fríggjadagur 2. juli 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 124 - 2. juli 2004
Nr. 124 - 2. juli 2004
7
– Arbeiðsgevarar og
arbeiðarafeløg eru
samd um at kanna
um Landsstýurið er
áhugað í at gera sítt
fyri at forða fyri at
kostnaðarstøðið í
Føroyum skal hækka
so nógv, sigur
formaðurin í Havnar
Arbeiðsmannafelag
KOSTNAÐARSTØÐIÐ
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Vit vilja hava at vita um
onkur annar møguleiki er,
uttan áhaldandi at trýsta
lønirnar uppeftir.
Hans Joensen, formaður í
Havnar Arbeiðsmannafel-
ag, er fegin um fundin, sum
nú hevur verið ímillum ar-
beiðarafløgini og Arbeiðs-
gevararnar um kostnaðar-
støðið.
Tað er hann, sum fyri
einum ári síðani legði upp
til hendan fundin, sum nú
hevur verið ímillum øll
arbeiðarafeløgini og ar-
beiðsgevararnar.
Í fyrstuni var hugurin fyri
at hava ein slíkan fund ikki
serliga stórur.
Men síðani hevur spurn-
ingurin um kostnaðarstøðið
í Føroyum verið nógv
frammi. Serliga hevur tað
verið frammi, at kostnaðar-
støðið er so høgt, at vinnan
í Føroyum missur kapping-
arførið.
Avleiðingin er, at alt ov
nógvur fiskur fer óvirkaður
av landinum.
Og nú er støðan mýkt so
mikið, at tað ber til hjá ar-
beiðsgevarum og arbeið-
arafeløgum at sessast við
sama borð at tosa um
kostnaðarstøðið.
Samd um at fara
víðari
Hans Joensen vil ikki gera
so nógvar viðmerkingar til
fundin enn.
Men hann sigur, at bæði
arbeiðarafeløg og arbeiðs-
gevarar eru samdir um at
fara víðari við málinum.
– Ætlanin er nú at seta
nøkur punkt upp, sum vit í
felag skulu tosa við polit-
iska myndugleikan um, sig-
ur hann.
Hann sigur, at endamálið
við øllum hesum arbeiðn-
um er at vita um tað ikki er
onkur gongd leið á arbeiðs-
marknaðinum enn hesar
afturvendandi lønarhækk-
ingarnar, sum eru við til at
hækka kostnaðarstøðið og
gera kappingarførið verri.
– Men treytin er, at
verkafólkið skal hava meiri
eftir í lønarposanum, tá ið
skattir og avgjøld eru gold-
in. Tí verður neyðugt at fáa
politikararnar við, sigur
Hans Joensen.
Og hann sigur, at enda-
málið við fundinum við
landsstýrið er at vita, um
politiski myndugleikin er
áhugaður at samvirka við
arbeiðsmarknaðin um at
royna at forða fyri, at
kostnaðarstøðið skal hækka
so nógv.
Men hann sigur, at ein
treyt er eisini, at lønirnar
hjá verkafólki skulu ikki
dragna longur afturímóti
lønunum hjá tí almenna.
So skal privati arbeiðs-
marknaðurin avmarka síni
lønarkrøv, skal almenni
arbeiðsmarknaðurin gera
tað sama.
– Eg tvíhaldi um, at
gjógvin ímillum tey alment
løntu og verkafólkið skal
ikki gerast størri enn hon er
nú, sigur Hans Joensen.
Sjálvur heldur hann, at
tað er neyðgut at fáa kostn-
aðarstøðið at lækka.
– Arbeiðsgevarar gremja
seg dúgliga um kostnaðar-
støðið. Vit hava tvinnar
kostir í at velja. Antin
trúgva vit teimum, ella
trúgva vit teimum ikki, men
halda, at hetta er bara nak-
að, teir siga, fyri at ræða
okk-um.
– Men hava teir grein í
sínum máli, kann tað fáa
óhugnaligar
avleiðingar,
bæði fyri øll verkafólk og
fyri samfelagið alt.
Hann heldur eisini, at
allur tann óvirkaði fiskurin,
sum fer av landinum, er
besta dømi um, at okkurt
má gerast.
– Og tað má okkurt ger-
ast nú, sigur hann.
Fyrsta stigið er nu
tikið í eini roynd at
fáa avtalu ímillum
partarnar á arbeiðs-
marknaðinum og
landsstýrið um at
lækka skattir og
avgjøld, so at fak-
feløgini afturfyri ikki
skulu krevja so stórar
lønarhækkingar sum
annars
KOSTNAÐARSTØÐIÐ
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Fyri einum ári síðani sáddi
formaðurin í Havnar Ar-
beiðsmannafelag
ein
nýggjan spíra í føroyskum
arbeiðsmarknaðarpolitikki.
Og nú er kanska okkurt,
sum bendir á, at tað kanska
eisini fer at eydnast at
heysta fruktirnar.
Hans Joensen fekk ógvu-
liga blandaða móttøku, tá ið
hann fyri einum ári síðani
nevndi møguleikan at taka
upp samráðingar ímillum
landsstýrið, arbeiðsgevarar
og arbeiðarafeløg um at
lækka skattir og avgjøld.
Afturfyri skuldi arbeið-
arafeløgini lata vera við at
seta so hørð lønarkrøv, tá ið
samráðingar
vóru.
Og
enntá
varð
møguleikin
nevndur fyri beinleiðis at
lækka lønirnar.
Hetta tóku arbeiðsgevar-
arnir undir við alt fyri eitt.
Men hini arbeiðarafeløgini
vóru milt sagt meiri iving-
arsom.
Síðani má sigast, at tank-
in um beinleiðis lønarlækk-
in sleptur. Men eftir stendur
so tankin um at lata vera
við at krevja so stórar løn-
arhækkingar, um tað ber til
at fáa eina avtalu við polit-
ikarar um at lækka skattir
og avgjøld.
Samd um eitt felags
átak
Hetta vóru spildurnýggir
tónar í føroyskum arbeiðs-
marknaðarpolitikki.
Men kanska eru vit á veg
inn í eina nýggja tíð í Før-
oyum.
Í øllum førum hava ar-
beiðarafeløg og arbeiðs-
gevarar havt fund, har tey
tosaðu um kostnaðarstøðið
og lønarlagið í Føroyum.
Johan Páll Joensen, for-
maður
í
arbeiðsgevarafelagnum,
sigur, at høvuðsevnið á
fundinum kostnaðarstøðið í
Føroyum.
– Samstundis eru arbeið-
arafeløgini og arbeiðsgev-
ararnir samd um, at tað al-
menna hevur gingið undan
at trýst lønarlagið í Føroy-
um uppeftir. Og partarnir
skilja eisini, at arbeiðara-
feløgini ikki vilja dragna
longur afturút afturímóti
teimum almennu lønunum,
sigur formaðurin í Arbeiðs-
gevarafelagnum.
– Partarnir tosaðu um
ymisk viðuskifti, sum hava
við kostnaðarstøðið at gera
og vit tosaðu um, antin
nakrir møguleikar eru fyri
at fáa tað at lækka ella at
avmarka
framhaldandi
hækkingum.
– Í hesum sambandi
samdust arbeiðarafeløgini
og arbeiðsgevararnir um, at
tað var rætt at fara undir eitt
felags átak fyri at fáa
kostnaðarstøðið niður.
Men skal nakar møgul-
eiki vera, verður tað neyð-
ugt at fáa politiska mynd-
ugleikan uppí.
– Tað, sum serliga varð
viðgjørt á fundinum, var,
um tað kanska funnust ávís
mál, sum arbeiðarafeløg og
arbeiðsgevarar
kundu
samst um at farið til
politiska myndugleikan við
í felag.
Og arbeiðarafeløgini og
arbeiðsgevararnir
eru
samdir um at fara undir
arbeiðið at seta nøkur punkt
upp.
Síðani skulu partarnir
biðja um fund við politiska
myndugleikan
um
hesi
punktini.
Tosaðu mest um
almenn avgjøld
Formaðurin í Arbeiðsgev-
arafelagnum sigur, at tað,
sum arbeiðarafeløgini og
arbeiðsgevararnir serliga
tosaði um, var skattatrýstið
og øll tey almennu avgjøld-
ini, serliga oljuavgjald,
mvg á neyðsynjarvørum
o.s.fr.
Tí fer ætlaði fundurin
ímillum arbeiðarafeløgini
og arbeiðsgevararnir øðru-
megin og landsstýrið hinu-
megin, mest at vera um,
antin tað ber til at fáa eina
greiða avtalu við landsstýr-
ið um at lækka skattin, og
nøkur av almennu avgjøld-
unum.
Tann djúpara meiningin
við øllum er, at fæst ein slík
avtala í lag, kunnu fakfel-
øgini afturfyri lata vera við
at sett so hørð lønarkrøv,
sum tey annars høvdu gjørt.
Men tað altavgerandi fyri
fakfeløgini, er, at tey hava
meiri eftir av lønini, tá ið
skattur og avgjøld eru gold-
in.
Johan Páll Joensen, for-
maður í arbeiðsgevarafel-
agnum, sigur, at onki ítøki-
ligt kom burturúr fundinum
og hann leggur dent á, at
enn er hetta arbeiðið á
byrjunnarstøði. Men gong-
din er ógvuliga positiv,
leggur hann afturat.
Og á fundinum samdust
arbeiðarafeløgini og Ar-
beiðsgevarafelagið kortini
um, at tað var rætt at fara
víðari við málinum.
Nú skulu arbeiðarafeløg-
ini so viðgera málið víðari
innanhýsis.
Arbeiðarafeløg og arbeiðsgevarar
sinnað at ganga nýggjar leiðir
– Okkurt má gerast og tað má gerast nú, sigur Hans Joensen,
formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag. Arbeiðarafeløgini og
Arbeiðsgevarar fara nú at royn at royna at finna eitt felags
útspæl og so fara tey at biðja um fund við landsstýrið um
kostnaðarstøðið í Føroyum
Slóðbrótandi fundur um
kostnaðarstøðið í Føroyum
–Arbeiðsgevarar og arbeiðarafeløg ini samd um at royna at
finna eitt felags útspæl, sum tey síðani ætla at fara til landsstýr-
ið við, sigur Johan Páll Joensen, formaður í Arbeiðsgevarafel-
agnum. Endamálið er at royna at avmarka hækkinguum í
kostnaðarstøðinum
KVÍGGJARTÚN 3 • ARGIR • TEL 315415 • FAX 319001
C
M
Y
K
7
6