mánadagur 2. februar 2015síða 68
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 6 l 2. februar 2015
Ókeypis lýsingarblað
20
vikutíðindi
Nevna vit Vágsbotn og handilslív,
so slepst ikki uttan um Restorff
familjuna. M. C. Restorff kom, sum
kom til Føroya í 1848 at starvast í
einahandilinum, byrjaði virksemið í
egnum navni í 1856. Hóast handilsvirki
hansara fór av knóranum í tjúgunum,
so eru eftirkomarar hansara framvegis
í Vágsbotni so ella so.
Síðani 1953 hevur P/F Valdemar
Lützen átt tann partin av gomlu
handilshúsunum í Vágsbotni, sum nú
hýsa Miðalhúsinum.
Gamli Valdemar Lützen, sonur
Jacob Lützen, var giftur við dóttir
gamla Restorff. Tey eiga sonin Mog
ens, sum aftur eigur sonin Valdemar
Lützen, ið saman við sínum børnum
eigur bygnignin í Vágsbotni, sum hýsir
Miðlahúsinum.
Mogens Lützen seldi í sínari tíð
Andreasi í Vágsbotni tann bygnining,
sum framvegis hýsir handli hansara, ið
døtur hansara reka í dag.
Áarvegurin í fyrr helvt av síðstu øld.
Stóru húsin fremst í myndini eru húsini
hjá Restorff, har Hotel Hafnia er í
dag. M. C. Restroffsgøta, sum ikki er
til longur, var niðan fyri Restorffshús
og gekk niðan á Húsabrúgv. Hendan
gøtan hvarv, tá Hotel Hafnia varð
útbygt í 1966-67. Johan M. Restorff
heldur, at onkur gøta ella okkurt
stað í Havnini átti at verið uppkallað
eftir gamla Restorff, sum var fysti
heiðursborgari í Havn.
Restorff í Vágs
botni í 150 ár
Her var Rybergshandil frá 1765 til 1785, og her
bygdi kongiligi handilin fyrst í 1800 talinum.
Húsini eru vinstrumegin frá, handilin hjá Jóan
Jakku Joensen, skómakara, sum bygdi í 1925 og
setti eina hædd omaná í 1932.
Steinapakkhúsið, sum ein hædd varð sett
omaná, eftir tað at kongligi handilin var givin,
handilshúsini, Restorffshandilin bygdi, eftir tað at
ognirnar í Vágsbotni vóru keyptar og Vektarbúðin,
sum Zacharias Heinesen eisini innrættaði til handil,
tá hann fór at handla í Vágsbotni um 1927, eftir
tað at Restorffshandilin var givin.
Bilarnir eru av fyrstu bilum í Føroym – teir eru
av slagnum Ford T, sum vórðu framleiddir frá
1908-1927.
(Kelda: Traðkaðu fólkinum slóð, Finnur Johansen)
Vágsbotnur
1932
Áarvegur