Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-02, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. juli 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 124 - 2. juli 2004 Nr. 124 - 2. juli 2004 3 Mikukvøldið um sekstíðina kom elsta ferðamannaskipið í heiminum, Doulos, á Klaksvík. Nógv fólk tók ímóti, og aftaná var hugnaløta í Betesda MÓTTØKA Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: Rættuligur há- tíðardámur var á vestaru bryggju mikukvøldið, tá Doulos kom á Klaksvík. Hornorkestrið spældi marsjir og sálmaløg, og somuleiðis sang Betesda- kórið. Fýrverkið dundi millum fjøllini, og hóast tað var nakað ljóst, so setti tað sín dám á móttøkuna. Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri, beyð skipi og manning at vera hjartaliga vælkomin til Klaksvíkar og ynskti, at tey skuldu kenna seg heima hesar dagarnar. Eisni Magni Jacobsen bar fram heilsu. Síðani helt leiðarin fyri OM felags- skapinum røðu og at enda føroyski kapteinurin, Árni B. Jensen. Hann takkaði so hjarta- liga fyri móttøkuna og bjóðaði øllum at vera hjartaliga vælkomnum um- borð á skipið. Tá móttøkan var av, fóru heilt mong fólk umborð og seinni varð skipað fyri hugnaløtu í Betesda, har øll vóru vælkomin. Doulos verður liggjandi í Klaksvík inntil mánadagin 5. juli, tá leiðin gongur til Fraklands. Sannur hátíðar- dámur Doulos kom til Klaksvíkar mikukvøldið. Fýrverk, horntónar, kórsangur og røður vóru á skránni, og hátíðardámurin var ikki til at taka feil av Nýggj kantata verður at hoyra á ólavsøku Pauli í Sandagerðir og Gunnar Hoydal hava gjørt nýggja kantatu, sum verð ur at hoyra á ólav- søku. Kórsamband Føroya bjóðar nú til fyrstu venjing til ólavsøkusangin sunnudagin KÓRSANGUR Tíðindaskriv Til 900 ára ólavsøkuhá- tíðina 1930 skrivaðu teir báðir Jógvan Waagstein og Edvard Mitens eina kantatu at heiðra minn- ið um Ólav kong hin Heilaga, sum fall á Stiklastøðum 29. juli 1030. Hendan Ólav- søkukantatan hevur síð- an, við onkrum sliti inn- ímillum, meira enn nak- að sett dám á hátíðarløt- una ólavsøkudag í sam- bandi við skrúðgonguna úr kirkjuni og niðan í Tinghúsið. Til ólavsøkuna ár 2000 fekk Kórsamband Føroya, sum nú skipar fyri hesum fasta tátti í ólavsøkuhaldinum, tað hugskot at bjóða til kappingar um nýggja, alternativa ólavsøkukan- tatu. Vinnarakantaturnar nr. 1, 2 og 3 vórðu fram- førdar hvør eftir aðra tey fylgjandi árini 2000, 2001 og 2002. Í fjør var gamla kan- tatan aftur á skránni; men til ólavsøkukór- sangin í ár verður enn ein nýggj kanata at hoyra. Tað eru teir báðir listamenninir Pauli í Sandagerði og Gunnar Hoydal, sum nú hava fullført eina ætlan, sum tá eisini var upp á tal. Nýggja kantatan, sum hevur heitið Vindar, er fyri blandað kór við nakað av solosangi - tenor og sopran. For- vitnisligt við hesari kantatu er m. a. tað, at kórsangurin fær fylgi- spæl av einari trompet og einari trombon. Fyrsta venjingin til ólavsøkusangin í ár, har øll eru vælkomin at vera við, verður í Kommu- skúlaskálanum nú kom- andi sunnudag 4. juli kl. 15 - 18, og sangarar, sum ætla at syngja við á ólavsøku, verða bidnir um at møta. Doulos á Klaksvík Tað var sum sild í tunnu í samkomu- húsinum, Betesda í Klaksvík, mikukvøld- ið, har fólk úr fleiri samkomum vóru komin saman til hugnaløtu, sum varð hildin fyri manning- ini á Doulos DOULOS Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo Skipið kom á Klaksvík um nátturðatíð mikukvøldið og verður liggjandi til sunnu- dagin. Í faldara, sum er prentað- ur í samband við føroya- túrin, verður lýst við hópin av tiltøkum. Eitt nú verður altjóða mentanarkvøld í KÍ- høllini í Klaksvík leyg- arkvøldið. Tá verður høvi, við tónleiki, leiki, sangi og dansi, at síggja framsýning- ar og hoyra mongu ljóðini frá ymiskum mentanum kring heimin. Hetta er eitt tiltak, ið er ætlað allari familjuni, og kostar 50.00 krónur fyri hvønn. Í samband við altjóða mentanarkvøldið, siglir Dúgvan av Klaksvík til Leirvíkar klokkan 24.00. Skipið er opið fyri al- menninginum hvønn dag frá klokkan 10.00-22.00. Mikukvøldið leitaðu fólk frá fleiri trúarbólkum sær í samkomuhúsið, Betesda í Klaksvík, at hugna sær saman við manningini á Doulos. Eisini teir báðir, Poul Færø og Hans Eiler Hammer, nýttu høvið at fáa sær eitt gott prát Mynd: Rúna Sivertsen C M Y K 3 2