Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-03, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. februar 2015síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mikudagur 4. februar 2015 · Nr. 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vit takka hjartaliga øllum, sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu, tá okkara elskaði pápi, verpápi, abbi og langabbi Daniel Jacob Nielsen f. 05.12.27 – d.07.10.2014. andaðist og varð jarðaður. Takk til Jónsvein Bech, prest, fyri troystarík orð. Takk til sangarar og tykkum øll, sum hjálptu til við jarðarferðini og við ervinum. Takk fyri heilsanir og til tykkum sum komu inn á gólvið. Takk fyri blómur og gávur til Sumbiar Kirkju. Til seinast ein hjartans tøkk til tykkum øll, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Elna, Poul Johannes, Heðin, Durita og Halltóra Hjartaliga takka vit øllum, ið á ymiskan hátt sýndu hjálpsemi og samkenslu, tá ið okkara kæra mamma, omma og langomma Guðbjørg Hammershaimb Christiansen f. 28. 07. 1947 d. 22. 01. 2015 andaðist í heiminum og varð jarðað. Familjunnar vegna Erla Hjartaliga takka vit tykkum øllum, ið vístu samkenslu og stórt hjálpsemi, tá elskaði maður mín, pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara Sæbjørn Jacobsen f. 06.11.1935 – d. 23.12.2014 brádliga bleiv tikin frá okkum. Takk til Berg Debes Joensen, prest, fyri góð og troystarrík orð heima, í kapellinum og í kirkjuni. Góði Herman, takk fyri stóra og góða hjálp. Takk til tykkum øll, ið bakaðu. Takk til Hildur og Jens Christian fyri vakurt cellospæl og organistin, Hanus Joensen. Takk til sangarar, berarar, gravarar og kirkjutænara. Takk fyri blómur, kransar og gávur til diabetesfelagið. Hjartans tøkk til tykkum øll, ið fylgdum honum til hansara hvíldarstað. Eitt Harrans signað nýggjár ynskja vit tykkum øllum. Familjunnar vegna Magnhild, Jórun, Tórfríða, Siri og Leivur við familjum Alt á einum stað Vit útinna allar uppgávur í sambandi við eina jarðarferð frá byrjan til enda • Kistur • Sangir, blómur og kransar • Sangarar (í Tórshavn) • Ervi • Líkflutningur til og úr Føroyum • Líkbrenning (Kremering) • Gravsteinar (Framsýning við Marknagilsvegin 86) Tel. 51 17 23 www.gravarhjalp.fo Malfrid Lervig í Lorvík til minnis Hjá tær eg fann tað vakra og bjarta, borið til vælveru av milda, góða hjarta. Sum tað ódálkaða íð setur sær mál, sólarringin allan at frøa sinn og sál. Ì myndini av tí fjálga øllum at verða kær, á nátt á degi í brosi rein og skær. So fann eg teg vakra til síðsta stig gávumilda góða blíða í ongum smálig. Veri her minnið tær leingi at standa til æru, til ljós og ugga hjá tínum syrgjandi kæru. Hvíl í friði vakri vinur Kartin Curling