Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-05, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. februar 2015síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Grafiskt snið/layout: Pætur Eyðunsson Jensen Uppseting: Sosialurin, tekniska deild Prent: Prentmiðstøðin Miðlahúsið: Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Vikuskiftisredaktørar Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Lýsingar Frida Mellemgaard, lýsingasamskipari lysing@sosialurin.fo tel. 341826 Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo 6. februar 2015 – Tað skal ikki verða dýrari hjá ávísum føroy­ ingum at brúka almenna sam­ferðslu­kervið, enn tað er hjá øðrum. Tað sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í samferðslumálum. Hann hevur lagt eina ætlan hesum viðvíkjandi fyri samgonguna. Tað er ein vakur tanki, sum lands­stýris­ maðurin leggur fram. Ein leistur, sum Tórs­havnar kommuna hevur brúkt við Buss­leiðini í nøkur á – og sum tykist at vera vælumtóktur, tó at harðar kreftir í býráðnum eru ímóti hesi skipan. Kritikkurin hjá borgarliga veinginum í Tórshavnar kommunu er, at ókeypis bussskipanin kostar ov nógv. Vit kunnu so spyrja, í mun til hvat? Skal onkur sleppa undan at gjalda, so skal onkur annar gjalda. Soleiðis er í øllum lutum. Hjá Tórshavnar kommunu er rokningin ikki send nøkrum ávísum, hon er bara farin í stórapott. Johan Dahl hevur eina ætlan um, at tey sum koyra bil nú skulu gjalda fyri tey, sum sleppa at sigla og koyra ígjøgnum tunlar ókeypis. Her koma sveiggini í oljuprísinum honum til hjálpar. Fólk eru so von við, at prísurin ferðast upp og niður, at ein króna meira ella minni – sum fer til skipa- ella tunnilsgjald – kanska ikki ger tann stóra munin. Hjá honum, sum rindar tunnilsgjald fyri at koyra til arbeiðis, verður tað bíligari tá samanum kemur, meðan tann, ið ikki skal um ella undir sund og firðir skal rinda meira. Vit kunnu altíð kjakast um, hvørt slík umfordeiling er rættvís. Men við at lætta um hjá teimum, sum rinda mest, leggur hon hon útreiðslur á tey, sum rinda minni. Hinvegin er tað valla rætt, at tey sum koyra gjøgnum tunlar sleppa at koyra ókeypis, meðan tey, sum nýta skip, skulu rinda fult gjald. Hetta eru positiv tíðindi frá landsstýrismanninum. Vit nýta nógva orku upp á at útbyggja samferðslukervið. Tað skulu vit eisini gera. Tí mugu vit ikki samstundis leggja fótonglar, soleiðis at ferðingin verður avmarkað alt eftir, hvussu nógv fólk hava ráð at gjalda. Eitt javnari býtið av hesum flutningsútreiðslum er tí eitt gott og samfelagsgagnligt tiltak. Marianne Clausen, kórleiðari, tónleikagranskari og rithøvundur, doyði í septembur 2014. Stórverk hennara eru tey átta verkini við nótauppskriftum og royndum at analýsera tær upptøkurnar við løgum, kvæðum, vísum og sálmum, sum hon sjálv og onnur høvdu gjørt. Ein partur av hennara arbeiði var at uppskriva tær mongu variatiónirnar, sum hon hoyrdi í ymsum bygdum, tá ið hon tók upp kvæðir og sangir, sum gomul fólk sungu. - Hetta var mentanararvur, sum uttan hennara avrik vildi farið fyri skeytið. Marianna var eisini ágrýtin kórleiðari, sum í nógv ár gav sínum kórum fjølbroyttar og hendingaríkar løtur innan alskyns tónleik. Týsdagin kl. 19.00 verður minnistiltak um Marianne Clausen í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Jens Galsgaard, maður Marianne, vísir myndarøð við Mariannu og sigur frá lívi og virki hennara. Marita Akhøj Nielsen, dr. phil, greiðir frá tí mentanarsøguliga týdninginum av avrikinum hjá Mariannu. Hans Petur í Brekkunum spælir eitt kingolag á saxofon. Felagssangur og kórsangur við Con Brio, Húsakórið og Mpiri verða eisini. Annað er eisini á skránni hetta kvøldið. Ein roknifeilur hjá einum ráðgeva hevði við sær, at ov tunnir veggir vóru settir upp í skúladeplinum í Marknagili, sum nú verður bygdur. Í løtuni verður eisini arbeitt við at seta upp teir røttu veggirnar upp, og Landsverk sigur, at roknifeilurin hjá ráðgevanum hevur fyribils kostað tveir mánaðir í mistari tíð. Arbeitt verður av øllum alvi við at vinna hesa tíðina innaftur við at seta størri arbeiðsorku inn. Skúladepilin í Marknagili skal standa liðugur til skúlaársbyrjan í 2016, og ætlanin er framvegis, at skúlagongdin skal byrja har tá. Í løtuni arbeiða umleið 50 starvsfólk á plássinum, men tá bygningurin er innilokaður, verður talið helst fleirfaldað. Vit vóna í øllum førum, at tey fara at læra betur at rokna á skúladeplinum enn ráðgevarnir hjá teimum dugdu! Skal kosta tað sama fyri øll Minnast Marianne Vónandi læra tey betur at rokna Føroyahúsið í Keypmannahavn so segði hann... Les eisini blaðið á telefonini »Um onkur brúkar argumentið, at ’soleiðis hava vit altíð gjørt’, taki eg tað sum eina avbjóðing at gera okkurt øðrvísi.« Hví eri eg vorðin so líkasæl? Tina Kildegaard Jakobsen Tíðargrein síða 17 Soleiðis bleiv Lego størri enn Barbie Síða 24-25 Longri millum kavavetrarnar Síða 16-17 Visti tú? At í fjør var eingin nýggjur pylsuvognur innfluttur til Føroya Oddagrein Eirikur Lindenskov blaðstjóri Regin Marnersson, nýggjur stjóri á Námi