Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-03, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. februar 2015síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mikudagur 4. februar 2015 · Nr. 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jú Regin, vit mugu vera varin við muslimum og innflytarum Hanus Samró Fyrrverandi limurin í Sosi­ al­ist­isk Ungdómur, Regin Berg, kemur við einum held­ ur øðrvísi aftursvarið til greinina “Fólk hava fing­ið nokk av integratión, inn­flyt­ ar­um og politiskari korr­ek­ heit.” Tað tykist, sum greinin rakti eina sosialistisku nervu, tí ístaðin fyri at viðgera vand­ an við vaksandi talinum av musl­im­um í Evropa, kemur hann við einari lortaspann fyri og aðrari eftir, men tað er kanska ikki so løgið, tá hugs­að verð­ur um, at hann er part­ur av vinstravonginum. Tey eru jú upprunin til stóru inn­rás­ina av muslimum, og stend­ur tað upp til Regin og hans­ara javnlíkar, skulu vit í Før­oy­um og vesturheiminum taka ímóti fleiri muslimum og flótta­fólkum, í eini roynd at bjarga heiminum móti neyð og elendigheit. Regin manipulerar Eg kann viðganga, at eg gjørdi ein erligan feil, tá eg ikki eft­ ir­kann­aði keldurnar hjá Bent Jen­sen, men tað broytir ikki stø­ð­una, tí hvørki Regin Berg ella hini á vinstravonginum duga at síggja vandarnar við vaks­andi ta­lin­um av musl­ im­um. Eing­in. Tey eru alt ov góð­trúgv­in. Liva í ein­ari sosi­ al­ist­isk­ari boblu. Og vinstra­ vong­ur­in er ser­frøð­ing­ar í at flyta fokus frá trup­ul­leik­an­ um. Ístað­in fyri at við­gera tað, ið verður borð­reitt við, kemur ikki sørt arro­ganta aftursvarið frá Reg­ini Berg, sum sam­bært les­ara­bræv­in­ um er bæði løgfrøðingur og stjórn­mála­frøð­ing­ur, og tí er hann sjálv­andi dugna­lig­ ari og betri vitandi enn bæði pro­fessor Bent Jen­sen, sum skriv­aði grein­ina “Europas un­der­gang – tal­le­nes tale,” sum mítt lesarabræv m.a. tók støð­ið í, og vit onnur deyði­ ligu menn­iskju. Men tað er einki nýtt und­ir sólini, tí tað er nevni­liga naiv­i­tet­ur­in hjá vinstravonginum, sum hevur koyrt okkum í hesa støðuna. Tey fingu vald­ið í seksti- og sjey­ti ár­un­um, og vit síggja eis­ini av­leið­ing­ar­nar av liða­ liga inte­gra­ti­óns­poli­tikk­in­ um í dag. Regin manipulerar Regin brúkar stóran part av grein­ini við at grundgeva fyri, hvussu nógvar kirkjur eru í Bir­ming­ham, men eg veit ikki, hvar hann hevur tað frá, tí tær vera ikki nevnd­ar í mín­ari grein. Tað er ein roynd at flyta fokus og leggja meg undir fyri at siga nak­að, ið eg ikki havi sagt. Tí­skil mani­pul­er­ar og vreing­ir hann veru­leik­an, so tað sam­svar­ar við hans­ara dags­skrá. Sama kann sig­ast um hans­ara grund­gev­ing­ar um muslimar, ið fáa at­gongd til vælferðar­tæn­ast­ur, og teir, ið keypa fót­bólts­fe­løg v.m. Vit gjalda fyri væl­ferð­ar­tæn­ast­ ur­nar, sum muslimarnir duga at útnytta, umvegis skattin. Av tí sama hava vit hall a fíggj­ar­lóg­un­um, tí vit brúka meiri peng­ar, enn vit tjena. Tað skal gjald­ast so ella so. Og hvør er tað, ið stend­ur til reið­ar at læna okk­um peng­ ar? Ódemo­krat­isku lond­ini sum t.d. Kina og Sameintu Arab­isku Tjóð­ir­nar. Og tað er hamr­andi naivt at trúgva, at vit kunnu gera, sum vit vilja, tá tað er onnur, ið rinda fyri okk­ara vælferðartænastur! Tey tjena pengar uppá ný­ mót­ans slav­ir, lítla og onga minstu­løn, og har­aft­ur­at hava arb­eiðs­fólk­ini eing­in rætt­indi – tað er tað, sum vit skulu kappast ímóti! Men ókey, stendur tað til Reg­in Berg og vinstravongin, er tað einki problem, tí rokn­ ing­in verður bara send víðari til vinnu­lív­ið og meiniga skatta­borg­ar­an, so er tann trup­ul­leik­in loyst­ir. So kunnu tey á vinstra­vong­in­um halda fram við at bjarga heim­in­um í navni toler­ansu, sam­halds­ festi og brøðra­lag. Vit skulu vera varin við muslimum Eg haldi fast við tað, sum eg segði. Musl­im­ar­nir eru við at yvir­taka Evr­opa. Vit laga okk­um eftir teim­um, með­ an teir lata vera við at laga seg eftir okk­um. Tað er einki problem at brenna eitt vest­ ur­lenskt flagg, men tað er ein trup­ul­leiki at tekna Mo­ ham­med. Teir koma til okk­ um og byggja spild­ur­nýggj­ ar moske­ir, meðan vit skulu skriva undir sharia­lóg­ina og laga okk­um eftir teirra lóg­um, tá vit seta búgva hjá teimum. Og soleið­is kundi eg hildið fram. Men sam­bært Regini Berg skulu vit boyggja okkum, tí vit skulu vera so øgiliga tole­rant og op­in. Tað er – fyri at siga tað milt – hamr­andi naivt. Vit kunnu ikki vera so blá­oygd og leggja okk­um sker­fløt fyri musl­im­ um v.m. Tað er akku­rát líka býtt, sum at stinga hondina í eitt vespa­reið­ur og so vóna, at ein ikki verð­ur stung­in. Musl­im­ar­nir fara ong­an­tíð at til­laga seg eft­ir okk­um. Óan­ sæð, hvussu nógv­ar pengar og almenna forsorg vinstra­ vong­ur­in veit­ir teim­um. Teir mugu fyrst og fremst broyta kor­an­ina, áðr­enn teir kunnu til­laga seg eft­ir okk­um, og tað mugu vit bara ásannað, at tað verð­ur ikki í nærm­astu fram­tíð. Muslimar kosta samfelagnum milliardir Nú Regin Berg dámar væl at sleingja við hagtølum, ið vísa, hvussu fantastiskir musl­im­ ar eru fyri Evropa, havi eg eisini funnið nøkur áhuga­ verd hagtøl: Sambært tølunum frá “sty­rel­sen for arbejdsmarked og re­krut­te­ring,” eru 25,6% av teim­um, ið fáa kontanthjálp, inn­flyt­ar­ar. Sambært Krimi­nal­for­sor­ gen hava 35% av øllum fang­ un­um í Danmark aðra etn­ iska bakgrund enn danska. Sambært PEW Research Cen­ter forum on Religion and Public Life, hækkar talið av muslimum við nærum ein­um triðingi í 2030 í mun til 2010. Í Fraklandi eru millum 70- 80% av fangunum muslimar, hó­ast 12,8% av íbúgvunum eru muslimar. Í Spania eru somu­leið­is 70% av fang­un­ um musl­im­ar, með­an 2,8% av íbúgv­un­um eru muslimar. Sambært greining frá Rockwool Fondens Forsk­ nings­en­hed kosta innflytarar úr Turka­landi, So­malia, Iran, Irak og Liba­non danska stats­kass­an­um 16,6 milli­ard­ ir kr. Sambært Norges Statistik koma 15,400 ikki vestligir inn­flyt­ar­ar at kosta norska stat­in­um 63 milliardir kr. Tað er ikki hissini peng­ ar! Nú er nokk við liða­ligum integratiónspolitikki Hvat skulu vit gera við musl­ im­ar­nar, sum kosta evr­ope­ isku sam­fe­løg­un­um tíggju­ tals milli­ard­ir kr.? Svar­ið er ein­falt: vit fáa einki gjørt, tí tí teir eru komnir inn um? Hvat skulu vit so gera? Hvussu loysa vit avbjóðingina? Tað finst valla nakað ein­falt svar, men tað er eingin ivi, at van­liga fólki hevur fing­ ið nóg mik­ið av naivi­tet­in­ um hjá vinstra­vong­in­um og teirra liðaliga inte­gra­ti­ óns­poli­tikki. Tað sóu vit til ES parlamentsvalið í mai 2014, tá víðgongdu tjóð­skap­ ar­flokk­ar­nir vunnu valið. Sama tendens sóu vit við val­in­um í Svøríki, har Svø­rík­ is Demokratarnir fingu stóra fram­gond. Sama var gald­andi fyri danska fólka­flokk­in, sum hevur stóra fram­gongd í Danmark. Og eg eri sann­førd­ ur um, at vit skulu vera varin við muslimum, flóttafólkum og øðr­um innflytarum, ið ikki hava somu mentan sum vit. Eg fari valla skeivur, tá ið eg sigi, at ein stórur partur av før­oy­ing­um eru samdir við mær, tí vit hava einki til felags við musl­im­ar­nar. Vit hava ymisk­an átrún­ar­liga áskoð­an, ym­iska halgi­bók, og full­komi­liga ym­iska fat­ an av, hvussu eitt samfelag skal rek­ast. Tískil mugu vit fyri alt í verð­ini ikki vera so naiv og lata hurð­ina upp fyri musl­im­um v.m., tí eru tey fyrst kom­in inn­um, skulu vit gjalda fyri tey rest­ina av tíð­ini. Tí er tað mín vón, at vit kunnu standa sam­an og halda fast við ein­um stramm­ um inte­grat­i­óns­poli­tikki, so vit í framtíðini ikki enda sum Danmark, ið eru um at kvalast av nógvu musl­im­un- um. kjak lýsingartorgið Arbeiði Alt El-Arbeiði Um tit hava ampa, av el-innleggingini í húsi tykkara, ella kanska eru bangin fyri eldi, so er eg fúsur at koma og kann el-innleggingina. 511851 Timburarbeiði Skal tú innrætta kjallarin/loftið ella gera innandura umvælingar, so er hettar uppgávur, vit kunnu loysa. sp/f 01.03.10 tlf 285455 ella heim@mail.fo BETONGSAGING TLF. 560056 Vit saga út fyri vindeygu, hurð­um, garage­portur, ventila­ tiónshol o.a. Ring og fá ein góðan prís. www. 2xj-bygging. com 560056 Málaraarbeiði Vit bjóða okkum fram at gera mál­araarbeiðir inni og smá­ veg­is upp­gávur. Skriva til malaraarbeidi@hotmail.com, um tú hevur ein fyrispurning 554400 Bingo EB/Streymur Bingo Bingo verður við Margáir miku­ kvøldið 04-02-2015 . kl. 19. Øll hjartaliga vælkomin. EB-STREYMUR Býli í Føroyum Íbúð søkist! Íbúð ynskist til leigu mitt í Havn skjótast gjørligt til langtíðar leigu. Má min. hava 1 kamar. 583661 Høli á Glyvrum Stórt høli á Glyvrum til leigu. Hølið er væl egnað til verkstað, goymslu ella annað. 226004 Kamar 10.min frá centrum í Havn til leigu Kamar til friðarligan mann, ikki roykjara, til leigu. Atgongd til stovu, køk, vaskimaskin. 2325 kr. 1 mðr. depositum. 317580/287580 Býli uttanlands Sól og summar í Alanya alt árid 2 frálíkar 110 m2 stórar íbúdir vid svimjihyli nær vid strond, gongugøtu, keypscentur. Pláss til 4-6 folk. Frá 2000 kr um vikuna 317580/287580 Íbúð í húsum á Østerbro/ Sjúklingaheimið 90 kvm, tvær hæddir, pláss til 4-5 persónar til leigu frá 6/3- 20/3 og 28/3-6/4. Lítil havi, friðarligt umhvørvi, 300 m frá føroyska sjúklingaheiminum. +4560226114 Dýr Ynski hevur nakar 2 hon-undulátar bíliga at selja mær? Helst úr Klaksvík 27-1723 Fittur kettlingur til avheintingar Vit hava ein 8 vikur gamlan kett­ling (frensur), sum sóknast eftir einum nýggjum heimi. Hann er klárur til avheintingar um 4 vikur. 322440 ella 522440 Fundir Ársaðalfundur Ársaðalfundurin hjá NSÍ verður í kantinuni í skúlanum við Løkin hóskvøldið 19.02.15. Skrá samb. lógum felagsins. NSÍ Matur Spik 7 kg av vacuumpakkaðum lakaspiki og 15 kg av saltspiki – vil býta um við fisk ella kjøt. Send mær tilboð – bert umvegis teldupost: vacation@mail.dk Kjøtpylsa Góð kjøtpylsa til sølu. Anja og Eyðun Eliassen, Trøllanes 286663 / 217574 Ymiskt AGENTUR SÆLGES Igangværende Agentur med fast kundekreds/indtjening som kan forøges. Kundegruppen er alle typer arbejdspladser. Eneforhandling vil opnåes +45 21660961