Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-02, síða 66
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. februar 2015síða 66

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 6 l 2. februar 2015 18 vikustólurin Kenslan av at hava okkurt at týða fyri onnur gleðir meg Lýs teg sjálvan við trimum orðum: Smæðin, Tolin, Kreativ. Hvat merki er bilur tín? Eigi ongan, men maðurin eigur ein Kia Carneval, sum eg sleppi at læna. Hvat merki er telefon tín? htc-okkurt, ikki serliga fancy. Hvør er tín besta summarfrítíðaruppliving? Har eru so nógvar: Øll summar í Mykinesi hava havt serligar upplivingar við sær. Gongutúrar á Slættanes. Ein túrur á Víkum í 2012. Einaferð búði eg á einum munkakleystri í Arabida, Portugal. CISV legu í Mexico 1985. Friðargongu í USA í 1981..... nei, nú steðgi eg. Hvat orð ella hvønn setning nýtir tú oftast? Íjússus, íjússus, íjússus ...... Hvørjum hyggur tú at hjá hinum kyninum? Gongulagi, holdningi og eitt sindur at rumpuni ... Hvat ger teg í góðum lag? Eitt blíðligt orð, eitt kompliment, ein góð bók, ein heilsan, ein vælgjørdur/ spældur filmur, feitur tónleikur, ein inspirerandi málningur, kreativt arbeiði saman við spennandi fólkum. Hvat stressar teg? Alt, eg burdi gjørt. Hvør er tín yndisrættur? Ræstur fiskur. Hvat gleðir teg? Kenslan av at hava okkurt at týða fyri onnur og at gerast hugtikin listarliga og menniskjansliga Hvat var seinasta ynskið, sum tú fekst uppfylt? At halda jól í Mykinesi saman við mínum kæru. Hvar arbeiðir tú? Fríyrkis sjónleikari og leikstjóri. Hví valdi tú at arbeiða innan júst hesa vinnu ella øki? Tað einasta eg dugi ella tími. Hvør er stuttligasta uppliving tín í starvinum? Óteljandi stuttligar upplivingar, tá eg havi spælt sjónleik, men tá vit spældu Per Gúnt á Tjóðpallinum, og vit høvdu so nógv ræðuliga skjót skift, hendi alt møguligt - fólk, ið grulvaðu undir áskoðarplássunum, ógvusligir samanbrestir í myrkrinum aftanfyri og á pallinum, ein kollega sitandi spillnakin á einum stóli, tí hon eina løtu ikki visti, hvar og nær hon skuldi innaftur, eg rennandi í eini fuglakostumu yvirum pallin fyri at skifta í náttkjóla, leggja meg í eina song fyri síðan at vera rulla inn á pallin at doyggja uppá 2 sekund...... eg kundi hildið áfram leingi. Hvørjum tónleiki lurtar tú eftir? Nærum øllum uttan danseband líknandi country. Hvat er besta uppfinningin og hví? Water Closet, á føroyskum vesið, tí so nýtist tær ikki í heilum at vera konfronterað við tín egna lort. Hvat er besta íløgan, tú hevur gjørt? Mín kæra MacBook Air telda. Hvat er títt besta heimaráð? Royn sum frægast at liva í løtuni. Hevur tú nakað húsdjór? Eina kettu, frk. Mørk, og ein fress, Mikkjal. Hvat hevði tú gjørt, um tú vann eina millión? Ikki trúð tí. Hvat hevði tú gjørt, um tú vann tíggju milliónir? Slett yvirhøvur ikki trúð tí, og bíða til tey komu aftur eftir teimum. Hvat er best við Føroyum og hví? Náttúran, tí hon loyvir okkum at undrast, málið, tí tað er ríkt og vakurt, mentanin, tí hon er kveikjandi. Hvar ert tú um 10 ár? Vónandi í holt við at skriva mítt meistaraverk, ið skal framførast á fremstu sjónleika pallunum í verðini. Navn: Jóhanna Maria (Ria) Tórgarð Alt, eg burdi gjørt, stressar meg