Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-03, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. februar 2015síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 4. februar 2015 · Nr. 14 meldurin skúlastjóri. Hann sendi tó um­sóknina, tí eitt so spenn­ andi og mennandi starv, sum stjóristarvið í Námi er, verður ikki boðið út so ofta, so man má fara eftir tí, tá man hevur kjansin, sigur hann. Hann leggur tó afturat, at hann hevði tó ynskt at havt meir tíð í Skúlanum á Giljanesi, av tí at hann ikki kennir tað, sum er hann rættu­liga komin upp á pláss við teimum broytingunum, sum hann upprunaliga hevði í huga. – Tað at arbeiða við hug­ burðs­broytingum tekur tíð. Man kann ikki kommandera eina broyting, tá man ar­ beiðir við hugsandi hjá fólki. Tað sum krevst er, at man áhaldandi er fyridømi fyri tær broytingarnar, sum man ynskir framdar. Man skal skapa loysnir og skapa karm­ ar. Bara tá kann man venda hug­burð­inum hjá fólki. Og hetta er ein prosess, tí fari eg frá einum skúla, sum er í eini góð­ari gongd, sigur hann. Ein av abjóðingunum, sum liggur Regini fyri framman, er at hann kemur inn í ein stovn, sum er saman­ settur av ymiskum økjum. Í Námi eru starvs­fólkini bland­aði og upp­gávur­nar eru ymiskar. Hetta brýtur frá starv­inum sum skúlastjóri, tí at hann nú fer frá at ar­ beiða nógv í einum øki, og til at skula arbeiða við fólki innan fleiri økir, við nógvum ym­iskum samansettum upp­gávum. Hann sær upp­ ávu sína á Námi at verða starvs­fólka­leiðari hjá folki inn­an ymisku økini, at skapa karmar og at motivera. – Tey duga øll væl inn­an sítt egna øki, og eru ser­frøð­ ingar innan øki, sum eg ikki eri serfrøðingur í. Eg havi bert vitan innan at leiða og lurta, soleiðis at stovnurin kann flyta seg tann rætta vegin. Regin sigur, at hann sær fram til avbjóðingarnar, sum fylgja við nýggja starv­inum við spenningi. Ser­liga tæn­ astu­veitingar og før­leika­ menn­ingarnar, sum Nám bjóðar fólka- og mið­náms­ skúla lærar­um, og eis­ini út­gávu virk­semi hjá Námi. Serliga útgávu­vrik­semið er ment nógv, eftir fáum árum, heldur hánn. – Kollveltingin innan bókaheimin er líka spenn­ andi, sum tá streym­urin kom, sigur hann. Tað snýr seg um at fylgja við alla tíðina, tí tað er grundarstøði í funktiónini sum undivísingar miðil. Man kann slett ikki ímynda sær hvussu tað fer at síggja út um tíggju ár tí hetta er í støð­ugari menning, og tann prosessin er spennandi, sigur hann. Regini dámar væl at út­lit­ ini vísa støðuga broyt­ing, tí hann trívist væl í broytandi umhvørvi. Tá man trívist har, og hevur góða orku, so hev­ur man yvirksot til at leita eftir broytingum sum fara rætta vegin, greiðir hann frá. – Eg brúki broytingina sum sum vind í seglini, heldur enn at kasta akker, sigur hann. Apropos broyting, so held­ur Regin eisini, at til­ gongd­in, vit eru í innan øki við s-bókum er ómetaliga spenn­andi. Hann sigur, at hetta er ein spennandi saman­settur læru miðil, sum heilt síðst fer at vera gevandi fyri næm­ingar og lærarar við í fram­tíðini. Ein onnur broyting, sum Regin sær fyri sær í komandi starvinum, er próvstovan, sum frameftir skal verða ein partur av námi. – Landsroyndir er eitt øki, har man ikki hevur fylgt nóg væl við tíðini, og ikki brúkar møguleikarnar man hevur. Hetta økið er ov nógv pappírs­arbeiði, og spurn­ing­ urin um vit í veruleikanum kanna tað, sum vit halda okk­um kanna, má spyrjast, heldur hann. Hvat verður veruliga kann­að, tá ein næmingur tek­ur eina roynd, spyr Regin. Ein av trupuleikunum, sum vit í Føroyum hava havt er at vit ikki hava verið for­ vitin um, hvørki vit gera hetta rætt. Vit hava ikki sett nóg stór spurnar­tekin, men hava bara gjørt soleiðis sum danir gera. Eisini mangla vit gransk­ingar­tilfar. Vit mugu kunna svara spurninginum um, hvørjar niðurstøðurnar av kann­ing­unum, sum vit hava gjørt gjøgnum árnini, eru. Enn er próvstovan tó ikki undir Námi, men ætlan­ in er at hon verður tað, greið­ ir hann frá. Ein onnur avbjóðing er at skapa stovninum teir karm­ arnar, sum eru neyð­ugir. Stovn­urin er ikki raðfestur nóg høgt politiskt. Nám er ikki rað­fest og fær ikki ta fígg­ing sum krevst til at røkka teim uppgávunum, sum settar eru. Regin heldur, at málið hjá Námi skal vera at fáa fáa føroyskt undirvísingartilfar í øllum lærugreinum í øllum skúl­unum í Føroyum. – Man kann ikki seta sær eitt mál sum er lægri enn tað, sigur hann. – Eg eri ótrúliga spentur upp á uppgávuna og fari í gongd við uppgávuni í full­ um huga. Ta fyrstu tíðina fari eg at seta meg inn í tingini og inn í, hvat stovnurin er, og hvat hann ger, sigur Regin. annika@sosialrin.fo Fakta Regin Marnersson er 34 ára gamal og útbúgvin fólkaskúlalærari í 2005 og hevur harumframt lokið akademiútbúgving innan leiðslu í 2011. Hann hevur leiðsluroyndir sum skúlastjóri í Skúlanum á Giljanesi síðani 2012. Regin Marnersson byrjar í starvinum sum stjóri í Námi tann 1. mars 2015. – Tað er ein grund til, at man hevur ein munn og tvey oyru. Man skal lurta meira, enn man snakkar, eisini sum leið­ari, sigur Regin Marnersson Mynd: Álvur Haraldsen