Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-02, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. juli 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 124 - 2. juli 2004 Nr. 124 - 2. juli 2004 9 Marnar á Skúr, sum vit sóu í SvF herfyri, tá ið hann vísti okk- um froskarnar, hann hevur úti í Nólsoy, hevur í sínum stilla sinni roynt eitt sindur av hvørjum FOSTURMAMMA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Ein dagin herfyri, vit møttu Marnari og konuni, Mari- onnu, úti í Nólsoy, vísti Marnar okkum eina hønu, sum gekk við sjey dunnung- um. Í garðinum, hann hevur úti í Hálgutoftum, gekk eis- ini ein onnur høna við tveimum gásarungum. Tað er nú einki óvanligt í, at fremmand egg verða løgd undir hønu ella dunnu – ella fyri tann skuld eisini undir likku, men hetta er ein stuttlig sjón, sum fær teg at steðga á og forvitnast um, hvussu hetta nú riggar. Ikki minni stuttligt er tað, tá ið dunnungarnir ella gás- arungarnir, sum dáma væl at skvatla í vatni, hava hug at svala sær á úti í hylinum. Hønan, sum í hesum før- inum er mamman, heldur ikki vatnið vera so tespiligt, og neyvan tímir hon serliga væl at verma síni "børn" undir sínum veingjabreiði, tá ið tey hava gjørt seg vát úti í hylinum. Marnar á Skúr sigur, at hønan roynist væl sum mamma, bæði hjá dunnung- unum og gásarungunum. Leygardagin verður bæði framsýning og sangur í Ribarhúsi í Fuglafirði VARMAKELDA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Leygardagin, 3. juli klokkan 15, syngja og spæla Niels og Helgi Midjord í Gallarí Ribar- húsi í Fuglafirði. Teir fara at spæla egin løg og syngja sangir hjá Christiani Matras og Janusi Djurhuus. Niels og Helgi fara eisini at syngja sangir, teir sjálvir hava skrivað. Keramikkur Millum mongu listafram- sýningarnar á varmakeldu í ár, er keramikframsýn- ingin, "Vanvart" hjá Guðr- ið Poulsen, í Ribarhúsi. Framsýningin hjá Guðrið er opin fríggja- dagin millum klokkan 16- 18 og leygardagin og sunnudagin millum klokkan 14-20. Sangur og kera- mikkur í Ribarhúsi Umframt framsýning við keramikki, fara Niels og Helgi Midjord eisini at syngja í Ribarhúsi leygardagin Høna við dunnungum og gásarungum Tá ið rækjutrolarin, Sólborg, herfyri sigldi á ísfjall í Ný Found- landi, var í fyrstani hildið, at eingin av manningini fekk mein, men seinni vísti tað seg, at kokkurin breyt trý rivjabein og fekk hol á annað lunga SIGLDI Á ÍSFJALL Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Herfyri sigldi rækjutrolar- in, Sólborg, á eitt ísfjall, tá ið teir vóru á veg inn til Bay Roberts í Ný Foundlandi at landa. Tjúkt var í toku, og áðrenn nakar varnaðist, rendu teir seg beint í eitt stórt ísfjall. Skipið fekk eina stóra buglu í gronina, og fleiri tons av ísi komu inn á dekkið. Sólborg sigldi tó til lands við egnari hjálp. Hol á lunga Í fyrstani varð hildið, at eingin av manningini fekk nakran skaða, tá ið hend- ingin fór fram, men seinni hevur tað víst seg, at kokk- urin breyt trý rivjabein og fekk hol á annað lunga. Eiler Jacobsen sigur, at kokkurin, sum var Tummas Juul Askham, stóð júst og gjørdi bollar til manning- ina, tá ið skipið stoytti. Kokkurin stóð við ryggin- um móti miksaranum og datt afturyvir – og á miksaran. – Tummas Juul Askham fór til lækna í Ný Found- landi, men har søgdu teir, at maðurin ongan skaða hevði fingið. Tá ið hann seinni kom til Danmarkar, hevði hann tað einki serligt, og dóttirin fór beinanvegin á skaðastovu við honum. Har varð staðfest, at maðurin hevði brotið trý rivjabein og hevði fingið hol á annað lunga. Eiler sigur, at tíbetur fekk eingin annar av manningini skaða undir hendingini. Farin útaftur Skaðin, sum Sólborg fekk í Ný Foundlandi, er bert fyribils umvældur. Eiler sigur, at Sólborg ætlandi fór útaftur miku- kvøldið. – Eitt vatntætt skott er sveisað omaná skaðan, so- leiðis at manningin trygg kann fara útaftur við skip- inum. Eiler væntar, at hesin túrurin fer at vara einar tveir mánaðir, um alt gongur sum ætlað. – Ætlanin er síðan, at skipið kemur heim til Føroya, tá ið hesin túrurin er av, og tá verður skaðin umvældur, sigur Eiler Jacobsen. Nú Sólborg fór avstað aftur, komu 13 mans heim, og 11 mans fóru yvir at loysa av. Sólborg fer aftur at royna á Ný Foundlands-leiðini. Kokkurin breyt 3 riv og fekk hol á annað lunga Svimja, súkkla og renna á varmakeldu Leygardagin, 3. juli, verður skipað fyri sonevndari triath- lon-kapping í Fugla- firði, har tey, sum fara at kappast, bæði fara at svimja, súkkla og renna VARMAKELDA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Triathlonkapping verður á varmakeldustevnu í ár. Kappingin, sum byrjar leygardagin, 3. juli klokk- an 11, verður bæði fyri kvinnur og menn. Byrjað verður við 400 m. svimj- ing, síðan verður súkklað 10 km. og at enda verður runnið 3 km. Kappingin byrjar á sandinum heimanfyri Mentanarhúsið, og øll kappingin verður inni í bygdini. Fyri at luttaka, er neyð- ugt at hava vátdrakt ella froskmannabúna. Vinnararnir – nr. 1, 2 og 3 í hvørjum bólki - fáa heiðursmerkir. Fýra bólkar Kappast verður í hesum bólkum: Kvinnur 15 ár og yngri, kvinnur 16 ár og eldri, menn 15 ár og yngri og menn 16 ár og eldri. Tað eru ÍF, Flog og FS, sum skipa fyri. Fuglfirðingar siga, at Føroya Triathlonfelag hevur veitt teimum hjálp- andi hond við fyrireiking- unum, og nakrir av lim- unum í hesum felag verða eisini við í kappingunum á varmakeldustevnu. – Vit eru spent til til- takið, tí tað er ikki á hvørjum sinni, at triath- lon-kapping er í Fugla- firði, siga fyrireikararnir. – Vit eru spent, tí tað er ikki á hvørjum sinni, at triathlon- kapping er í Fuglafirði, siga stigtakararnir Mynd: Vilmund Jacobsen Høna við sjey dunnungum. Ein onnur gongur við tveimum gásarungum. Eigari er Marnar á Skúr í Nólsoy Mynd: Vilmund Jacobsen Kokkurin umborð á Sólborg, Tummas Juul Askham, breyt trý rivjabein og fekk hol á annað lunga, tá ið Sólborg sigldi á ísfjall í Ný Foundlandi herfyri Føroya Tele hevur í mong ár verið millum mest framfýsnu og slóðbrótandi virkir í landinum. Og nú verða tey aftur fyrst við tí nýggjasta. Føroya Tele gjørdi tíðliga í summar eina samstarvsavtalu við Eurest Føroyar, sum framyvir fer at standa fyri bæði kantinu og reingerð á stovninum. Dagligur leiðari verður Okkara kokk- urin, Kristvin Jacob- sen, sum sjálvur fer at svinga við grýtunum á Føroya Tele NÝGGJ SKIPAN Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo – Vit ætlaðu at royna nakað nýtt og slóðbrotandi við kantinuni og tískil vildu vit ikki gera uppá tann gamla mátan, við at seta kantinu- fólk og kassadamur at ar- beiða hvønn dag, greiðir Rannvá Sólheim á Føroya Tele frá. – Ístaðin fóru vit niður at kanna hvussu stóru stovnarnir gera har. Tað vísti seg, at teir flestu hava eina samstarvsavtalu við okkurt kantinufelag, sum so stendur fyri øllum. Tað valdu vit eisini at gera. Í vetur vórðu tað tvey tílík feløg, ið settu seg í sam- band við okkum, og bjóð- aðu seg fram at geva tilboð uppá arbeiðið. Tað vóru Eurest og ISS. Vit mettu so um hvussu nógv fólk skulu eta, hvussu nógv fundar- virksemi verður og hvussu nógv starvsfólki hjá okkum skal gjalda fyri matin. Ùt frá hesum góvu tey okkum tilboð um prís, og vit valdu at taka av tilboðnum frá Eurest, greiðir Rannvá frá. Avtalan ímillum Føroya Tele og Eurest er ein so- nevnd Management avtala, T.v.s., at Eurest rekur kantinuna, stendur fyri inn- keypi, ger matin, vaskar upp, o.s.fr., og Føroya Tele rindar rokningina einaferð um máðnan. Eurest hevur gjørt eitt budgett út frá givnum fortreytum, sum teir hava ábygd av at halda seg innanfyri. Haraftur- ímóti fær Føroya Tele allan peningin, sum starvsfólki rindar fyri matin. Afturat kantinuni, fer Eurest eisini at standa fyri reingerðini av stovninum. Dagligur leiðari av bæði matgerð og reingerð, verð- ur Kristvin Jacobsen, sum best man vera kendur úr svf. Hann fer í næstum niður á eitt sonevnt Eurest skeið, har hann skal lærast upp í konseptinum hjá Eurest. Sum skilst eru góðskukrøv- ini hjá Eurest ógvuliga høg. Maturin má ikki standa úti á borðinum longur enn eina ávísa tíð, heiti maturin má hvørki vera heitari enn eitt vist ella kaldari enn eitt vist, o.s.fr. Einki kassaapparat Men ikki bert henda for- vitnisliga avtalan ímillum Føroya Tele og Eurest verð- ur slóðbrótandi í nýggju kantinuni. Har verða nevni- liga ongar kantinudamur - og einki kassaapparat. – Kassaapparat hevur ongantíð verið uppá tal. Tað vildu vit heilt einfalt ikki hava, tí vit halda, at tann tíðin er farin. Ístaðin verður ein telda sett upp í kantinuni, har starvsfólki loggar seg inn, tá tey koma at eta. T.d. við brúkaranavni og loyniorði. Hendan skipanin verður løgd inn í lønarskipanina, soleiðis, at upphæddin fyri matin automatiskt verður trekt av lønini, eftir skatt. Einaferð um mánaðin verður kantinugjaldið sostatt trekt av lønini, uttan at nakar má sita og arbeiða við tí. Á henda hátt spara vit bæði kassadamuna og eyka bók- haldsarbeiði, sum annars vildi verið av at rokna út, hvussu nógv hvør einstakur hevur etið fyri, greiðir Rannvá frá. Enn er ikki fastlagt hvat ið gjaldi fyri matin fer at verða, men Rannvá sigur, at tað eru tvey ting, ið skulu fáast at hanga saman. – Fyri tað fyrsta skulu vit royna at gera prísin so attraktivan fyri starvsfólki sum gjørligt. Hinvegin er hetta ein inntøka hjá Føroya Tele, og sjálvandi skulu vit eisini tjena eitt sindur uppá tað. So tað snýr seg um at finna javnvágina, sigur Rannvá. Hon stað- festir tó, at kantinan hjá Føroya Tele undir ongum umstøðum fer at vera dýrari enn kantinurnar í hinum virkjunum í býnum. Maturin verður heldur ikki at kimsa at, tí Kristvin Jacobsen og hjálpari hans- ara fara at gera eina buffet hvønn dag. Úrvalið verður ein heitur rættur, ein lunk- aður rættur, heimabakað breyð og viðskeri, 10-12 sløg av salatum og skorin frukt. Eurest leggur stóran dent á at hava matin so fjølbroyttan sum gjørligt. – Fyri fyrst verður hetta bert eitt tilboð til teirra, ið arbeiða á Føroya Tele og eventuellar gestir. T.d. kann familan koma við at eta her av og á. Men óviðkomandi hava onga atgongd til kantinuna. Vit meta, at kantinan skal vera ein sosi- alur snúningsdepil, og um vit lata hurðarnar upp fyri almenninginum, verður tað sosiala og hugnaliga jú av ongum. Tískil hava vit valt at gera soleiðis í fyrstu atl- øgu, sigur Rannvá. Avtalan er ikki komin heilt uppá pláss enn, m.a. er ikki avgjørt hvussu langt tíðarskeið samstarvið skal fevna um. – Vit ætla, at samstarvið skal fevna yvir ár í senn. Enn er bara ikki greitt um tað verða 1, 2 ella 3 ár. Men vónandi verður hetta væl- eydnað og undirtøkan ímillum starvsfólki góð, soleiðis at vit kunnu halda á leingi, sigur Rannvá Sól- heim at enda. Kantinan á Føroya Tele letur upp so skjótt, sum nýggju hølini uppi á Vegn- um Langa veruliga verða tikin í nýtslu, beint eftir summarfrítíðina. Føroya Tele gjørt slóðbrótandi avtalu Kristvin Jacobsen, kokkur, og hjálpari hansara fara at verða einastu starvsfólkiní í nýggju kantinuni hjá Føroya Tele. Sjálvt kassadaman verður útskift við eina teldu, sum er beinleiðis knýtt at lønarskipanini Savnsmynd C M Y K 9 8