Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-05, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. februar 2015síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 6. februar 2015 sosialurin 15 6 Marita á Rógvi T að er tíðliga á morgni, og hitin er um frostmarkið hendan dagin í februar. Ein hómar Steintóru Joensen, ið kemur stunandi á einari reyð­ari súkklu. – Orsaka, eg eri altíð ov sein. Eg skuldi líka... sigur hon brosandi. Ljósa hárið flákrar í vindinum, og sminkan liggur á andlitinum, sum hon skal. Meðan onnur ganga í frakk­um ella dýnujakkum ein slíkan vetrardag, er Steintóra bert í ein­ um denimjakka – stílurin er altíð í fyrstu røð. Vit eru staddar uttanfyri Sundby Kirke á Amager og fara innar. Steintóru dámar væl at seta seg inn í kirkj­una, til tess at fáa sálarfrið. – Mær dámar so væl at lata eyguni aftur og lata tankarnar floyma, sigur hon, meðan hon situr á fremsta bonki, sum er bláur. Kirkjan er avbera vøkur. Loftið er prýtt við smáum perum, og vindeyguni avmynda Jesus. Í dag er Steintóra ikki er í iva um, at hon skal tæna Guði við at tala Hansara orð. – Eg haldi, at eg kann geva mín­um medmenniskjum nakað av mær sjálvari, og tað haldi eg vera mein­ingina við lívinum. Fyri meg hevur tað riggað at venda mær til Bíbliuna, sigur Steintóra. Hóast hon í dag er sannførd, var tað ikki kirkjan, ið fylti mest í barna- og ungdómsárunum hjá Steintóru. Sum barn sleit hon hópin av fót­bólts­ skóm, svimjidraktum og hondbólts­ skóm í Vági. Hon var sera virkin, og serliga hevði ítrótturin stóran týdning. Eg havi ongan­ tíð følt eina knappliga um­ vending, sjálvt um eg bæði havi leitað eftir henni og ynskt mær hana so innar­ liga« persónssøga – Tað er umráðandi at varðveita siðvenjur og tey grundleggjandi virðini í kirkjuni, ið kristindómurin stendur fyri. Eitt nú næstra­kærleika. Men tað er eisini um­ ráð­andi, at kirkjan lagar seg eftir teimum fólkunum, ið nýta hana. Við at stuðla listini í kirkjuni, heiðra vit eisini menniskjuni og seta prís á menniskjuna, sigur 23 ára gamla Steintóra Gleðisheygg Joensen, sum lesur til prest Eg verði óivað ein øðrvísi prestur Mynd: marita Johansen Visti tú? Í 1977 var fyrsti føroyski kvinnuligi presturin vígdur