Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-05, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. februar 2015síða 3

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 6. februar 2015 sosialurin 15 3 Norðurlandahúsið DANSISÝNING I wish her well Framførslan við norska dansibólkinum Panta Rei Dance Theatre sameinir frásøgn, akro batikk, høgt tempo og eina stemningsfulla ljóðmynd. 11. februar kl. 19.00 Kostnaður: 100 kr. UNDIRHALD “Økonomisk teori for begynnere” Eins og í vælumtóktu Ted-talks, greiðir listamaðurin Amund Sjølie Sveen, frá grundleggjandi búskaparligu ástøðini á undirhaldandi og skilligan hátt.æ 13. februar kl. 19.30 Kostnaður: 100 kr. LAND Í EYGSJÓN ÍBLÁSTUR MENTAN í Føroya heitasta húsi KONSERT Tini v/bólki Tónleikastílurin er eitt bland av melodiøsum singersong- writer-poppi við einum serligum norskum kryddi og vøkru røddini hjá Tini í sentrum. Leygardagin 14. februar kl. 20.00 Kostnaður: 100 kr. FYRI BØRN Thorbjørn Egner Bøkurnar eftir norska høvundin, Thorbjørn Egner, um dólgarnar í Kardamummubýi, Klintrimús og kúllarnar Karius og Baktus eru sannir klassikarar. Frá 8.–15. februar birtir Norðulandahúsið aftur lív í klassisku søgurnar og sangirnar hjá Egner í sambandi við Land í eygsjón. Frá 8.-15. februar Byrjar sunnudagin 8. februar kl. 15.00 LISTAFRAMSÝNING Astri Luihn Astri Luihn er fødd og uppvaksin í Noreg og hevur meginpartin av sínum vaksna lívi búð í Havn, har hon hevur sítt atelier. Hon hevur havt ótaldar framsýningar í Norðalondum, Europa, USA og Japan og er umboðað á mongum listasøvnum ymsastaðni í heiminum. Myndirnar á framsýningini eru málningar á træplátum við útskornum motivum og málningar á lørifti. Fríggjadagin 6. februar kl. 17.00 Ókeypis atgongd. DANSISÝNING Grænsen Við einum sindri av hugfl ogi kann áskoðarin tulka kyns- bardaga, kensluligt ósjálvbjargni og politiskar trætur um landamørk. Týsdagin 10. februar kl. 19.30 Kostnaður: 100 kr. KONSERT Føroya Symfoniorkestur og Guro Kleven Hagen Saman við Føroya Symfoniorkestri fer 20 ára gamla virðis- lønta Guro Kleven Hagen at framføra verk eftir russiska Tchaikovsky og norska Svendsen. Harumframt eru væl dámdu New World Symphony nr. 9 eftir Antonín Dvorák á skránni og Peer Gynt Suite eftir Edvard Grieg. Leygardagin 7. februar kl. 19.30 Kostnaður: 250 kr. (Musikkskúlanæmingar 100 kr.) LISTAFRAMSÝNING Lars Kjemphol Vit eru fegin um at kunna bjóða tykkum til framsýning við norska myndlistamanninum, Lars Kjemphol, (1980). Lars Kjemphol fer alla vikuna at skapa eina framsýning úr alskyns tilfari, sum er til taks hjá honum, meðan hann arbeiðir. Áskoðarar fara tískil at síggja framsýningina spretta burtur úr ongum og verða ein partur av teimum tonkum og teirri nærveru, sum eru við til at skapa verkið. Fríggjadagin 6. februar kl. 17.00 Ókeypis atgongd. We celebrate Norway for a week with performances and exhibitions of some of the best contemporary Norwegian artists