týsdagur 3. februar 2015síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. februar 2015 · Nr. 14
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ARBEIÐI UTTANLANDS
Danjal av Rana
Antares, áhugafelagið hjá
føroyingum í starvast uttan
lands, og Føroya Skipara- og
Navigatørfelag, kallaðu til
tíðindafund týsmorgunin.
Á skránni stóð ein fram
løga hjá Magna Laksáfoss,
búskaparfrøðingi, um før
oysku arbeiðsmegina uttan
lands. Magni Laksáfoss og
Dennis Holm gjørdu í 2009
kanningina “Føroysk sjófólk,
sum sigla í øðrum londum,”
og nú hevur Magni Laksá
foss dagført hesa kanning
ina, umframt at víðka hana
til at umfata allar bólkar
av
føroyskari
arbeiðs
megi, ið starvast í útlond
um. Kanningin hevur sum
endamál at vísa, hvørjar bú
skaparligu
avleiðingarnar
eru av tí inntøku, sum før
oyska arbeiðsmegin uttan
lands, fær til Føroya.
Dánjal Jákup Meinerts
son, formaður í Antares, byrj
aði tíðindafundin og tosaði
stutt
um,
at
føroyingar
altíð hava havt ein arbeiðs
marknað uttanlands. Fyrr
arbeiddu nógvir føroyingar
í
fiskivinnuni
í
Íslandi
og Grønlandi, men nú er
meiri vanligt at arbeiða
í
øðrum
londum.
Hann
harmaðist samstundis um,
at hugburðurin til hetta
arbeiðið, og tónin í kjaki
num um føroyingar í arbeiði
uttanlands, var nógv vers
naður seinastu árini.
- Hendan frágreiðingin er
ætlað sum eitt íkast til kjakið
um føroyska arbeiðsmark
naðin og umstøðurnar hjá
føroyinginum, ið starvast
uttanlands, segði hann mill
um annað.
Seinastu árini hevur ofta
verið kjakað um arbeiðs
megina
uttanlands,
hvat
hon letur eftir sær í Før
oyum í mun til hvat hon
kostar
samfelagnum,
og
áhugafelagið
Antares
vil
vera við, at nógvir av pá
standunum ikki eru sann
ir. Tað hevur millum annað
verið ført fram, at føroyska
arbeiðsmegin uttanlands er
ein útreiðsla fyri føroyska
samfelagið, við tað, at hon
ikki rindar skatt í Føroyum,
men hagtølini og útrokning
arnar í hesi kanningini benda
á, at hendan ákæran ikki er í
samsvar við veruleikan.
12 prosent av
føroyska búskapinum
Føroyska
arbeiðsmegin
uttanlands er voksin nógv
seinastu árini. Meðan tað í
tíðarskeiðnum frá 1997 til
2005 starvaðust um 1.500
føroyingar uttanlands, var
talið 2.500 í 2012, ella út við 10
prosentum føroysku arbeiðs
megini í Føroyum.
Meðan tað fyrr mest var
talan um fólk, ið starvaðust
á landi, so sum handverkarar
ella elektrikarar og sjófólk
undir DIS-skipanini, er talið
av fólkum í FAS og øðrum
skipanum enn DIS, so sum
NIS og NOR, vaksið nógv
seinastu árini.
Meðan
talið
av
løn
takarum er voksið nakað,
er samlaða inntøka teirra
út við trýfaldað frá 1997
til 2002. Hetta kemst av, at
miðalinntøkurnar eru vaks
nar í sama tíðarskeiði. Sam
laða lønarinntøkan úr út
landinum var í 2012 komin
upp um 1,2 milliardir krón
ur. Til samanberingar vóru
lønargjaldingarnar úr ali
vinnuni 220 milliónir krón
ur og úr flakavinuni 300
milliónir krónur sama árið.
Sambært
kanningini,
ið var løgd fram í morgun,
var beinleiðis ávirkanin av
inntøkuni á arbeiðsmegina
uttanlands á føroyska bú
skapin um 12 prosent í 2012.
Hetta merkir, at umleið 12
prosent av øllum størvum í
Føroyum hava sín uppruna í
inntøkuni frá arbeiðsmegini
uttanlands, og vildi føroyski
búskapurin sostatt minka
við 12 prosentum um inntøk
an uttanlands fall burtur.
Samlaða inntøkuskapan
in av fólki, ið arbeiddu uttan
lands í 2012, var 2,6 milliardir
krónur, harav 1,2 milliardir
vóru skaptar í útlandinum,
tað vil siga eru løn, meðan
1,4 milliardir vóru virksemi í
føroyska búskapinum.
Tølini vísa harumframt,
at ein persónur í føroysku ar
beiðsmegini uttanlands letur
eins nógv til samfelagið, sum
ein persónur, ið arbeiðir í ali
vinnuni ella flakavinnuni.
Munurin er bert, hvussu
tað verður goldið til sam
felagið. Arbeiðsmegin uttan
lands rindar fyrst og fremst
gjøgnum nýtsluna av teirri
inntøku, ið er skapt í útlandi
num, meðan arbeiðsmegin í
Føryum letur ein størri part
av sínum íkasti gjøgnum
skattin.
Týdningarmiklari
enn ríkisveitingin
Í kanningini vísir Magni
Laksáfoss á, at inntøkan frá
arbeiðsmegini
uttanlands
í ávísan mun kann saman
berast við ríkisveitingina. Í
báðum førum er talan um
eina inntøku, sum er skapt í
útlandinum, men sum hevur
ávirkan á føroyska búskapin.
Magni Laksáfoss vísir á,
at meðan ríkisveitingin í 1999
svaraði til um 37 prosent av
BFI, sum er at líkna við BTÚ,
svaraði arbeiðsmegin uttan
lands til góð 16 prosent.
Ríkisveitingin hevur havt
minkandi týdning fyri bú
skapin seinnu árini, serliga
við tað, at hon hevur staðið
í stað, meðan aðrar inntøk
ur eru øktar. Inntøkan frá
fólki, ið arbeiðir uttanlands,
er haraftur ímóti voksin
heilt nógv, og í 2011 fóru
inntøkurnar
av
arbeiðs
megini uttanlands upp um
ríkisveitingina í týdningi
fyri føroyska samfelagið.
Arbeiðsmegin
uttanlands
svaraði í 2012 til 21 prosent,
meðan ríkisveitingin svaraði
til 19 prosent av BFI.
Sum sagt starvast um
2.500 føroyingar uttanlands,
ella umleið 10% av føroysku
arbeiðsmegini.
Kanningin
hjá Magna Laksáfoss vísir,
at hesi 2.500 persónarnir
standa fyri umleið 18 pro
sentum av samlaðu almen
nu inntøkunum av skatti
og avgjøldum. Mett verð
ur, at samlaðu almennu
inntøkurnar í 2012, sum
stavaðu beinleiðis og óbein
leiðis frá fólki, ið arbeiddu
uttanlands, eru 1,1 millliard
krónur, ella stívliga játtanin
til Landssjúkrahúsið.
At
enda
nam
Magni
Laksáfoss við spurningin
um, hvørt tað ikki var betri,
at fáa hesi fólk heim aftur at
arbeiða. Til tað var at siga, at
hetta svarar jú til 10 prosent
av samlaðu arbeiðsfjøldini,
og tí er ivasamt, um arbeiði
er til allar hesar hendur. Har
umframt er vert at minnast
til, at 12 prosent av føroys
ku arbeiðsplássunum eru
skaptar av inntøkum uttan
lands, við øðrum orðum vil
di man mist 12 prosent av
arbeiðsplássunum, um øll
hesi komu til Føroya at ar
beiða.
1,1 MILLIARD
Í KASSAN HJÁ
TÍ ALMENNA
Teir 2.500 føroyingarnir í arbeiða uttanlands, lata 1,1 milliardir eftir seg í almennari inntøku, sigur
nýggj greining, ið Magni Laksáfoss hevur gjørt fyri Antares og Føroya Skipara- og Navigatørfelag
Niðurstøðan í kanningini er greið:
- Samanlagt vísir hetta okkum týðiliga, at føroyska
arbeiðsmegin uttanlands er ikki nøkur byrða fyri
samfelagið, men er ein vinningur fyri bæði samfelagið sum
heild og fyri almennu kassanar, staðfestir Magni Laksáfoss
at enda í kanningini.