Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-02, síða 71
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. februar 2015síða 71

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 6 l 2. februar 2015 Ókeypis lýsingarblað 23 vikutíðindi VØRN • YVIRI VIÐ STROND 3 • POSTRÚM 1238 • 110 TÓRSHAVN • FØROYAR • TEL 311065 • FAX 313981 • WWW.VORN.FO • VORN@VORN.FO S T A R V S L Ý S I N G Í sambandi við øktar uppgávur, søkir Vørn eftir einum løg- frøðingi afturat, at byrja skjótast til ber. Starvsinnihaldið er løgfrøðislig ráðgeving til stovnin sum heild. Vørn er stovnur undir Fiskimálaráðnum og stovnurin er skipaður í deildir. Hesar eru í løtuni Fiskiveiðieftirlitið, Bruna- eftirlitið, MRCC/Tórshavnradio og Veðurstøðin. HØVUÐSUPPGÁVURNAR Í STARVINUM ERU M.A.: • At ráðgeva leiðsluni á deildunum á landi og umborð á skipunum í løgfrøðisligum spurningum, serliga innan fiskiveiðieftirlit, brunaeftirlit, tilbúgving, revsirættarligar spurningar og fyrisitingarrætt. • Fyrireika revsimál, at lata ákæruvaldinum. • Menna mannagongdir og mál fyri stovnin. • Ráðgeva og málsviðgera í sambandi við umsiting av fiskiloyvum, avhendingum av skipum v.m. • Eftirkanna reglur um avmarkingar av útlendskum eigara- skapi og miðsavnan av loyvum verða hildnar. • Ráðgeva um privatrættarligar sáttmálar, so sum sáttmálar um sleip, fjarskiftislinjur, tryggingar v.m. • Ráðgeva í tilbúgvingarmálum og um brunalóggávu. • Viðgera starvsfólkamál. • Skriva hoyringarskriv av ymiskum slag. Tann setti kann vænta sær eitt starv við sera fjølbroyttum upp gávum í mennandi og yrkisligum umhvørvi. Hevur tú áhuga, áræði og dugir væl at samstarva og eisini at vera í sjálvdrátti, er Vørn rætta staðið. Umsøkjarin skal hava ella vera um at hava lokið prógv sum løgfrøðingur (cand. jur. ella líknandi). SETANARTREYTIR Lønar- og setanartreytirnar eru sambært sáttmála mil l- um Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingarfelag Føroya. Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum og at økið verður umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur. Setanin fevnir um Fiskimálaráðið og stovnar undir tí, umframt Løgmansskrivstovuna og onnur stjórnarráð. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at ringja til Vørn á tlf. 291011 og tosa við Hannus Petersen, løgfrøðing. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. UMSÓKNIR Umsókn saman við avriti av prógvum og møguligum við- mælum skulu sendast til: VØRN Yviri við Strond 3 Postsmoga 1238 110 Tórshavn Umsóknin skal verða Vørn í hendi í seinasta lagi 16. februar 2015 klokkan 12.00. Til ber eisini at senda umsóknina sum teldupost til: journal@vorn.fo Vørn søkir eftir LØGFRØÐINGI Fyritøkurnar Nordjysk Lift og Bilrøkt eru nú farnar í enn tættari samstarv. Mánadagin 26. januar skrivaðu um­ boð fyri Nordjysk Lift og Bilrøkt undir eina samstarvsavtalu, sum inni­ber at Bilrøkt keypir teirra Scania flutnings­bil og samstundis yvirtekur allan flutning fyri Nordjysk Lift. Eyðun Egholm frá Nordjysk Lift sigur í stuttari viðmerking at eftir at Nordjysk Lift og Bilrøkt nú í mong ár hava havt eitt tætt og gott samstarv, er hann glaður fyri avtaluna sum nú er gjørd. Heini á Borg frá Bilrøkt fegnast eisini um avtaluna, sum ger at Bilrøkt verður enn betri og fleksiblari enn teir hava verið. Í síðsta enda verður tað kund­in sum fær ágóðan av hesum, hetta tí at Bilrøkt nú hevur fýra flutn­ ings­bilar, sum koyra og svara alt sam­ døgrið. Eyðun Egholm frá Nordjysk Lift og Hugo Joensen frá Bilrøkt Bilrøkt fýra flutningsbilar