fríggjadagur 2. juli 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 124 - 2. juli 2004
Nr. 124 - 2. juli 2004
5
Sambýlið í Sandaváig,
sum ætlað er
sinnisveikum at
búgva í, letur nú upp.
Starvsfólkini møttu
fyrstu ferð til arbeiðis
hósdagin, og um
einar fjúrtan dagar
ella so, fara búfólkini
at flyta inn
SAMBÝLI
Edvard Joensen
Sandavági:
Sambýlið í
Sandavági letur nú endiliga
upp. Liðið er umleið hálvt-
annað ár, síðan eini sethús
vórðu keypt til at hýsa sinn-
isveikum, men ikki fyrr enn
nú verður gjørt klárt at flyta
inn.
Tey stákast í húsunum
Undir Fobbakletti í Sanda-
vági, har níggju starvsfólk í
skiftisvaktum skulu vera
um tey fimm búfólkini,
sum fara at búgva fast í
nýggja sambýlinum.
Eftir at hesi sethús í
Sandavági
fyri
umleið
hálvumøðrum ári síðan
vórðu keypt til at hýsa fólki
við sinnisbreki, kom polit-
ikkur í málið soleiðis, at
tveir landsstýrismenn við
ávikavist almannamálum
og heilsumálum ikki kundu
semjast um, hvør skuldi
varða av hesum einstaka
málinum. Annar segði seg
eiga húsið, og hin fólkini,
sum skuldu búgva í húsin-
um. Hvussu varð og ikki,
hendi so ikki meira enn tað,
at eitt hús, sum skuldi brúk-
ast til gott endamál, stóð og
gapaði tómt í áravís.
Síðan er so leiðari settur
fyri sambýlinum, og seinni
eisini starvsfólk, og gjørt er
av, at trý búfólk flyta inn
umleið hálvan juli. Hesi eru
fólk, sum flyta av stovni,
har tey ikki hava fyri neyð-
ini at búgva, men kortini
eru soleiðis fyri, at tey hava
tørv á, at onkur er um tey
dagliga.
Signa Andreasen úr Vest-
manna er sett sum leiðari í
nýggja sambýlinum. Av
hinum átta starvsfólkunum
eru tey flestu úr Vágum,
men onkur er úr Havn og
onkur úr Vestmanna, sigur
hon. Talan er um fólk, sum
hava útbúgving og royndir
á økinum, sigur leiðarin.
Hon sigur, at hesar fyrstu
dagarnar fara starvsfólkini
at nýta til fyrireiking. Slíkt
sum at gera húsini klár at
flyta inn í, læra hvønn ann-
an at kenna og eisini til
ymiskt skeiðvirksemi í
samband við arbeiðið.
Tey fara at arbeiða í skift-
um, sigur Signa Andreasen.
Um dagin vera trý starvs-
fólk til arbeiðis. Tvey verða
tey um kvøldið, og ein á
náttarvakt.
Búfólkini skulu eisini
hava okkurt at gera um
dagarnar, sigur hon. Og
farið verður nú at finna
fram til, hvat tað skal vera.
Ymisk ítrivstilboð eru í
Vágum, og væl ber eisini til
at fara aðrastaðni eisini, um
so skuldi verið.
Fyri stuttum lat upp eitt
nýtt verkhús í Sørvági, har
møguliga onkur teirra, sum
fer at flyta inn Undir
Fobbakletti, kann fara til
arbeiðis. Talan skal helst
vera um onkrar fysiskar
aktivitetir, sigur leiðarin,
men einki er avgjørt enn.
Vanligt er, at slík sambýli
fáa egið navn, og tað fer
hetta eisini, sigur Signa
Andreasen. Men enn er
einki avgjørt her heldur.
Bara at tosa um Sambýlið í
Sandavági, heldur hon vera
í so keðiligt, og vildi helst
sloppið at givið húsinum
eitthvørt lokalt navn, sigur
hon.
Sambýlið letur upp
Signa Andreasen er leiðari á sambýlinum fyri sinniveik, sum
nú letur upp í Sandavági
Mynd: Edvard Joensen
Tey níggju starvsfólkini møttu fyrstu ferð til arbeiðis
hósmorgunin. Tey fara nú at fyrireika seg at taka í móti fyrstu
búfólkunum, sum flyta inn í aðru viku
Mynd: Edvard Joensen
Jóan Petur Clement-
sen av Sandi siglir við
ferðafólkum runt
Skúvoynna og Sand-
oynna. Báðir túrarnir
hugtakandi og spenn-
andi við flottu náttúr-
uni og nógva fuglalív-
inum í bjørgnunum.
Hann sigur tó, at í ár
hevur veðrið hilnast
øgiliga illa
FERÐAVINNA
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Summarveðrið í Føroyum í
ár er ikki komið enn, men
tolin bíða flest øll kortini
eftir tí. Nøkur velja sjálv-
andi at leita sær til heitari
lond, men summi bíða.
Fyri føroysku ferðavinn-
una er tað neyvan so hepp-
ið, at veðrið roynist so illa,
men kortini verður koyrt
við herferð sum eitur frí í
Føroyum.
Kunningarstovurnar
kring landið skipa fyri
gongutúrum, bátatúrum og
so framvegis. Og tað átti at
borið til, um ein letur seg í
eftir veðrinum.
Ein av teimum, sum sigl-
ir við ferðafólkið, er Jóan
Petur av Sandi. Við hansara
báti kann farast runt um
Skúvoynna ella vestur um
Sandoynna. Báðir túrarnir
áhugaverdir og spennandi.
Í okkurt um tveir ella
hálvan triðja tíma verður
siglt. Har verður eisini
greitt frá søguligum støð-
um og øðrum.
Fløvandi kaffimuðurin
umborð man óivað eisini
koma væl við. Kanska ser-
liga í ár, tí summarið hevur
ikki latið við seg koma –
enn í øllum førum.
– Undirtøkan hevur verið
so sum so, má eg tíverri
siga, sigur Jóan Petur, sum
eisini heldur, at tá tað kem-
ur til veðrið eru føroyingar
nógv meiri krevjandi enn
útlendingarnir.
– Tað hevur verið so vátt
og tjúkt í veðrinum. Tað var
nógv betur í fjør um enn
summarið í fjør ei heldur
royndist so væl, sigur Jóan
Petur.
Báturin hjá honum tekur
12 fólk. Talan er um ein
føroyskan seksæring um 30
føtur.
Bátatúrar av Sandoynni
Hetta sigur danski
professarin frá RUK,
John Andersen, sum
hevur hildið skeið á
granskingardeplinum
fyri økismenning í
Klaksvík. Skeiðið
snúði seg um vælferð,
poltitikk og tilrættis-
legging út frá einum
sosialvísundaligum
perspektivi
GRANSKING
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Jonh Andersen, professari
við Roskilde Universitet,
heldur, at Føroyar á mangar
mátar er eitt sera áhugavert
samfelag við sínum fjøl-
broytni og samanseting av
siðum og tí meira nýmótans
býarlívinum. Men hann
hevur fingið ta fatan, at
gransking av samfelagslig-
um viðurskiftum ikki er so
viðurkend
í
landinum.
Hetta heldur hann vera stórt
spell.
– Tað er sera umráðandi,
at gransking verður sædd
sum ein framtíðaríløga hel-
dur enn sum eina útreiðslu,
sigur John Andersen.
John Andersen hevur
fylgt arbeiðinum á gransk-
ingardeplinum í nøkur ár,
og sigur hann, at tey gera
eitt framúr arbeiði. Tí ør-
kymlar tað hann, at tað
verður skorið í játtanunum
til økið.
– Her verður ikki hugt
langt fram í tíðina, tí
gransking er ein íløga fyri
eitt samfelag, sum eg havi
sagt áður. Og mær tykir
synd í teimum, at tey
noyðast at berjast fyri at
yvirliva, heldur hann fyri.
Politiska føðiketan
Danski professarin heldur
tað vera av stórum týdningi
fyri granskingina, at hon
verður ein náttúrligur part-
ur av politisku føðiketuni,
sum hann málber seg.
Hetta er so við og við
hent í Danmark, men kort-
ini viðgongur hann tó, at
gransking enn ikki er so
viðurkend á flatlondum,
sum hann kundi hugsað sær
tað.
Tá tað kemur til gransk-
ing, er tað sambært danan-
um, týdningarmikið, at
bæði politikarar og vanliga
fólkið ger sær greitt, at hon
kann verða við til at varpa
ljós á trupulleikar í samfel-
agnum og at koma við
møguligum loysnum.
– Gransking kann somu-
leiðis gera vart við onkrar
gloymdar trupulleikar í
samfelagnum, sum politik-
arar ella myndugleikar ikki
eru varðug við eru tilstaðar.
Hetta er sjálvandi meira
kritisk gransking, men hon
skal so sanniliga eisini til,
sigur John Andersen.
Sum dømi nevnir hann
tey eldru, sum sita einlig úti
á lítlum bygdum í Føroy-
um. Hetta er ein trupulleiki,
har boð uppá møguligar
loysnir,
kundu
komið
gjøgnum gransking.
Fyrimunir og vansar
Professarin tosar nógv um
samfelagið Føroyar. Hann
endurtekur fleiri ferðir, at
Føroyar eru so hugtakandi
og spennandi við sínum
margfeldi. Eisini tosar hann
um fyrimunir og vansar við
tí lítla og tætta samfelagn-
um.
– Greiðir fyrimunir eru
sjálvandi tey tøttu sosialu
bondini, og tað er nógv
positivt við siðum. Men
hinvegin eru veikleikar í
konservatismuni, sum uttan
iva blokerar nýhugsanini,
ivast hann ikki í.
Viðurkenning
John Andersen heldur, at
aðalmálið hjá granskingini
má vera, at upp arbeiða
eina
viðurkenning
av
gransking hjá tí politiska
myndugleikanum.
– Politikararnir eiga at
ávirkast til at síggja, at
gransking er neyðug fyri tí
fólkaræðisligu og politisku
prosessini, staðfestir hann.
Samstundis
sum
teir
skulu venja seg við tankan
um, at gransking er ein
sjálvstøðug prosess, sum
ikki altíð kemur til ta somu
niðurstøðuna, sum politik-
ararnir sjálvir.
– Men samstundis skulu
granskarar gera sær púra
klárt, at politikarar ikki
vilja fíggja eina gransking,
sum vit kalla fyri fílabeins-
gransking. Her meini eg
við, at tað má vísast heilt
ítøkiligt á, at gransking
manglar á ávísum økjum,
so at tað ikki bara verður
granskað fyri at granska,
sigur John Andersen.
Á hendan hátt virkar slíkt
báðar vegir, leggur hann
afturat.
Skeiðið á granskingar-
deplinum endaði mikudag-
in, men John Andersen
verður verandi í Føroyum
inntil sunnudagin.
Gransking er ein framtíðaríløga
Danskur professari frá Roskilde Universitet, John Andersen, hevur hildið eitt tríggjar daga langt
skeið á granskingardeplinum fyri økismenning. Hann harmast um, at viðurkenningin av
gransking í Føroyum ikki letur til at vera nakað serliga stór
Hendan myndin er tikin
undir Sandsbjørgunum
vestanfyri
Mynd: Edvard Joensen
Tilsamans 17 luttakarar vóru á skeiðinum á granskingardeplinum. Umframt tey, ið dagliga
starvast har, vóru eisini lesandi og onkur var enntá komin niðrifrá at luttaka á skeiðinum
C
M
Y
K
5
4