hósdagur 5. februar 2015síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 6. februar 2015
sosialurin 15
4
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
»Um tjúgu ár fara tey,
sum eru børn nú at
siga, at tað altíð var
nógv meiri kavi fyrr..«
Sæð á Facebook:
»Tað er í lagið, at tú ert
ósamdur við mær. Eg kann
sjálvandi ikki noyða teg til at
hava rætt.«
»Eg kenni meg sera æraðan og ernan at verða
ein av Ted-tosarunum í ár. Og ja – eg eri eisini
fjálturstungin!«
»Ted talk« er ein røð av smáum fyrilestrum,
sum leik og lærd halda ókeypis um evni,
sum kunnu vera áhugaverd, vikomandi og
inspirerandi hjá øðrum at hoyra.
Í ár er evnið Truth or dare, og Teitur
skrivar á heimasíðu síni, at hann heldur
hetta evnið vera sera áugavert. Í ár verða
fyrilestrarnir filmaðir í mars í Vancouver.
Sendingin milliardingar«, sum var í Kringvarpinum
mánakvøldið, setti aftur makrelin á dagsskrá í Føroyum.
Síðani sendingina hevur verið tosað um makrel
milliardingar, makrelloyvi, makrelpolitikk, makrel
samgongu, makrelfiskiskap, makrelfamiljur, makrelvirki,
makrelvirking, makrelkvotur, makrelkorruptión,
makrelpengar, makrelavkast, makrelbarónar…
Makrelur: (fisk.) feitur fiskur (vanl. nýttur til agns) (Scomber
scombrus); sbr. rossa-
Eyðun Mørkøre, stjóri á
TAKS, og Atli Gregersen,
stjóri á Hiddenfjord, vóru
kosnir ársins almenni
og privati leiðari á
Leiðaradegnum.
Nógvur vindur gjørdi
um seg fríggjadagin
og landsvegurin
við Gøtugjógv varð
stongdur eina løtu, tá
eitt seyðahús var farið
í luftina og vrakpetti
lógu á vegnum.
34 ára gamli Regin
Marnerson, skúlastjóri á
Giljanesi, varð settur sum
nýggjur stjóri á Námi.
Ógvusligt kavaveður
legði tað mesta av
samferðsluni lamið
mánadagin og um alt
landið stóðu bilar fastir
í nógva kavanum.
Landsverk og
løgregla heittu
um fólk ikki
at fara út
at koyra.
Løgmansskrivstovan
vann rættarmálið
um løggildingina hjá
grannskoðarunum,
ið sostatt mugu taka
neyðugu royndirnar
fyri at fáa løggildin.
Kringvarp Føroya
sendi fyrsta part í
dokumentarinum um
makrelfiskiskapin
undir Føroyum
“Landstýrisútnevndir
milliardingar.”
Ovi Brim verður settur
sum prestur í Nes
prestagjaldið. Kæran frá
einum øðrum umsøkjara
vinnur tí ikki fram.
HB vann VFF-kappingina
á Tórsvølli fyri
triðju ferð á rað.
Århus Teater
kunngjørdi í
vikuni, at føroysku
sjónleikararnir
Kjartan Hansen
og Sofía Nolsøe
Mikkelsen vera
við í leikbólkinum,
sum skal virka á
teatrinum í 2015/16.
Århus teater
er eitt viðurkent
leikhús, og
fleiri føroyskir
sjónleikarar hava
áður havt tilknýti
til húsið. Eisini
Eyðun Johannesen,
leikstjóri, hevur
stigið mangt sporið
har.
Teaturstjórin
Mick Gordon hevur
lagt seg eftir at
kunna presentera
eina breiða viftu
av talentum. Hann
hevur níggju fólk í
starvi, harav fimm
eru nýggj. Teirra
millum Kjartan og
Sofía.
Um Sofíu sigur Mick Gordon soleiðis:
Sofía er ikki bert ein fantastiskur leikari,
hon er eisini ein sterkur sangari. Eftirsum
vit hava ætlanir um at hava ymisk sløg av
tónleikateatri komandi tvey árini, er tað
týdningarmikið.
Um Kjartan sigur hann soleiðis:
Vit hava eisini tørv á typum sum
Kjartan, sum hava nógvar royndir við
eksperimenterandi leiki á smáum pallum.
Vit fara at gera eksperimenterandi teatur,
og tískil hava vit tørv á fólki, sum eru von
at arbeiða soleiðis.
Ensemblið fer at vera tókt at kunna
arbeiða innan film og sjónvarp. Hetta
er fyri leikarar, sum vilja nýta tvey ár
av teirra lívi til at vera ein
partur av einum toymi.
So tá eg seti ensemblið
saman hyggi eg serliga
eftir yngri leikarum,
sum fara at gerast
morgindagsins
stjørnur, sigur stjórin
á Århus Teater.
Teitur verður
Ted-tosari
»Makrelur«
Kjartan og Sofía á Århus Teater
Mest
nýtta
orðið
hesa
vikuna
...uppá ein minutt
tons av salti eru
í vetur stroydd á
føroysku vegirnar
1825,5
mangt og hvat
Visti tú?
11% av øllum
fólkum eru
lámar
– Kenni meg fjálturstungnan at skula halda ein Ted fyrilestur, sigur Teitur á
heimasíðu síni
Sophie Haber
Leygardagin:
Andøvsgul upp í ein strúk av
útnyrðingi og ælingur, partvís
kavi. Hitalagið millum 0 og 3 stig.
Sunnudagin og
mánadagin:
Strúkur í vindi upp í hvassan vind
av vestri og útsynningi og lítið
ella einki avfall. Hitin millum 3
og 7 stig.
leygardagin
8-13 m/s
Hósdagin
8-13 m/s
8-13 m/s
Hósdagin seinnapart:
Andøvsgul upp í ein strúk av vestri
og yvirhøvur turt og sólglottar.
Hitin millum 8 og 11 stig.
Fríggjadagin
8-13 m/s
15-20 m/s
8-13 m/s
Fríggjadagin:
Fyrrapartin andøvsgul upp
í ein strúk av útsynningi og
yvirhøvur turt og sólglottar, men
seinnapartin veksur hann vindin
upp í skrið av vestri og ælingur,
partvís vátakavi. Hitin millum 1
og 4 stig.