Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-03, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. februar 2015síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. februar 2015 · Nr. 14 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 meldurin Annika Kunoy Im Nýggi stjórin í Námi eitur Regin Marnersson. Sjálvur sigur hann, at hann er blíður og arbeiðs­samur. Hann er altíð í gongd við einhvørja verk­ætlan og dámar væl, at hann sær tingini eit sindur øðr­vísi enn vanligt er. – Eg bjóði vanahugsani av. Um onkur brúkar argu­ ment­ið, at 'soleiðis hava vit altíð gjørt', so taki eg tað sum eina avbjóðing at gera okk­ urt øðrvísi, sigur hann. Tað er vorðið til eitt slag av einum tema, greiðir hann frá. Í einihvørjari uppgávu vil Regin vita, um tað møgu­ liga er ein betri máti at gera ting­ini uppá, og um man kann gagnnýta hjálpartólini, á ein betri hátt. Eisini setur Regin ofta spurninatekin við sítt egna arbeiði og hyggur at tí við kritiskum eygum. Tað er í stuttum tann mátin, sum eg eri uppá í øllum teimum ar­beið­um, sum eg havi. Sum dømi upp á hendan, nakað øðrvísi hugburðin kann nevnast, at Regin í starv­inum sum lærari hevur visk­að burtur mørkini, sum býta sundur flokkarnar. Hann hevur blandað næm­ ingar­nar av nýggjum, tí, sigur hann, tað er óneyðugt at hava teir býttar í bólkar bara tí, at soleiðis hevur man altíð gjørt. Næmingar í fyrstu flokkunum í Skúlanum á Giljanesi vita ikki, hvørki teir hoyra til í a ella í b, fyrr enn fyrsta hálva árið er farið aftur um bak. Á skúlanum verða saman­ set­ingar­nar broyttar fyrst hálva árið fyri at finna útav, hvussu ymisku børnini hóska saman. Hetta hevur rigg­að væl, og skúlin hevur fingið betri samansettar flokk­ar, sum eisini roynast betri sosialt. Tá Regin tók hesa av­gerð­ ina, helt onkur tað verða púra ørt, at man ikki fekk at vita beinan­vegin, hvørjum flokki barnið skuldi ganga í. Men, sigur hann, vit hava brúk fyri at skapa flokkar, sum fungera, og tað kann man ikki gita seg fram til út frá hvørjum býlingi barnið er úr. í løtuni man leggur eitt hug­skot fram, eru altíð fólk, sum siga at hetta ber ikki til. Men tað sum krevst av einum leiðara er at verða forvitin og granska tær loysnirnar, sum man ikki sær. Eisini er tað týdningarmikið at lurta eftir fólki, sum hava okkurt at hava meinigina í. – Tað er ein grund til, at man hevur ein munn og tvey oyru. Man skal lurta meira, enn man snakkar, eisini sum leið­ari, sigur hann. Eitt annað dømi upp á ein slíkan hugburð, har Regin hevur bjóðað vanahugsani av, er valfakini á Giljanesi, sum ganga upp á tvørs av árgangi. Til dømis kunnu næm­ingar í 7., 8., 9. og 10 flokk­unum hava hondarbeiði saman. Skúlin hevur eisini eina vallærugrein í hond­ bólti, og hesi børnini venja klokkan 06.30 um morgunin. Regin greiðir frá at hann tori væl at gera tingini ørð­ vísi, men at man skal verða fyri­reikaður uppá broyt­ing­ ina, men ynskir at fremja, áðr­enn hon verður framd. – Tað er týdningarmikið at fyrireika seg og grundgeva væl, og at fólk skilja, hví broyt­ingin verður framd. Ein má nýta neyðugu tíðina tað tekur at byggja eitt konsept upp, og eisini duga at vísa á úrs­lit so hvørt sum man ger tað eisni. Tá Regin Marnersson søkti stavið sum skúlastjóri í Skúl­anum á Giljanesi, hevði hann í huga, at hann fór at verða sitandi sum stjóri í eini tíggju ár. Tí, sum Regin sigur, so skal man ikki sita ov leingi sum stjóri, men heldur ikki so stutt at ein ikki fær framt tær broytingarnar, sum tørv­ ur er á. Hann hugsaði tá 10 ár, tí eftir tað heldur hann ikki at man hevur so nógv at bjóða. – Man skal tora at seta surnarteking við seg sjálvan, og ikki bara sita sum stjóri fyri at sita, sigur hann. Nú kom møguleikin at søkja starv sum stjóri í Námi nak­að knappliga, og langt áðr­enn tíggju ára markið hjá Regini var uppi. Regin sigur, at hann hugs­aði seg væl og leingi, áðr­enn hann sendi um­sókn sína avstað, fyri síð­ ani at sleppa sessinum sum – Eg eri ótrúliga spentur upp á uppgávuna og fari í gongd við uppgávuni í fullum huga, sigur nýggi stjórin á Námi, 34 ára gamli Regin Marnersson Man skal lurta meir enn man snakkar