týsdagur 3. februar 2015síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. februar 2015 · Nr. 14
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vit takka hjartaliga tykkum øllum, sum á ymiskan hátt
sýndu samkenslu, tá kæra kona mín, systir, mostir og
fastir okkara
Marita Alvilda Klein
fødd Fuglø
Klaksvík
f.08.07.1947 – d.01.06.5014
andaðist og varð jarðað.
Takk til talarar og tykkum, sum á ymiskan hátt hjálpt
til við jarðarferðini og ervið.
Takk til stuðlarnar, sum vóru so góðar við hana, og
somuleiðis takk til tykkum á
Røktarheiminum fyri ta tíðina, hon var har.
Takk fyri blómur, kransar og peningagávur til Javna.
Og takk til tykkum øll, sum fylgdu henni til hennara
seinasta hvíldarstað
Familjunnar vegna
Jóan Petur
Fríðborg og Leivur
Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt sýndu
samkenslu og hjálp, tá okkara góða mamma,
vermamma og omma
Ingun Joensen
f. 28.9.1945 – d. 13.10.2014
brádliga doyði og varð jarðað.
Tøkk til starvsfelagarnar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi,
erliga á Laboratoriinum, familju, vinfólk, grannar,
starvsfelagar og onnur, sum hjálptu okkum so væl.
Tøkk til Hanus á Gørðum, tøkk til sangarar,
kirkjutænarar og gravarar.
Tøkk fyri vitjanir, heilsanir, kakur og annað.
Tøkk til tykkum øll, sum á ymiskan hátt hjálptu til við
ervinum. Tøkk fyri blómur, kransar og
peningagávur til Kvinnuhúsið.
Tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu henni til hennara
seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Annika, Hjørdis og Birna
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu, tá ið
elskaða mamma, vermamma og omma okkara
Sigga Maria Højgaard
f. 09.07. 1923 – d. 28.08.2014
ættað úr Búðini á Velbastað
búsitandi í Havn
andaðist og varð jarðað
Takk til starvsfólkini á B7 á Landssjúkrahúsinum fyri
hjartaliga og góða umsorgan.
Takk til Sonju Klein, prest, fyri góð og troystarrík orð.
Takk til Sigrið og Herluf fyri sang og spæl í kirkjuni
og til vinfólk og skyldfólk, sum sungu fyri úti á grøvini.
Takk fyri blómar, kransar og peningagávur.
Takk tit, sum bakaðu og til Hafnia, sum gjørdi ervið til
eina hugnaliga løtu.
Til endans vilja vit takka tykkum øllum, sum fylgdu
Siggu til hennara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Anna Kathrina, Dánjal, Ebba, Hans Andrias,
Ragnhild, Sigga-Maria, Alexander, Jensia og Hóri
Vit gravera
nýggj nøvn
og væla um
skriftina
á gomlum
gravsteinum.
Danstein
www.danstein.fo
Runavík
Gerðisvegur 17
Tórshavn
Marknagilsvegur 86
Tel 21 75 12
Gravsteinar og blómubeð
• Prísir við litum verða eisini
sendir um alt landið
• Skjót avgreiðsla
• Bílegg í góðari tíð. Um ynsk-
ist og møguleikar eru fyri tí,
verður steinurin uppsettur.
krea
Sosialurin
Tekna teg sum haldara fyri einans
kr. 380,- um ársfjórðingin
haldaralepi
Boks 76, FO-110 Tórshavn
Ja takk!
Eg ynski at tekna meg sum haldara av nýggja Sosialinum,
og fái blaðið borið út tríggjar ferðir um vikuna
Navn:
Bústaður:
Telefon:
teldupost:
Verður sent
ópostað.
Sosialurin
rindar
postgjaldið
64