Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-02, síða 60
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. februar 2015síða 60

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 6 l 2. februar 2015 Ókeypis lýsingarblað 12 Vikutema Tøkni Elektron styrkir Tey seks fólkini, ið manna toymið handan Rokningadepilin hjá Elektron, hava júst dagført skipanina, so tú sum kundi kanst fáa tínar rokningar beinleiðis við telduposti. Hetta er eitt ynski, ið fleiri kundar hava havt, og sum longu nú hevur fingið góða móttøku. Vit vitja eina av størstu menningarfyritøkunum í landinum Niels Uni Dam Reportasja Hóast Elektron seinastu árini hevur umskipað sítt virksemið nakað, so er enn talan um eina fyritøku, sum í før­ oyskum høpi má metast sum ein KT- risi. Við 62 starvsfólkum og einum ár­ ligum umsetningi uppá 80 mió., hevur Elektron funnið fótafestið aftur, eftir nøkur umskiftilig ár. Orsøkin er eitt greitt fokus á tríggj­ ar kjarnutænastur, ið fyritøkan hevur serkunnleika innan: • Hýsing • Menning og ráðgeving • og Rokningadepilin. Sterkt toymi Á Elektron hitta vit toymið, ið ar­beiðir við Rokningadeplinum, ið er gjalds­ um­sitingin hjá Elektron. Toymið er saman­sett av fólki við sera ymisk­ um før­leikum og royndum. Her eru skipanar­arkitektar, forritarar, support-, rakstrar- og sølufólk. Ment til tað almenna Rokningadepilin hevur níggju ár á baki, og í løtuni brúka eini 350 virki og stovnar skipanina. Upprunaliga varð skipanin ment, tí Gjaldsstovan hevði tørv á eini loysn at savna rokningar til almennu fyri­sit­ ing­ina. Seinni var skipanin bygd út til at fevna um gjaldsmiðling og print og pakking av rokningum. Grønari Føroyar Hetta hevur kollvelt umsitingina av rokn­ingum bæði hjá tí almenna og virkj­um. Skipanin avgreiðir sjálv­virk­ andi rokningar millum sendara og mót­takara, og sendir upplýsingarnar til bók­halds­skipanina. Harvið slepst undan, at fólk sita og bóka og gera út­líkningar. Umframt at spara tíð, minkar hetta munandi um vandan fyri feilum. Við Rokningadeplinum eru Føroyar vorðnar meira umhvørvisvinarligar, tí pappírsnýtslan er minkað munandi. Kundar kunnu síggja sínar rokningar í Rokningadeplinum ella í sínum teldu­ posti.