Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-02, síða 69
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. februar 2015síða 69

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 6 l 2. februar 2015 Ókeypis lýsingarblað 21 vikutíðindi Johan M. Restorff: Eiga at fáa eina nýggja M. C. Restorffsgøtu Gamli Restorff var fyrsti heiðurs­borg­ ari í Havn. M. C. Restorff Ein gøta av Áarvegnum niðan á Húsa­brúgv hevði navn eftir Gamla Restorff, M. C. Restorffsgøta. Men gøtan er horvin og gøtunavnið við. Men hetta gøtunavnið átti at komið aftur til heiður og æru, heldur Johan M. Restorff, sum er langabbasonur gamla M. C. Restorff. – Vit hava fleiri ferðir heitt á Tórs­ havnar Kommunu um at fáa onkra gøtu ella okkurt pláss uppkallað eftir M. C. Restorff, sigur Johan Restorff. – Eg havi onkuntíð sett uppskot fram um, at grótveggurin í Vágsbotni – móti bókhandilshavanum – kundi verið prýddur við minnisplátum yvir borgarstjórar og heiðursborgarar, sigur Johan Restorff, og vísir millum annað á M. C.Restorff og langabbason hansara, William Heinesen, sum báðir vóru heiðursborgarar. – Í dag liggur akker á grasfløtuni, men tað stavar frá trolaranum Goða­ nes, sum sakk við flesarnar á Skálafirði fyrst í 1957, sigur Johan Restorff. Gamli Restorff átti ognina framvið Áarvegnum niðan á Vaglið. Millum »Centrum« (Jørgen á Áarvegnum) – ella Sirri, sum heldur til har í dag – og húsini hjá Restorff var brekkan niðan móti Havnar Kirkju. Hendan brekkan varð nevnd M. C. Restorffs gøta. Hon gekk í veruleikanum niðan gjøgnum tann partin av Hotel Hafnia, sum í nógv ár hýstir Flogfelag Føroyar, og har ymsir handlar hava havt útsølur sein­astu árini. Húsini við M. C. Restorffsgøtu vóru annars: Á sunnaru síðu: Húsini hjá Jørgen á Áarvegnum(Centrum), Adolf Kjær­bo (Addaba) og fastbygdu hjá Anton Arge (hesi bæði húsini eru nú Kriminal­ forsorgin). Á norðaru síðu: Restorffs-húsini, Hús­ini hjá M. A. Jacobsen (Elsbu í Skot­ inum) (nú Parkeringsøkið hjá Hafnia) og ovast Húsini hjá Hósvíksjáki. Tað var á húsunum hjá Hósvíksjáku, at gøtunavnaskeltið »M. C. Restorffs- Gøta« sást á suðurskjøldrinum. Tað var í 1966-67, at niðari part­ urin av M. C. Restorffsgøtu bleiv burt­ ur, tá Hafnia bygdi sunnara bygningin fastan í Centrum-húsini. – Stutta tíð eftir hetta varnast vit, at skeltið M. C. Restorffs-Gøta er tikið burtur, og at bert tóm skrúvuhol stóðu eftir, sigur Johan M. Restorff. Martin Christian Restorff var føddur í Keypmannahavn í 26. juni í 1816, og hann doyði í Havn í 24. juli í 1897. Hann var bakari, kondittari og keypmaður í Føroyum. Hann byrjaði sum kondittari í føði­býnum sínum, Keypmannahavn, áðrenn hann í 1848 kom til Føroya at arbeiða hjá Kongiliga Einahandlinum í Føroyum. Hann var tann fyrsti at søkja um handilsloyvi, tá einahandilin varð avtikin í 1856, og tí læt hann handil upp samstundis, sum einahandlin helt uppat. Hann keypti handilshúsini í Vágs­ botni, har Sosialurin og handilin hjá Andreasi í Vágsbotni halda til og aðrar ognir, eitt nú Reinsaríið. Handilsvirksemið hjá M. C. Restorff hevði stóran týdning fyri bæði inn og útflutning næstu hálvu øld­ina, og handilin vaks við 40-50 deild­um kring landið. Restorffs Bryggjarí, sum varð stovn­að í 1847, var eisini partur av handilsvirksemi hansara. Gamli Restorff var ein væl lýddur maður millum havnarborgarar. Tá hann fylti 80 ár í 1996, varð hann kosin heiðursborgari – eins og langabbasonur hansara, mæta skald okkara William Heinesen, eisini varð kosin heiðursborgari 84 ár seinni, tá eisini hann fylti 80 ár. Fyrsti heiðursborgari í Havn M. C. Restorffs Gøta í Havn um 1890: Gøtan var av Áarvegnum og niðan á húsabrúgv, millum húsini hjá Restorff høgrumegin og hjá Vága Onnu vinstrumegin. Gøtan varð tikin upp í Hotel Hafnia og húsini hjá Vága Onnu, tá esi vórðu bygd og umbygd í 1960 árunum. Húsini eru hjá Vága Onnu, Húsa Poulinu, Rubekki, Kolturs Onnu, Bøkjaranum og hjá Restorffi. Rossið á myndini sigst vat vera tað , danski kongurin Christian 9,. reið á til Kirkjubøar, tá hann í 1874 vitjaði í Føroyum.