hósdagur 5. februar 2015síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 6. februar 2015
sosialurin 15
7
»Fólk siga ofta, at tað er
skilaleyst at trúgva. Men
vit kunnu bert hyggja
kring okkum»
–
Eg
havi
altíð
íðkað nógvan
ítrótt. Nógv børn
vóru rundan um meg
í ítróttarumhvørvinum,
og eg haldi ikki, at tað
átrúnaðarliga fylti so nógv. Eg
sang í kóri, var til ungdómsmøti
hjá Frelsunarherinum og í Missións
húsinum, har vit skapaðu ymiskt.
Tað dámdi mær ómetaliga væl. Eg
var trúgvandi, men foreldur míni
trýstu meg ikki at fara í kirkju, sigur
Steintóra.
Tá hon var heilt ung gjørdist
greitt, at Steintóra var ein sera evna
ríkur fótbóltsleikari, ið kundi fáa
eina bjarta framtíð. Steintóra hevði
hug at fylgja dreyminum at gerast
yrkisfótbóltsleikari. Hon flutti tískil
til Danmarkar sum 15-ára gomul.
Øll tannárini leitaði Steintóra
eftir røttu hillini. Hon gekk á einum
fótbóltscollege á Aalborg, ið er ein
miðnámskúli, ið samantvinnar fót
bóltsvenjing og skúla. Her kundi hon
jagstra dreymin um eina yrkisleið
innan fót.
– Eg spældi á besta gentuliðinum
í Danmark. Venjararnir søgdu, at
við miðvísari venjing kundi eg ger
ast yrkisleikari. Eg vandi saman
við nógvum leikarum, ið seinni eru
blivnir yrkisleikarar í Aston Villa og
donskum oddaliðum, sigur Steintóra.
– Men eg visti, at fáir kvinnuligir
fótbóltsleikarar gerast yrkisleikarar,
so tí talaði nógv fyri, at eg mátti undir
útbúgving, sigur Steintóra.
Eitt ár seinni flutti Steintóra heim,
og sum tíðin leið fánaði dreymurin
um fótbóltin stillisliga.
Hon fór í staðin at spæla sær við
tankan um at gerast prestur, men
fór tó fyrst at royna seg innan onn
ur yrki. Eitt nú var hon vertur á »15
teimum bestu«, og so dansaði hon
nógv.
Hetta vóru mótsetningur til
fjalda dreymin um prestavirkið, og
tí ivaðist hon í, hvørt prestavirkið
veruliga mundi vera hennara kall.
Eftir lokið studentsprógv í 2011
flutti Steintóra á øðrum sinni til
Danmarkar, til tess at fylgja enn ein
um dreymi – hesuferð sum dansari.
Men eftir fýra mánaðir misti hon
mótið.
– Eg havi altíð elskað at dansað, og
eg hevði gávurnar. Men umhvørvið
var sálarliga tyngjandi. Einki, ið mann
vísti fram, var nóg gott. Ummælini
vóru altíð neilig, og tað kendist, sum
var eg í herinum, tí sálarligi ágangurin
var øgiligur, sigur Steintóra álvarsom.
Steintóra hevði ikki hug at vera
verðandi á dansiskúlanum og flutti
heim. Heimkomin fótaði hon sær
aftur, og árið eftir gjørdi hon av at
vita, um guðfrøðilesnaðurin í Keyp
mannahavn mundi vera nakað fyri
hana.
Á triðja sinni flutti hon til Dan
markar fyri at fylgja einum dreymi.
Dreyminum um svarta presta
kjólan.
Steintóra er ein nýmótans kvinna.
Hon elskar móta, og á instagram-
vanga sínum leggur hon javnan
myndir út av nýggjastu klædna
keypunum, ið oftast eru frá kendum
donskum klædnasniðgevum. Neglir
nar eru altíð vakurt lakkaðar við
gelish, hárið er litað, og eygnabrýrnar
eru tjúkkar og svartar eins og hjá
kendu modellunum úti í heimi. Og
so smæðist hon ikki at vísa, hvussu
væl trimmaður búkurin er.
Men hvat hildu onnur um, at ein
genta, ið elskaði fótbólt, hip hop,
móta og at ballast, ætlaði at standa
á einum prædikustóli?
– Eg møtti nógvum fordómum, tá
eg byrjaði at lesa teologi og eg geri tað
enn – hvønn dag. Eingin veit reiðiliga,
hvat teologilesnaðurin snýr seg um.
Tá eg eri í býnum spyrja nógv, um eg
eri øgiliga átrúnaðarlig. Men hvat er
at vera øgiliga átrúnaðarligur? Og
hví tykist tað skeivt? sigur Steintóra
spyrjandi.
framhald...
– Eg eri bara eitt
menniskja, og eg ivist ofta
í trúnni, sigur Steintóra
Gleðisheygg Joensen.
Mynd: Sunnleif Andreasen Photography
Steintóra leggur javnan myndir út av nýggjastu klædnakeyp
unum, ið oftast eru frá kendum donskum klædnasniðgevum.