Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-03, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. februar 2015síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. februar 2015 · Nr. 14 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Minningarorð um Dánjal Jákup Bærentsen 19.11.1960 - 27.9.2012 Hóast tað nú eru meira enn tvey ár síðan góði vinur okkara, Dánjal Jákup Bærentsen (Dalli) andaðist, kenn­ist tað framvegis alt ov tíðliga at skriva minningarorð um hann. Hann andaðist bert 51 ára gamal á ein­um røktarheimi í Danmark eftir eitt langt og virðiligt stríð við Parkinsonsjúkuna. Okkara tank­ar leita aftur til tey árini, okk­um untist at kenna hann, og til tey nærmastu, ið hava mist so nógv. Árini gjørdust alt ov fá og tey síðstu árini strævin, men eftir standa minnini um ein mann, sum var ein lýsandi fyrimynd, hvussu ein kann liva hóast stóran mót­ burð í lívinum. Dalli var ættaður úr Havn og eldri sonur Zach­arias og Gunn­ vør Bær­ent­sen. Hann vaks upp í Grønu­líð, og tað var í um­hvørv­in­ um har, vit fyrst komu at kennast. Gløgg­ur, vitandi og forvitin var hann sum fáur og hesir egin­leik­ ar­nir vóru eisini nakað, sum seinni fór at koma honum til góðar í hans­ ara yrki sum lækni. Hann gekk í fólka­skúla í Venjingarskúlanum, har vit eisini gingu, og tað styrkti tíð­liga vinabondini millum okkum enn meira. Tað var altíð hugnaligt at koma á vitjan hjá teimum í Grønu­líð, tí har var altíð hjartarúm og mangt áhugavert prát. Seinni fór hann niðan á stud­ enta­skúla í Hoydølum at ganga og tók studentsprógv har í 1982. Sum tann hugsanarsami og vitandi ungi maðurin, Dalli var, fall honum í lut at halda pisurøðuna tað árið og tað gjørdi hann meistaraliga. Dalli hevði longu frá heilt ungum ár­um hugsað sær at lesa til lækna og eftir studentspróvtøkuna gekk leið­in tí á Aarhus Universitet at lesa medi­sin. Honum dámdi væl lestr­ar­um­hvørv­ið í Aarhus og kom nógv saman við føroyingum har. Hann tók prógv sum lækni í 1992 og arbeiddi síðani á ymiskum sjúkra­ hús­um i Danmark og Grønlandi. Ser­stak­liga tíðin í Grønlandi stóð sum nak­að ógloymandi fyri hann og hann tosaði ofta um tíðina har. Tað var eisini í Grøn­landi, at hann hittu konu sína Julie, sum arb­eiddi sum lækna­skriv­ara hjá hon­um. Tey fluttu aftur til Dan­mark­ar og fingu seinni børn­ini Jo­han og El­ in. Alt með­an framtíðin sá bjart­ ast út hjá teim­um, byrj­aðu heilsu­ trup­ul­leik­ar at taka seg upp hjá honum. Bert 34 ára gamal fekk hann stað­fest Parkinsonsjúkuna, og hetta kom at merkja hann og fam­ilj­una álv­ars­liga. Sum nýggjur lækni visti hann, at tað eisini fór at av­marka hann í hansara yrki, og hann ætlaði tí at serútbúgva seg í al­menn­um medisini, so­leið­is at hann kundi arbeiða sum komm­ unu­lækni ella hava fyrisitingarligt arb­eiði. Sjúkan versnaði tó skjótt og hann mátti tí gev­ast heilt við ser­út­búgv­ing­ini og at arbeiða sum lækni. Minnini eru mong og dýrbar, tá ið vit líta aftur um bak til árini, sum okkum untist at hava saman við honum. Løt­ur­nar har vit í álv­ ar­semi tos­aðu um lív­ið, ið lá fyri framm­an, um av­bjóð­ing­ar­nar vit vildu royna og dreym­ar­nar, vit høvdu. Løt­ur­nar í veitslu­lagi og kátu bý­túr­ar­nir í Før­oy­um og utt­ an­lands. Løt­ur­nar tá ið vit í skelli­ látri lurt­aðu eftir hans­ara nýggj­ astu skemti­søg­um. Á ólav­søku var tað altíð ein fragd at koma á gátt hjá hon­um, ikki minst fyri at smakka hans­ara Tequila Sun­rise sjuss­ar. Renni­túr­ar­nir inn á Sund, har ið hann altíð gav sítt ít­asta, hó­ ast vekt­in onk­un­tíð var í ov­ara lagi, standa týði­lig­ir í minn­in­um. Eis­ini túr­ar­nir úti í nátt­úr­uni, har bara tað at vera sama­n og hava fe­lags upp­liv­ing­ar hevði størri týdn­ing enn tey stóru orð­ini. Lestr­ar­ár­ini har vit altíð høvdu tætt sam­band, hó­ast vit búðu langt frá hvørj­um øðr­um. Hugna­lig­ar løt­ur sam­an við fam­ilj­um okk­ara, har børnini Elin og Johan altíð vóru hjá hon­ um, tí hann var jú heims­ins besti pápi. Týðiliga í minninum stendur eis­ini tíð­in aft­an á væl­eydn­aðu skurð­við­gerðina hjá hon­um, tá ið hann tos­aði um, at hann nú hevði fing­ið lív­ið aft­ur og nú aft­ur kundi loyva sær at droyma um fram­tíð­ ina. At lýsa Dalla sum menniskja í fá­ um orðum er ikki ein­falt, tí hann var eitt ógvu­liga víð­fevn­andi menn­iskja. Sum lækni rúmaði hann tað vís­inda­liga og grein­andi, sum fam­ilju­mað­ur tað inni­liga og kær­leiks­fulla, og sum vin­mað­ur var hann trú­fast­ur, hjálp­sam­ur, skemti­lig­ur og altíð for­vit­in eft­ir at vita, hvussu okk­ara nærm­astu høvdu tað. Hann var ein ógvu­liga savn­andi mað­ur og hevði lætt við at knýta vina­bond, allastaðni har ið hann búði. Dalli var eisini ein maður við list­ar­lig­um gáv­um, og ein stór­an part av teim­um sein­astu ár­un­um nýtti hann til at skriva sang­ir og at tekna. Sjálvt stóra danska tóna­ skald­ið Kim Larsen skriv­aði hon­ um kort og rósti hon­um fyri hans­ ara sang­ir. Fleiri ferð­ir hevði hann lista­fram­sýn­ing­ar við egn­um tekn­ing­um. Hann var ein ment­ að­ur og vit­andi mað­ur og hevði lut­tik­ið í fleiri spurna­kapp­ing­um bæði í Før­oy­um og Dan­mark við góð­um úr­slit­um. Frí­tíð­ar­ítriv­ini hevði hann mong, tón­leik, bók­ ment­ir, film, list og ikki minst síla­ fisk­ing, og hann gekk so høgt upp í tað, at hann enn­tá gjørdi sín­ar egnu flug­ur til tráð­una. Hóast sjúkan sum frá leið fylti nógv í hans­ara lívi og løt­ur­nar ofta vóru tung­ar, so var tað kær­leik­in til fam­ilj­una, ið gav hon­um orku til at stríð­ast víð­ari. Børn­ini Elin og Jo­han vóru hans­ara eitt og alt og tey góvu hon­um eitt ógvu­liga ríkt lívs­inni­hald. Hjá teim­um hev­ ur tað ver­ið hart at hava ein sjúk­ an pápa, men Dalli og Julie gjørdu alt, tey vóru ment, at børn­ini ikki skuldu merkj­ast av ringu lagn­uni hjá páp­an­um. Tey eru í dag tvey ung­fólk, sum Dalli og Julie kunnu vera err­in av. Ofta verður sagt, at eitt menniskja veks­ur við tí lagnu, sum tað fær, og hetta kann eis­ini sigast um Dalla. Hann strídd­ist líka til tað síðsta stinn­ur ímóti sjúk­uni og royndi altíð at síggja tað positiva í lív­in­ um. Líka til tað síðsta var hann skemti­lig­ur sum hann altíð hevði ver­ið. At hann hevði ringt við at tosa, var eing­in forð­ing fyri at vit fingu tær síðstu skemti­søg­ur­nar við, tí hann kundi jú nýta teld­una til at skriva tær nið­ur og senda okk­um. Ofta vóru teldu­brøv­ini und­ir­skriv­að við tí sjálv­spei­andi heit­in­um Skan­dalli og tað var júst ser­merkt fyri hann, at hann ikki tók seg so sjálv­há­tíð­ar­liga. Men lívsleiðin hjá tær var nú kom­in at enda, góði vin­ur, og vit, fam­ilj­an og nógv onn­ur, ið stóðu tær nær sakna teg nógv. Alt ov tíð­liga setti lívið tær av­bjóð­ing­ ar, sum fá onn­ur høvdu klár­að so virði­liga og alt ov tíð­liga rann lív­ið burt­ur. Til jarð­ar­ferð­ina í Helle­rup sang systk­ina­barn­ið hjá tær ein sálm so vak­urt og inni­liga, og kór­ið Brage sang ein sang, sum tú hevði skriv­að til teir. Tað rørdi okk­um at vita, at hetta var eitt sein­asta far­ væl og at vit ikki fóru at síggj­ast aftur her á fold. Men eftir standa minn­ini um teg og tað fløv­ar at taka tey fram­aftur og hugsa um, hvønn týdn­ing tú hevði her í tín­ um alt ov stutta lívi. Tað fløv­ar at vita, at tú læt so nógv dýra­bart eftir teg og at tað, sum tú gavst, liv­ir víð­ari og blóm­ar. Takk fyri árini, vit fingu sam­an, og Harrin styrki tíni nærm­astu. Við hesum lýsa vit frið yv­ir minn­ið um vin­ mann­in Dalla. Torkil og Zakaris