Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-03, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. februar 2015síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. februar 2015 · Nr. 14 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Fiskimálaráðharrin lýgur í almennari sending Javnaðarflokkurin fongdur av dupultmorali Frank Davidsen Ein visti ikki, um ein skuldi flenna ella gráta, með­an fiski­mála­ráð­harrin í doku­ ment­ar­in­um í kvøld bein­ leið­is leyg upp í andlitið á øll­um Føroya fólki. Sjálvsagt var hann fult greiður yvir, at línu­skipini ongan sum helst møgu­leika høvdu til sjálvi at fiska kvotuna við dorg, so­ leið­is sum hann førdi fram fyri Føroya fólki. Men hvat, hetta er ikki fyrsta lygnin og und­an­støkk­ing­in undan veru­leik­an­um, okkara fiski­ mála­ráð­harri hevur borðreitt við. Sum tað so væl varð sagt í send­ing­ini, so hevur hann øll ár­ini brúkt eitt undantak í §9 í lógini um vinnuligan frá 1994, ið snúði seg um botn­ fiska­veið­una undir Føroy­ um. Við hesum undantaki til veru­ligu lóg­ina, so hevur fiski­mála­ráð­harr­in ólógliga vunn­ið sær hevd til, at hann per­són­liga sum ein annar dikta­tor­ur kann býta út av fólks­ins ogn. At hann skal koma sær, at sæta sær og sín­um, tað vóru øll greið yv­ ir. Hvussu langt kann ein kor­ump­era seg, tá eins egnu syn­ir, helst fram um nógv­ar aðr­ar, hava fingið tjans við milliónainntøku, helst gjøgn­ um somu fartelefon, ið teir út­valdu hava fingið fólksins ogn. Hetta vísur bert muruna í einum manni, sum saman við fíggjarmálaráðharranum hev­ur ta totalu politisku makt­ina í Tinganesi. Marin Katrina Frýdal Tjóðveldi Tað gongur sjón fyri søgn, at tað er Fólkaflokkurin, ið hev­ur fat­ur í langa endanum og stýr­ir á Vaglinum í Havn. Hetta kom týðiliga til sjónd­ ar á býráðsfundinum hós­ kvøld­ið, har hógv­ar­nir hjá Fólka­flokk­in­um sam­an við ein­ræð­is borg­ar­stjór­an­um komu til sjónd­ar. Frukt­ir­nar av, at borg­ar­stjór­in er far­in í song við Fólka­flokk­in­um, síggj­ast nú týði­lig­ari enn nakr­an­tíð. Eftir at hava sitið í bý­ ráð­num í samfull 10 ár, má eg stað­festa, at eg ikki havi upp­liv­að nakað meira ódemo­krat­iskt enn tað, sum fór fram á bý­ráðsfund­in­um hós­kvøld­ið. Her bein­leið­is nokt­aði borg­ar­stjór­in mær orð­ið, so eg kundi seta fram sjón­ar­mið míni í tveimum mál­um, sum eg sjálv hevði bið­ið fáa sett á skrá. Talan var um tvey mál, sum meiri­lutin í Menta­ mála­nevnd­in hevur felt. Nevni­liga mál­ið um at gera Hoy­víks­høll­ina lidna, og mál­ið um “TÍTT” (Tilbúgving í Tøk­um Tíma), ið snýr seg um eina roynd­ar­verk­ætl­an, ið er sprott­in úr SSP-sam­ starv­in­um. Eitt tvørfakligt sam­starv mill­um skúla­verk, sosi­al­ar mynd­ug­leik­ar og løg­reglu. Hetta eru stovn­ar og mynd­ug­leik­ar, sum hvør á sín hátt hava ser­liga ábyrgd fyri trivn­aði og upp­vøkstri hjá børn­um og ung­um. Útbygning­urin í Hoyvíks­ høll­ini er enn ikki lið­ugt inn­ rætt­að­ur, tí meiri­lut­in hevur sit­ið og tøvt uppi í málinum nú í tvey ár og harvið týðiliga víst, at als eingin vilji er at gera arb­eið­ið lið­ugt. Peningur er av­sett­ur, men nakað vant­ ar í, og hó­ast pen­ing­ur er tøk­ ur á íløgu­ætl­an­ini fyri ítrótt, sum kortini ikki verður brúkt­ur, so hendir einki. Grovt ódemokratiskur framferðarháttur Eg hevði biðið um at fáa mál­ ið á skrá fyri at fáa svar upp á nakrar spurningar hes­um við­víkjandi. Eitt nú hví arb­ eið­ið ikki verður gjørt liðugt, og hví vilji ikki er til staðar at betra um karm­ar­nar hjá teim­um hundr­að­tals íðk­andi hoy­víking­un­um, har hond­ bólts­fe­lag­ið H71 hús­ast. Eitt felag, ið ikki ein­ans skip­ar fyri venjingum og kapp­ing­ um, men fyri alskyns øðrum til­tøk­um, ið eru við til at skapa trivnað og styrkir um sam­leik­an hjá borgarunum í Hoy­vík. Og so varð eg enntá nokt­að at koma til orðanna og greiða frá, hví eg vildi hava hesi mál á skrá. Ja, tú les­ur rætt; eg fekk ikki orðið í mín­ um egnu málum. Grovari og meira ódemokratiskt kann tað neyvan verða! Í staðin gav ein­ræð­is­harr­ in, Heð­in Mortensen, floks­ fe­laga sín­um, Helenu Dam á Neysta­bø, orðið, so hon kundi koma við eini sjóforkláring um, at Mentamálanevndini fram­veg­is arbeiðir við mál­ in­um og tí ynskti málið aft­ ur í nevnd. Men Harra­gud, eg hevði júst ynskt mál­ið í bý­ ráð­ið, tí meiri­lut­in í Menta­ mála­nevnd­in hevði felt tað. Tí ætl­aði eg at seta nakr­ar spurn­ing­ar og hoyra sjón­ar- mið­ini hjá meiri­lut­an­um og grund­gev­ing­ar­nar f­yri, hví mál­ið ikki er loyst. Hetta er tað, sum Javn­að­ ar­flokk­ur­in, ella rættari, Heð­ in Mort­en­sen og He­lena Dam á Neystabø, sam­an við Fólka­ flokk­in­um, standa fyri. Rest­ in av um­boð­un­um í flokk­in­ um hjá ein­ræð­is-harr­an­um t­ala ikki at. Avtalað spæl áðrenn býráðsfundin Málið um tvørfakliga sam­ starv­ið á barnaøkinum, nevnt TÍTT, var annað mál­ið, sum eg hevði biðið um at fáa til við­gerð­ar í bý­ráð­num. Hetta er eitt týdn­ing­ar­mik­ið m­ál, sum ein meiri­luti í Menta­ mála­nevnd­ini feldi utt­an nakra grund­gev­ing, hóast bæði trivn­að­ar­stjór­in, leið­ar­ in á barna- og ung­dóms­deild­ ini og sosialdeildarleiðarin høvdu mælt til at seta skip­ an­ina í verk. Eg hevði ætlað mær m.a. at sett spurn­ingar um, hvørj­ ar grund­gevingar vóru fyri at fella málið, men aft­ur her nokt­aði høv­uð­kamb­ur­in borg­ar­stjór­in mær orðið. Eis­ ini her gav hann ístaðin He­ lenu Dam á Neystabø orðið, sum aft­ur kom við ein­um utt­an­umtosi, ið lítið og einki høpi var í, tíansheldur kom til nak­að orðaskifti. Ístaðin varð mál­ið beint aftur í nevnd. Hetta var sjálvandi alt avtalað spæl áðrenn fund­in. Handlimátin hjá Javn­að­ar­ flokk­in­um í Tórshavnar bý­ ráð­ið stendur í skerandi and­ søgn til tað, sum sami flokk­ur í Løg­ting­in­um sig­ur seg um­ boða, har flokk­ur­in hev­ur frásagt sær alt sam­gongu­ sam­starv við Fólkaflokkin. Kundi hugsað mær at vit­að, hvat landsformaður floks­ins held­ur um atburðin hjá sín­ um egna flokki í býráðnum. Breyt meg av og bað meg seta meg niður Fyri stuttum høvdu vit eitt ann­að mál í býráðnum um ólóg­liga bygging hjá Javn­ að­ar­flokk­in­um í húsunum í Steina­túni. Hóast tað á bý­ ráðs­fund­in­um varð gjørt vart við, at borg­ar­stjór­in sum næst­for­mað­ur í Javn­að­ ar­flokk­in­um var ógegnigur í mál­in­um, so dugdi Heðin Mort­en­sen als ikki at síggja seg vera ógegn­ig­an, men lut­ tók í við­gerð­ini. Lítið hevur hann lært av kæru­nið­ur­støð­uni hjá Kar­ sten Revs­bech pro­fes­sor, dr. jur., at hann eis­ini lut­tók í við­gerð­ini av trað­ar­mál­inum. Upp­aft­ur meira ógegn­ig­ur sum hann var eis­ini í hes­um máli, tryggj­aði hann sín­um egna næsta ætt­ar­liði komm­ un­alu trøðna í Havn­ar­dali. Eg spyrji bara, nær nak­að fær fylgj­ur á Vaglinum? Ófatiligt, men satt, so eru tað fólka­flokksvinirnir hjá Heð­ini Mortensen og hann sjálv­ur, sum í felag við harð­ ari hond stýra javn­að­ar­meiri­ lut­anum í býráðnum. Hetta hó­ast flokkurin lands­pol­it­ iskt einki vil hava við Fólka­ flokk­in at gera. Her er tal­an um dup­ultspæl hjá Javn­að­ ar­flokk­in­um, so tað stendur eft­ir. Eg kann eisini nevna tvey onnur døm­ir um ein­ræð­is­ harra at­ferð­ina hjá borg­ar­ stjór­an­um. Tá mál­ið um utt­ an­dura øk­ini hjá skúl­un­um í komm­un­uni kom til við­gerð­ ar, bað eg um orð­ið, har eg sum skúla­stýr­is­lim­ur í skúl­ an­um við Løg­manna­breyt og í skúl­an­um á Vel­ba­stað, m.a. skuldi greiða frá støð­uni í hes­um báð­um skúl­un­um. Her slapp eg ikki at gera meg lidn­an, áðr­enn borg­ar­stjór­in breyt meg av og bað meg seta meg nið­ur. Frek­ari og ódemo­ krat­isk­ari at­burð sum pol­it­ ik­ari havi eg ongantíð upp­ liv­að. Eg eri bæði málleys og skelk­að. Vendu ryggin til størstu íløgu í søguni Somuleiðis tá málið um út­bygg­ing­ina av Skansa­ bryggj­uni kom fyri á bý­ráðs­ fund­in­um. Her fór helvt­in av meiri­lut­an­um av fund­in­um og vendu so­statt kjakin­um bak­ið. Ei heldur hoyrdu tey, hvat varð sagt í málinum, ið snýr seg um størstu og dýr­ astu íløgu í søgu Tórs­havn­ar komm­unu, og sum skatt­ gjald­ar­in sjálv­andi verð­ur skuld­ar­bund­in fyri. Meirilutin hevur gjørt av at út­byggja Skansabryggjuna fyri hálva milliard krónur, kosta hvat tað kosta vil. Hetta verður gjørt, uttan at onn­ur økir í kommununi eru kann­aði, og uttan at nakrar kann­ingar og framskrivingar eru gjørdar við atlit til Eyst­ ur­oy­ar­tunn­il­in og broyt­ing av ferðslu­mynstri, fram­tíð­ar farma­flutn­ingi, demo­graf­isk­ um broytingum o.s.fr. Har­ um­framt er mál­ið als ikki við­gjørt í tekn­isku fyri­sit­ ing­ini og hev­ur hvørki verið fyri í Tekn­isku nevnd, Nátt­ úru- og um­hvørv­is­nevnd­ini ella Byggi- og bý­ar­skip­an­ar­ nevnd­ini. Tað er ein sannroynd, at fólkaræði á Vaglinum er káma burtur og við ein­um borgarstjóra, sum ein­ræð­is­ harri stýrir býráðnum, utt­an at hetta fær nakrar av­leið­ ing­ar. Við býráðskvøðu Hvar eru tey politisku virðini, sum Javnaðarflokkurin sigst umboða? Fólkaræði, talufrælsi, opinleiki og javnrættindi? Eg spyrji bara, tí tað sum gongur fyri seg á Vaglinum í Havn stendur í skerandi mótsøgn til áðurnevndu hugtøk, ið flokkurin sigur seg byggja á. Eitt lýsandi dømi um, at fyri summi er dupultmoralur dupult so góður. kjak