Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-02, síða 61
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. februar 2015síða 61

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 6 l 2. februar 2015 Ókeypis lýsingarblað 13 Vikutema Tøkni Rokningadepilin Myndir: Sunrid í Gong Menning og trygd Hans Petur Weihe, skipanarkitektur sigur, at Elektron arbeiðir støðugt við at menna Rokningadepilin. Hann vísur á, at har henda støðugar broytingar inn­an KT-økið, samstundis sum trygdin fær alsamt størri týdning. Av­bjóð­ingin er tí at menna nýggjar hent­leikar at nøkta broyttan tørv hjá kund­um, uttan at gjara út viðvíkjandi KT-trygdini. – Vit arbeiða við fíggjar­viður­ skiftum hjá fyritøkum, tí er ikki rúm fyri feilum. Vit hava eina góða skipan, eitt gott toymi, og nógvar og góðar kund­ar. Avbjóðingin at menna Rokninga­depilin er tí bæði spennandi og av­bjóð­andi, sigur Hans Petur Weihe. Infrakervi fyri fíggjarviðurskifti Flestu stóru fyritøkur í Føroyum hava Rokningadeplin knýttan at sínum fíggjar­skipanum, meðan aðrar fyri­ tøkur umsita sínar rokningar bein­ leiðis í Rokninga­deplinum. Tað ein­ asta, ið krevst, fyri at fáa atgongd til skipan­ina, er ein avtala um íbinding millum Elektron og kundan. Kundin skapar menning Jákup A. Olsen, ið stendur fyri sølu av rokningardeplinum, greiðir frá, at ein partur av menningini er komin í sam­ starvi við kundar. – Tey fólkini, ið dagliga brúka okk­ ara skipanir, brúka tær ofta í sam­spæli við aðrar skipanir so sum bók­halds­ skipanir. Tey kunnu síggja møguleikar fyri broytingum, ið ein programmørur ikki sær. Tí er gott at fáa input frá okkara kundum, sigur Jákup. Hans Petur Weihe er samdur í hesum, og lovar eina støðuga menn­ ing og betran av teimum tænastum, ið Rokningadepilin fevnir um. • Rokningadepilin er skipan, ið fyritøkur, feløg, stovnar og kommunur brúka at senda og fáa rokningar talgilt. Skipanin avgreiðir sjálvvirkandi rokningar millum sendara og móttakara, og sendir upplýsingarnar til bókhaldsskipanina. • Rokningadepilin varð mentur í 2006 tí Gjaldsstovan hevði tørv á eini loysn at savna rokningar til almennu fyrisitingina. • Seinni var skipanin bygd út til at fevna um gjaldsmiðling og print og pakking av rokningum og tá fingu fyritøkur og virkir eisini atgongd til Rokningadepilin. • Í dag brúka fleiri enn 350 vinnukundar Rokningadepilin. • Til ber at senda og fáa rokningar í Føroyum og Danmark. • Rokningar og upplýsingar um inngjald eru tøkar til innlestur og útlíkning í tíni bókhaldsskipan • Rokningar kunnu eisini fáast umvegis teldupost. • Er móttakarin ikki kundi í Rokningadeplinum, verður rokningin skrivað út, og send við vanligum posti. • Rokningar kunnu eisini sendast til brúkarar, ið hava Mínboks. Um Rokningadepilin