeiði síggi eg eitt nú nógvar vánaligar botnventilar - ja, eg havi enntá sæð botnventilar, sum detta av, tá báturin verður tikin upp, og ventilurin verður nortin. Hann heldur tað vera púrasta burt­ ur við, at sæð verður millum fingrarnar við trygdini hjá smáu bátunum, sum eru so nógvir í tali í Føroyum. Tangar og motorar Umframt alt tað bátavirksemi og tæn­ ast­ur, sum Care on Sea hevur og tær frá­líku umstøður í Hvalvík, framleiðir fyri­tøkan eisini ymiskar tangar, serliga vatn­tangar, men eisini septiktangar. Høv­uðsøkið hjá Care on Sea er - um­framt dagliga virksemi við bátum og tang­um – eisini at selja motorar og útgerð til bátar. – Vit hava valt ikki at selja trygd­ ar­útgerð, men ymiskt til dekkið og mask­inaríið. Sørin Svenning sigur, at merkini, sum Care on Sea selur, eru eitt nú Perk­ins, Iveco, Lombardini, Yanmar, Deutz, Vetus og Selva, sum eru við­ festi­motar. – Vit selja soleiðis fastar motorar - alt úr umleið 13 HK upp í slakar 2000 HK, sigur verkførarin hjá Care on Sea í Hvalvík. – Trygdarútgerðin skal sjálvandi vera í lagi, men tað hevur eisini stóran týdning, at báturin í aðrar mátar er í lagi. Í mínum arbeiði síggi eg eitt nú vánaligar botnventilar – ja, eg havi enntá sæð ventilar, sum detta av, tá báturin verður tikin upp, og ventilurin verður nortin, sigur Søren Svenning Danielsen, sum rekur Care on Sea í Hvalvík Ørt at spæla við trygdina – Tað kann ikki vera rætt, at smærri bátar og frítíðarbátar skulu passa seg sjálvar, heldur Søren Svenning Danielsen hjá fyritøkuni Care on Sea í Hvalvík. Mynd: Vilmund Jacobsen Fakta: Navn: Søren Svenning Danielsen Fyritøka: Care on Sea, Hvalvík