Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-02-05, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. februar 2015síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 6. februar 2015 sosialurin 15 8 Tað kom eisini óvart á nógv, at Steintóra las til prest, samstundis sum hon var verðslig og gekk í býnum eins og onnur ung. Hon heldur tó ikki, at verðsliga og materialistiska lívið er ein forðing, hóast summi meta, at kristin­dómurin ikki gongur hond og hond við hesi virðini. – Trúgv er øgiliga persónlig, og rúm skal vera fyri ymiskleika. Trúgvin er tann, ið frelsir teg, og tú ert ikki minni trúgvandi, um tú fert í býin av og á. Guð hevur jú givið okkum lívið at liva fult út, sigur Steintóra. Teologilesnaðurin hevur eisini somu tilboð, sum onnur fakultet. Eitt nú spælir Steintóra fótbólt saman við øðrum teologilesandi, og so hava tey eis­ini nakað so verðsligt sum eina fríggja­dagsbarr á fakultetinum. Steintóra hevur staðið seg væl í akademiska lesnaðinum, og støðu­ metið er flott. Eitt nú fekk hon eitt 12-tal í griksum. Men hóast Steintóra í dag er púra vís í, at hon um nøkur ár skal virka í svarta prestakjólanum og tæna Guði, hevur hon eisini verið í iva um, hvørt Guð veruliga er til. Fyri einum ári síðani doyði ein fam­ ilju­limur hjá Steintóru. Kvinnan, ið einans var 26-ára gomul og var við barn, doyði brádliga frá trimum smáum børnum. Tá Steintóra kom úr kapell­inum, umhugsaði hon sína støðu sum komandi prestur og sum trúgv­andi. – Eg spurdi meg sjálva, hvussu Hann kundi lata hana doyggja frá børnunum? Hetta var ikki rætt. Eg kundi als ikki góðtaka hesa støðuna. Eg umhugsaði at gevast at lesa teologi, sigur Steintóra og steðgar á. Hon er kensuborin, og slík deyðsfall eru nakað, hon hevur trupult at skilja. Hon heldur áfram. – Eg veit væl, at øll skulu doyggja, og tað er ókey. Men slíkir sorgarleikar eru truplir at handfara. Foreldur míni fingu tó sannført meg um, at eg ikki skuldi gevast at trúgva av hes­um. Eg minnist, at eg spurdi tey, um tey kundu trúgva á ein algóðan Guð, tá ið Hann kundi lata nakað so ræðu­ ligt henda eini familju? Tá kann Hann ikki vera algóður. Eg var ill inn á Hann. Eg vildi hava svar. Hví? – Rationelt hugsaði eg, at um hann hevur havt kreftir at skapa okkum øll, hevur hann eisini kreftir til at steðga slíkum. Foreldrini hjá mær søgdu, at har var einki svar, og at tað var eingin meining við slíkum hendingum, sigur Steintóra. Eftir syndarligu hendingina hevur Steintóra lært at góðtaka, at hon ikki fær svar uppá allar sínar spurningar, og hon hugsar nú øðrvísi um sína trúgv. – Eg síggi Guð í øllum rundan um meg – í náttúruni, rúmdini, menn­ iskjakroppinum, í kenslum og ser­ liga í kærleikanum, og hetta eru eyð­sædd dømi um, at Guð er har og Hann er skaparin. Fólk siga ofta, at tað er skila­leyst at trúgva. Men vit kunnu bert hyggja kring okkum, sigur Steintóra. Hon heldur, at tað er menniskjaligt at ivast í trúnni. – Eg eri bara eitt menniskja, og eg ivist ofta í trúnni. Eg eri von við at lesa tekstir, har teologar tosa um hesa umvendingina, teir hava verið út fyri. Kierkegaard tosar um »øjeblikket« tá ið tað hendir. Eg havi ongantíð følt eina knappliga umvending, sjálvt um eg bæði havi leitað eftir henni og ynskt mær hana so innarliga bara fyri at fáa handan friðin. Eg kendi fyrstu tíð­ina á teologilesnaðinum, at eg kanska ikki var verd at vera prestur, um eg ikki hevði kent hetta, tí onnur tosaðu um tað. Steintóra hevur tó lært, at ein brádlig umvending, har beinini smokka undan henni, ikki er neyðug, tá hon kennir, at hon hevur Guð í sín­um lívi og trýr á Hann. Hon fer tó altíð at ivast, og tað heldur hon er menn­iskjaligt og sunt. – Tað fær okkum at hugsa, og tað hopi eg øll gera. Hóast trý og eitt hálvt ár resta, áðr­enn Steintóra verður presta­vígd og kann lata seg í svarta presta­kjólan, hevur hon næstan staðið á prædiku­ stól­inum. Og eftir øllum at døma stóð hon seg væl í fyrstu í prædikuni, sum var ein brúðarprædika fyri beiggja sínum Henning og konu hansara. Prædikan fekk góð skoðsmál og fekk fólk at gráta. Hon helt tó ikki eina vanliga prædiku, tí Steintóra er serlig – eisini sum prestur. – Eg nýtti nýmótans myndamál úr Harry Potter og eg samanbar hjúnar­lagið við fótbóltin, sum bæði eg og beiggi mín elska – lívið er fult av takklingum, men tað ræður um at bera seg undan reyða kortinum. Hóast eg av og á havi ivast, um Guð er til, hvarv allur ivin hendan dagin. Alt gekk upp í eina hægri eind, og tað kendist rætt at tala út frá Hansara bók. Men myndamál úr Harry Potter og fótbóltsprædikur eru bert byrjan­ in. Steintóra hevur nevniliga ætlanir um at ganga egnu leið sum prestur, um tað verður henni loyvt. Í Danmark standa fleiri hundra­ tals kirkjur tómar. Hetta hevur við sær, at nógvar kirkjur verða nýttar á slóð­brótandi hátt, og hetta dámar Steintóru. – Av og á fari eg í Vor Frue Kirke at fáa sálarfrið. Tað er púra myrkt inni, og ljós í hundraðtali eru tendrað. Ein hoyrir bert feitan elektroniskan tónleik, sum verður spældur live. Eitt nú hevur danska elektronavnið Trentemøller spælt. Eg elski sovorið. Hóast hon hevur stóra virðing fyri føroysku Fólkakirkjuni, kundi Steintóra hugsað sær at broytt guðs­tæn­asturnar eitt vet. Hon heldur nevniliga, at elektroniskur tónleikur er list, og við at stuðla listini í kirkjuni, heiðra vit eisini menniskjuni og seta prís á menniskjuna. – Tað kundi eisini verið stuttligt at gjørt guðstænastuna meira barna­ vinarliga. Mann kundi eitt nú brúkt hip hop og rapp. Eingin sigur, at ein altíð skal nýta eitt orgul í eini guðs­ tænastu, vísir Steintóra á. – Tað er umráðandi at varðveita sið­venjur og tey grundleggjandi virð­ini í kirkjuni, ið kristindómurin stendur fyri. Eitt nú næstrakærleika. Men tað er eisini umráðandi, at kirkjan lagar seg eftir teimum fólk­ unum, ið nýta hana. Eg óttist í øllum førum ikki at koma heim, sigur kom­ andi presturin avgjørdur, áðrenn hon aftur setur seg á reyðu súkkluna. Steintóra Gleðisheygg Joensen  23 ár  Úr Vági  Lesur Gudfrøði á lærda háskúlanum í Keypmannahavn  Roynt seg sum fótbóltsleikara uttanlands, og verið á dansiskúla, áðrenn hon fór at lesa Gudfrøði Fyri 67 árum síðani vórðu fyrstu kvinnurnar í danska konga­rík­ inum prestvígdar. Hetta var ein sera slóðbrótandi hending, ið kom í kjalarvørrinum av kvinnu­stríð­ inum í 19 og 20. øld. Rákið við kvinnuligum prestum kom eisini til Føroya, og í 1977 varð fyrsti føroyski kvinnuligi presturin, Elsa Funding, vígdur. Hetta var stórt og óvant, tí í nærum eina øld høvdu bert mannligir prestar sett sín dám á føroyska prestavirkið. Í dag virka sjey føroyskar kvinnur, sum prestar. Tó eru fleiri ungir, kvinnu­ligir prestar ávegis. Ein teirra er 23-ára gamla Steintóra Gleðisheygg Joensen úr Vági. marita@sosialurin.fo persónssøga Tú ert ikki minni trúgvandi, um tú fert í býin av og á. Guð hevur jú givið okkum lívið at liva fult út« Myndir: marita Johansen Visti tú? Steintóra hevur eisini roynt seg sum fótbóltsleikara uttanlands – Eg møtti nógvum fordómum, tá eg byrjaði at lesa teologi og eg geri tað enn – hvønn dag, sigur Steintóra Gleðisheygg Joensen.