mánadagur 2. februar 2015síða 64
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 6 l 2. februar 2015
Ókeypis lýsingarblað
16
Vikutema
Tøkni
Vilmund Jacobsen
Fyritøkan Sp/f Care on Sea húsast
undir góðum umstøðum og í væl
egnaðum hølum á bryggjuni í Hvalvík.
Hølini eru í bygninginum, har Skretting
helt til áður.
Dagligur leiðari og verkførari hjá
Care on Sea er Sørin Svenning Daniel
sen, sum í mong ár hevur fingist við
plastbátavirksemi og motorar. Tað
er hetta arbeiði, ið framvegis er
høvuðsvirksemi hjá fyritøkuni, sum
eisini leigar út innandura pláss – ella
»neyst« – til bátar.
Góðu umstøðurnar, sum Care on
Sea hevur havt í Hvalvík við verkstaði
og umleið 1000 fermetra stóru høllini,
eru nú munandi betraðar.
Søren sigur, at hann nú eisini
hevur leigað bygningin hjá Havnar
Timburhandli, sum stendur niðan
móti vegnum - ella millum verandi
bygning, har Care on Sea heldur til og
vegin omanfyri.
– Her hevur timburhandilin havt
timburgoymslu. Í høllini, sum er umleið
1000 fermetrar, er pláss fyri umleið
25 bátum. Her kunnu bátaeigarar
leiga seg inn við bátum sínum og
kunnu gera ymiskt vanligt viðlíkahald,
sum ikki órógvar eigaran við síðuna av
ella aðrar leigarar í høllini.
Eisini langtíðarleiga
Søren Svenning sigur, at bátaplássini
í høllini hjá Havnar Timburhandli
verða leigað út líka sum felagshús
ella felagsneyst, og møguleikar eru
eisini at gera langtíðar leiguavtalur,
soleiðis at menn, ið leiga seg inn her,
kanska enntá kunnu spara bátapláss
við brúgvarnar.
– Í løtuni eru 20 bátar inni í høllini,
men her er pláss fyri umleið 25 bátum.
Menn kunnu arbeiða upp á sínar bátar,
meðan teir standa í høllini, men her
verður ikki loyvt at sproytilakkera og
slíkt, sum órógvar aðrar, ið eru inni
við sínum bátum. Hinvegin er einki til
hindurs fyri at mála við pensli og ann
ars taka hond um bátin, bæði uttan
og innan.
Søren sigur, at aftrat høllini hev
ur hann eisini leigað einar 1500 fer
metrar av plássi við bygningin hjá
Havnar Timburhandli, sum er inni
hegnað.
– Umframt hesar frálíka hølis
umstøður og umstøður uttandura,
hevur Care on Sea eisini ein stóran
og tryggan gaffiltruck, ið kann lyfta
bátar, sum viga heilt upp í eini 20
tons.
Tá Vikublaðið hevði Søren Svenning
Danielsen í telefonini seinasta fríggja
dag, hevði hann tilsamans 52 bátar
uppi, og tá eru teir íroknaðir, sum
standa á økinum sunnan fyri verk
staðsbygningin.
– Eg trúgvi, at samlaða økið, eg
havi innan-og uttandura, nú táttar í
5.000 fermetrar, sigur hann.
Eisini bátasøla
Umframt at selja motorar, bjóðar Care
on Sea sær nú eisini at selja bátar fyri
bátaeigarar.
– Vit hava longu onkrar bátar,
sum eru til sølu, og fólk eru vælkom
in at venda sær til okkara við fyri
spurningum. Umframt at selja, kunnu
vit eisini gera eftirlit, sum bæði kann
tæna seljara og keypara. Fólk, sum
leita sær eftir báti - ella hava hug
at selja bátin, tey eiga - eru altíð
vælkomin at venda sær til mín á tlf.
748855 ella á 422855, sigur Sørin
Svenning Danielsen, sum eisini er at
hitta á teldupostinum careonsea@
gmail.com
Care on Sea fingið enn
betri umstøður í Hvalvík
Umframt teir umleið 1000 fermetrarnar, sum Care on Sea hevur í verkstaðsbygninginum
á havnalagnum í Hvalvík, hevur fyritøkan nú eisini leigað bygningin hjá Havnar
Timburhandli, sum liggur beint við, og her er pláss fyri 25 bátum innandura
Í løtuni eru 52 bátar uppi á innan-og uttanduraøkinum, sum Care on Sea í Hvalvík hevur undir sínum veingjabreiði