mánadagur 2. februar 2015síða 70
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 6 l 2. februar 2015
22
Ebbe TN 140
Audi 80
hjá Ansgari Jensen
Bilurin
við Óla Olsen
Fyri jólum vitjaðu vit Kristján Eiriksson, sløkkiliðs
mann í Havn, sum hevur smíðað modell av mot
orbátinum Ebba TN 140. Báturin hevur motor og
fjarstýring, og tá ið veðrið batnar, fer Kristján at
royna hann á floti. Báturin er smíðaður eftir tí
líki, hann hevur nú – eftir umbygging fyri nøkrum
árum síðan.
Í 1916 smíðaði Laurits í Mortansstovu í Havn
deksbátin Ebba til Sørin E. Müller í Havn. Báturin
var góð sjey tons, hevði flata hekku, eina mastur
og ruff – ikki stýrihús. Laurits og Lias í Rættará
smíðaðu sínar bátar úti í Álakersvík.
Ebbe varð seldur Skipafelagnum Føroyum, og
síðan átti Esbern Simonsen í Saltangará deks
farið, ið kom at liggja fyri teymi úti fyri Høgabóli.
Peter Poulsen, ið átti kioskina Kahytten, setti
nýggjan motor í og riggaði bátin til ferðafólka
flutning. Berghild P 134 var rættiliga kent far á
Skálafjørðinum og í Havn tíggjuáraskeiðið 1960-
1970.
Í 1971 keypti Werner Petersen í Saltangará
Berghild, og umvegis Fuglafjørð og Hvannasund
kom báturin í 1981 aftur til Havnar og fekk
navnið Álkan. Um ár 2000 lótu eigararnir Santa
Jørunds gildi í Havn farið, ið seinni varð sent til
Skotlands at seta í stand frá grundini.
Eftir drúgva útlegd kom Ebbe TN 140, sum
hann nú nevndist, í 2011 aftur til Føroya. Sum
skilst var ætlanin, at skótar og onnur ungfólk
skuldu sigla við honum, nú hann kom aftur.
Ebbe hevur nýtt ruff, og dekkið er lyft upp har
frammi at geva betri pláss niðriundir. Lastin er
umbygd til kahútt við koyggjum, so lagamanni er
at fara útferð við bátinum. Enn vantar tó nógv at
gera, áðrenn siglingarklárt er.
Lesarar eru vælkomnir at senda okkum gamlar bilmyndir
saman við stuttum teksti og upplýsingum til:
maggi@sos.fo
Bilurin hesa vikuna er ein Audi 80
hjá Ansgari Jensen hýruvognsførara
og koyrilærara í Havn.
Myndin, ið er tikin í Dalatúni
framman fyri Skodsborg
baðistovuna, er helst tikin í seinnu
helvt av 70-unum. Hin bilurin á
myndini er ein grønur VW Golf hjá
soninum Berguri Jensen, sum varð
leiðari á Skodsborg.
Hesir Audi 80 vórðu gjørdir
frá 1973 til 1979. Fleiri av
hesum modellunum koyrdu
sum hýruvognar í Føroyum. Tað
var Bilasølan Norrøna v/Beinar
Vestergaard, sum seldi Audi og VW
í Føroyum.
Maðurin á myndini er Ansgar
Jensen. Legg til merkis at bilurin
hevur Auto-skelti á takinum og ljós
á forskermunum við áskriftini Taxi.
Kristján Eiriksson hevur smíðað vakra modellskipið Ebba TN 140
Myndaeigari: Bergur Jensen
Skipssøga