týsdagur 3. februar 2015síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. februar 2015 · Nr. 14
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
landsjørð
Fleiri hundrað
milliónir liggja
steindeyðar
Áki Bertholdsen
– Meiri enn helvtin av allari
jørð í Føroyum er almenn
ogn. Men tað almenna brúk
ar ikki jørðina til nakað sum
helst. Tí er tað betri, at øll
tey almennu festini verða
einskild, so at tey verða ogn
hjá bóndunum, sum røkja
jørðina.
Tað
staðfestir
Jacob
Vestergaard,
landsstýris
maður í landbúnaðarmálum.
Fríggjadagin fer hann at
leggja eina frágreiðing fyri
løgtingið um at einskilja
landsjørðina og hósdagin
12. februar, verður aðalorða
skiftið um málið.
Á
búnaðarstevnuni
í
Klaksvík herfyri staðfesti
Jacob Vestergaard, at spurn
ingurin
um
at
einskilja
almennu jørðina er ikki
viðgjørdur politiskt í sam
gonguni, og sosatt er ógreitt,
hvørja lagnu, málið fær.
Men sjálvur ivast hann
onga løtu í, at tað einasta
rætta er at einskilja lands
jørðina fyri at sparka lív
í nøkur virði, sum annars
liggja steindeyð.
Tað er ógvuliga ymiskt,
hvussu tey almennu festini
eru skipað. Talan kann vera
um ein festihaga við einum
festara, ella fleiri festarum.
Tað er heldur ikki óvanligt
við einum blandingini ímill
um festijørð og ognarjørð í
sama haga. Og so eru tað eis
ini nógv festi, sum bara eru
ein vanligt trøð.
Liggur steindeyð
Men tað almenna ger einki
við alla jørðina, tað eigur
og tískil liggja virði fyri
hundraðtals milliónir stein
deyð, sigur landsstýrismað
urin.
– Tað er rætt at geva tey
virðini leys, so at eisini tey
kunnu koma í umfar í sam
felagnum.
– Tað eru festararnir sum
brúka jørðina og eg dugi ikki
at síggja nakra orsøk yvir
høvur, til, at teir, sum brúka
jørðina, ikki eisini skulu eiga
hana, heldur landsstýris
maðurin.
Sum støðan er nú, kann
tann, sum umsitur jørðuna,
ikki brúka hana til at skapa
nøkur virði burtur úr – og
landið fer heldur ikki nakað
burtúr.
– Einskilja vit jørðina,
fer tað at styrkja munandi
um møguleikarnar at reka
vinnu, eitt nú kann virðið á
jørðini brúkast at seta í veð
í sambandi við vinnuligar
ætlanir.
– Jørðin er varandi virði
og kann sostatt brúkast
ættarlið eftir ættarlið.
Landsstýrismaðurin held
ur, at sum støðan er nú, er tað
eisini ein stórur trupulleiki
hjá teimum vinnurekandi
bóndunum.
Teir brúka eitt heilt lív
upp á at byggja ein garð
upp. Ofta hava fleiri ættarlið
brúkt alt sítt lív upp á at
byggja ein garð upp, uttan at
eiga hann, og sostatt uttan at
eiga sjálvt grundarlagið, teir
byggja sína vinnu á.
– Nógvir vinnurekandi
bøndur lata meg vita, at tað
er ringt at fáa fígging til
garðin, tí teir kunnu ikki seta
jørðina í veð, og tí verða teir
noyddir at hefta sjálvir fyri
tey lán, tey taka. Tað kann
fáa stórar avleiðingar fyri
teir, eisini tá ið teir noyðast
at hefta fyri skuld, tá ið teir
leggja frá sær.
Men Jacob Vestergaard
hugsar ikki bara um tey
vinnuligu
brúkini.
Hann
heldur eisini, at tey, sum
hava tey smærru festini, ella
bara eina trøð, og sum hava
tað til frítíðarítriv, ella sum
partvís vinna, eiga at kunna
ogna sær jørðina, sum tey
ofta hava havt í familjuni í
fleiri ættarlið.
– Eg haldi, at tað er ein
rættiliga
grundleggjandi
fyri bøndurnar, at teir eiga
jørðina, teir arbeiða við. Eiga
bøndurnir jørðina sjálvir,
leggja teir ta orkuna í garðin,
sum man altíð leggur í tað,
ein eigur sjálvur.
– Eg haldi, at fólk leggja
altíð meiri arbeiði í tað, tey
eiga sjálvi, tí soleiðis hevur
tað altíð verið.
– Tað er ikki tað sama
at eiga sum at leiga, leggur
hann afturat.
Einskiljast í stigum
Jacob Vestergaard sigur, at
tað, hann hugsar sær, at at
almenna jørðin verður ein
skild í stigum.
Í fyrsta lagi kundi hann
hugsað sær, at traðirnar
verða
einskildar.
Annað
stigið kann vera at einskilja
almennu jørðina í bland
aðum høgum, har fleiri fest
arar og ognarar eru.
Í triðja lagi heldur hann,
at hagar, har fleiri festarar
eru, skulu einskiljast, og sein
asta stigið skal vera at ein
skilja jørðina, har ein festari
situr við einum haga.
Sostatt kundi landsstýris
maðurin hugsað
sær,
at
sett
sjøtul
á
til
gongdina við
at einskilja tey smærru
festini og at tey stóru festini
verða einskild aftan á.
Men hann hevur eisini
gjørt sær greit, at tað verður
hvørki í dag ella í morgin,
at almenna jørðin verður
einskild, tí talan er um eina
drúgva tilgongd.
Ein avgerandi spurningur,
støða skal takast til, er, hvat
tað almenna skal selja al
mennu jørðina fyri.
Skal tað vera fyri markn
aðarprís, ella skal prísurin
bara vera eitt eiti.
Jacob Vestergaard heldur,
at tað er ein spurningur, sum
skal viðgerast.
Men eitt, sum liggur í
kortunum, er, at ein nevnd
skal setast at meta um virðið
á jørðini og so verður hon
einskild fyri metingarvirðið.
Metingarnevndin
skal
meta um, hvat vanligur
prísur er fyri jørð í teimum
økinum, jørð skal einskiljast.
– Jarðarprísir eru ymiskir,
alt eftir, hvar í landinum,
jørðin er, staðfestir lands
stýrismaðurin.
Men hann sigur, at prís
urin kann eisini ásetast á
annan hátt. Enn er spurning
urin um at einskilja jørðina,
komin so stutt, at tað er
meiningsleyst at fara at tosa
um eina prísáseting longu
nú, sigur Jacob Vestergaard.
Hinvegin heldur hann,
at tey, sum sita við jørðini
í dag, hava nøkur rættindi,
sum myndugleikin ikki kann
skúgva til viks. Eitt nú hava
tey skapt nøkur virði, sum
tey mugu fáa endurgjald
fyri, verður jørðin seld und
an teimum.
Harafturat heldur hann,
at bøndurnir, sum sita við
jørðini, eiga at fáa fyrstarætt
til at ogna sær jørðina, tí tað
er ikki neyðugt at bjóða jørð
ina út í fríari sølu. Men støða
Tey sum brúka jørðina í Føroyum,
mugu eisini sleppa at eiga hana
og tí skulu øll festini einskiljast
Tilsamans eru Føroyar
2.300 merkur, uttangarðs,
og av teimum er lands
jørðin 1.300 merkur, ella 55
prosent. Sostatt eru 1.000
merkur, ella 45 prosent av
jørðini í Føroyum, ognar
jørð.
Tað merkir, at 55 pro
sent av Føroya landi al
menn jørð og tilsamans
eru tað einir 360-370 fest
arar kring landið, sum
røkja hesa jørðina í størri
og minni festum.
Tað, Jacob Vestergaard
vil sleppa at einskilja, eru
tær 1.300 merkurnar, sum
eru landsjørð. Tað svarar
til 20.800 gyllin, men
tað er ógvuliga ymiskt,
hvussu nógv ein gyllin
er verdur, alt eftir, hvar
hann er.
Innangarðsjørðin bara
átta prosent av øllum
lendinum, men hinvegin
eru tað bara onkustaðni
ímillum 3 og 6 prosent av
allari jørðini í Føroyum,
sum er velt.
aki@sosialurin.fo
55%
Fyrstarætt
Støða er ikki tikin til, hvussu almenna jørðin skal seljast, men sjálvur heldur
Jacob Vestergaard, at bøndurnir, sum sita við jørðini, eiga at fáa fyrstarætt
keypa, tí tað er ikki neyðugt at bjóða jørðina út í fríari sølu