mánadagur 2. februar 2015síða 65
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 6 l 2. februar 2015
Ókeypis lýsingarblað
17
vikutíðindi
Ein heilt nýggjur Renault Twingo er
komin á føroyska marknaðin.
Renault Twingo varð fyrstu ferð
sýndur fram á Paris Motor Show í
september 1992 og kom á evropeiska
marknaðin í byrjanini av 1993. Hesin
nýggjasti er 3. gereratión av Twingo.
Tað serliga við nýggja Twingo er, at
eins og í gomlum døgum er motorurin
aftan, og bilurin verður drivin av bak
hjólunum, sum vit kenna tað frá t.d.
VW Bolbuni.
Twingo hevur pláss til fýra vaksin
og er sera væl egnaður sum býbilur.
Við tað at motorurin er aftan, er betri
pláss framman og í kabinuni. Bilurin
hevur fýra hurðar og stóra baklúku.
Eisini eru nógv ymisk pláss til at leggja
lutir frá sær sum t.d. handskarúm,
hillar og skuffur.
Motorurin er ein bensin við 70
hk, sum koyrir heilt upp til 27 km/l
á landsvegi og upp til 23,8 km/l við
blandaðari koyring.
Renault Twingo er ein rættuliga
sermerktur bilur, bæði tá tað kemur til
design og konstruktión. Hvat útgerð
viðvíkur fæst hann í útgávunum
Authentique og Expression, umframt
at hann fæst við nógvari aðrari eyka
útgerð.
Renault Twingo kann síggjast og
roynast hjá Berg Motors.
Nýggjur
Renault
Twingo