Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-03, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. februar 2015síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 4. februar 2015 · Nr. 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Nú eru øll tey føroysku bløðini talgild Í næsta mánaði bjóðar Landsbóka­ savnið fram ein e-portal við so at siga øllum teimum føroysku bløðunum fram til ár 2000 Eirikur Lindenskov Í næsta mánaði fer tað at bera til at lesa øll tey føroysku bløð­ini, sum komu út fyri ár 2000 á internetinum. Tað er ein verkætlan hjá Lands­bóka­savn­in­um at tal­ gilda før­oysku bløðini, sum nú er komin so mikið áleiðis, at almenningurin kann lesa tey í marsmánaði. Landsbókasavnið hevur øll bløð og tíðarrit, sum eru kom­in út, til skjals. So at siga øll eru av­mynd­að á mikro­film fyri nógv­um ár­um síð­ani. Mikro­film­ur­in og mask­in­an til tess á Landsbókasavn­in­ um var í mong ár álit­ið hjá teim­um, sum vildu granska í goml­um bløðum. Tey bløðini, sum nú eru skann­að inn, eru bløð­ini, sum eru á mikro­filmi. Av tí at øll bløð, sum eru kom­in út, ikki eru á mikro­filmi, so verður savn­ið ikki 100 prosent kom­ plett. Har­um­framt verða so øll bløðini við, sum eru á timarit.fo – sí annars listan yv­ir bløð­ini. Fyri at talgilda bløðini, so hev­ur verið neyðugt at skanna tey inn og síðani OCR-lesa tey. Tað merkir at gera tað so­leið­is, at tað ber til at leita í tekst­in­um í bløð­ un­um. Tá tey verða skann­að, er tal­an um mynd­ir. Har ber ikki til at leita í tekst­in­um. Men við at OCR-lesa tey, ber til at leita í tekstinum. Men uppgávan at skanna bløð­ini er nógv minni, tá tey verða skann­að av mikro­filmi, enn um hvør síða í blað­num skuldi skann­ast av papp­íri. Men mikro­film­ar­nir, sum eru á Lands­bóka­savn­in­um, vóru í so ring­um standi, at illa bar til at skanna burt­ur úr teim­um. Men lukkutíð eru kopi av film­un­um til skjals í Stats­ bóka­savn­in­um í Århus í Dan­ mark. Tað eru hesi kopi sum eru brúkt í skann­ing­ar­arb­eið­in­ um, sum er partur av skann­ ing­ar­arb­eiði í Danmark. Har er tað fyritøkan Nine­stars, sum hevur staðið fyri arb­eið­in­um. Hetta er ein hin fremsta fyri­tøkan í heiminum til slíkt skann­ing­ ar­arb­eiði. Uppgávan var at skanna 32 milliónir síður – og av teim­um 450.000 føroyskar síð­ur. Tað er Erling Kjær­bo, bókavørður á Lands­bóka­ savn­in­um, sum er verk­ætl­ an­ar­leið­ari. Hann sigur, at arb­eið­ið hevur gingið væl, og at varð­veit­ing­ar­arb­eið­ið nú er lið­ugt. – Avtalan var, at e-portal­ ur­in skuldi vera klárar í mars, og tann ætlanin sær út til at halda, sigur Erling Kjærbo. Tá verður tilfarið alment og ein og hvør kann lesa – líka mikið hvar í verðini tú ert. Erling Kjærbo sigur, at í fyrstu syftu verður leiti­skip­ an­in nakað skerd. Tað ber til at leita upp á orð, sum síðani sæst í einum lista á síðuni. Tá tú trýstir á leinkjuna, fært tú tað greinina fram. Men so fært tú ikki blaðað meira í blað­num. – Men vit fáa tvær týðandi dag­føringar longu í ár. Onnur er leiti­skipanin, har tú fært blað­að víðari í blaðnum. Hin er, at tú fært leitað upp á tvørs á bløðunum, sigur hann. Tað merkir, at tú fært leit­ að eftir orði í øllum bløð­un­ um í senn. – Vit kundu bíða og fingið hes­ar dagføringar við. Men so hevði verkætlanin ikki verið klár enn. Vit valdu heldur at fáa hana út nú, og so fáa has­ ar dagføringarnar seinni í ár, sig­ur Erling Kjærbo. Eirikur Lindenskov Tá nýggi e-portalurin hjá Landsbókasavninum verður klárur í næsta mánaði fer at bera til at leita í øllum Sosialunum síðani fyrsta blaðið kom út í 24. mai í 1927. Sosialurin er einasta føroyska blað, sum er komið út uttan slit síðani fyrsta útgávudag tann 24. mai í 1927. Við skipanini hjá Landsbókasavninum verða allar útgávurnar av Sosialinum frá 24. mai í 1927 til síðsta blaðið í 1999 talgild. Útgávunar síðani 2000 er í varðveitslu hjá Sosialinum í talgildum formi, stórur partur av teimum kann lesast í e-blaðnum hjá Sosialinum, sum kann lesast á www.sos.fo Sosialurin byrjaði við hesi skipan í 2011. Síðani tá er blaðið lagt í hesa skipan, so skjótt blaðið er greitt til prentingar – tað vil siga, at Sosialurin altíð er tøkur sum e-blað á sos.fo, áðrenn blaðið er prentað. Higartil gongur e-savnið hjá Sosialinum aftur til 1. oktober í 2008. Arbeitt verður eisini við at leggja bløðini frá 2000-2008 í skipanina á www.sos.fo. Tá tað arbeiðiið er liðugt, og e-portalurin hjá Landsbókasavninum klárur, ber til at lesa hvørt einasta eintak av Sosialinum, sum er komið út, á netinum. Sosialurin frá 1927-2015 á netinum Bløðini, sum eru skann­að og sum verða í leitiskipanini, eru hesi: 14. september 1947-1994, 1998 Alt um ítrótt 1985-1986 Dagblaðið 1934-1995, 1998-1999 Dimmalætting 1877-1999 Eysturoyggin 1986-1992 FF Blaðið 1972-1974, 1976-1989, 1991-1999 Fríu Føroyar 1983-1993 Føringurin 1996-1998 Sosialurin 1927-1999 Føroyatiðindi 1915-1950, 1952-1961 Glaðustrok 1965, 1967-1971, 1973 Losjutiðindi 1982 Norðlysid 1940-1944, 1951-1999 Oyggjatiðindi 1977-1999 Suðuroyar Tíðindi 1984-1987 Tingakrossur 1901-1954, 1960-1990 Vikutidindi 1982 23 titlar á Timarit, sum eisini kemur í nýggja webarkivið hjá Landsbókasavninum: Arbeiðið 1934 Búnaðarbløð (1903-1904) Búreisingur (1902) Dúgvan (1894-1925) Dúgvan (1941-1942) Fjarðbúgvin (1970-1975) Fríu Føroyar (1942-1948) Fróðskaparrit (1952-2010) Fuglaframi (1898-1902) Færingetidende (1852) Fyrsta føroyska tíðindablaðið Færöernes Kundgörelsessamling (1940-1947) Heldur fram á føroyskum sum: Føroya Kunngerðasavn Færøsk Kirketidende (1890-1906) Broytti seinni tittul til: Kirkjutíðindi Færøsk lovregister (1965-1988) Føringatíðindi (1890-1906) Fyrsta blað á føroyskum. Føroya kunngerðasavn A og B (1948-2002) Skrivað á føroyskum og donskum ; 1948-77 við titlinum Føroya kunngerðarsavn ; 1978-89 við titlinum Føroya kunngerðasavn ; 19... Kristeligt Ungdomsblad for Færøerne (1908-1918) Frá 1908 til 1912 mest á donskum Lovregister for Færøerne (1992-2011) Norðlýsi (1915-1920) Oyggjarnar (1905-1908) Ólavsøku-teiti (1892-1943) Tíðindablaðið (1974-1975) Tímin (1943-1946) Ungu Föroyar (1907-1915) Hetta er skipanin, sum Sosi­al­ur­in brúkar til e-blað­ið. Hon sæst á www.sos.fo Í næsta mán­að verður e-port­al­ur­in hjá Lands­ bóka­savn­in­um klárur við øll­um teim­um føroysku bløð­un­um fram til 2000, og tað verð­ur ein skipan, sum lík­ist hes­ari